mánadagur 8. februar 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 8. februar 2010 – Nr. 26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17
Sum tann einasti bólk urin
telur bólkur C trý lond, ið
luttaka í HM-enda spæl-
inum í summ ar. – Tað verð-
ur sera trup ult, men vit
hava okkara møgu leikar.
Ikki minst á heima vølli,
sigur Brian Kerr, lands liðs-
venj ari
Brian Kerr eygleiddi í gjár tað fyrsta
lutakastið til eina undankapping
sum føroyskur landsliðsvenjari. Før
oyar stóðu á triðja lepanum, sum var
drigin og endaðu sostatt í bolla C.
Fimm onnur lond endaðu í sama
bolla og Brian Kerr heldur talan
vera um ein spennandi bólk.
– Talan er um ein sera sterkan
bólk, har vit fáa tað sera trupult.
Hetta sæst fyrst og fremst aftur á, at
okkara bólkur sum tann einasti
telur trý lond, sum luttaka í
HMendaspælinum í summar, sigur
Brian Kerr sum tað fyrsta, tá hann
verður spurdur um lutakastið. Hesi
lond eru Italia, Serbia og Slovenia.
Harumframt eru eisini Norðurírland
og Estland í okkara bólki.
– Eg meti hóast alt lutakastið at
vera heilt hampiligt fyri okkara við
komandi, sigur landsliðsvenjarin.
Vit kunnu altíð
Brian Kerr leggur tó dent á, at tað
verður sera trupult hjá Føroyum.
Spurdur um møguleikarnar at fáa
stig til høldar, er landsliðsvenjarin
skjótur at avskriva bæði Italia og
Serbia.
– Tað verður sera trupult har. Tað
sama er galdandi fyri dystirnar móti
Slovenia. Men vit kunnu altíð og
hava okkara møguleikar. Ikki minst
á heimavølli, sigur Brian Kerr.
Júst heimavøllur okkara hevur
áður verið ramma um ein javnleik í
móti júst Slovenia í 2000, eins og vit
eisini vóru bara eitt mál frá einum
javnleiki móti Italia á sumri í 2007.
Og í móti Norðurírlandi eydnaðist
tað okkum eisini at spæla 11 í 1991
– hetta tó á útivølli.
Brian Kerr hevur tó ikki stórvegis
hug at hefta seg við hesi úrslit.
– Javnleikirnir har eru næstan
tíggju og 20 ára gamlir. Sjálvandi
ber til at siga, at tað hevur týdning,
men Slovenia hevur gjørt risa
framstig síðani og Norðurírland
hevur eisini ment seg nógv, vísir
landsliðsvenjarin á.
Allir skulu prógva sítt virði
Harvið ger hann greitt, at hann ikki
hevur hug at ganga heilt so nógv
upp í søgulig úrslit og hendingar,
sum føroyingar ofta hava hug til. Tí
er tað heldur eingin sjálvfylgja, at
Rógvi Jacobsen byrjar inni móti
Italia, hóast hann hevur skorað tvær
ferðir í móti teimum.
– Rógvi Jacobsen fær einki pláss
garanterað á liðnum. Hann skal
prógva, at hann hevur uppiborið
eitt pláss, og tað skal hann gera
gjøgnum komandi kappingarár og
ikki við at vísa á tað, sum hann fyrr
hevur gjørt. Hetta er galdandi fyri
allar leikararnar, sigur Brian Kerr
Tað, at allir mans skulu prógva
sítt virði alla tíðina og ikki bara av
og á, er nakað Brian Kerr fer eftir fer
tekur fram.
– Tað er eisini avgerandi, um vit
vilja umganga stórtap, svarar Brian
Kerr, tá hann verður spurdur til,
hvussu vit ikki aftur renna okkum í
eitt 05 tap í móti Estlandi, eins og
vit gjørdu í 1998.
– Vit hava víst og vit hava prógv að,
at tað ber til at sleppa undan slíkum
úrslitum, um vit allir eru fyrireikaðir
optimalt. At allir eru so væl fyri sum
gjørligt, at vit spæla upp til okkara
besta og verja væl, tað er tað, sum
krevst, sigur Brian Kerr.
Sama mál sum síðst
Omanfyristandi uppskrift hjá Brian
Kerr vísti seg at rigga rættiliga væl í
fjør. Frankaríki var einasti dystur
hansara, har tað veruliga kiksaði.
Annars syrgdi hann fyri einum sigri
og Jógvan Martin Olsen fyri einum
javnleiki.
– Málið hesaferð er at gera tað
eins gott og seinast. Um vit síggja
burtur frá dystinum móti Frankaríki,
taptu vit ongan dyst við fleiri enn
tveimum málum. Samstundis
eydnaðist tað eisini okkum at skora
fleiri mál, og tað skulu vit halda
fram við, eru boðini frá Brian Kerr.
Innandurakapping
í Hoyvík
13. februar skipa Fótbóltsfelagið Giza fyri innan dura
kapping, og verður hendan hildin í Hoyvíkar høllini.
Talan er um firmakapping, og tí er tann avmarking
sett, at liðini í mesta lagi kunnu hava ein spælara,
sum í 2009 tók lut í Vodafonedeildini, 1. deild ella 2.
deild. Tað er loyvt fleiri virkjum at leggja saman fyri
at stovna lið, og ein skiftisspælari kann eisini vera í
hópinum, skrivar Giza á heimasíðu sínari.
Talvungdómar á venjingar-
legu í Vágum
Seinnapartin fríggjadagin settu 10 teir stinnastu talvungdómarnir í Føroyum
stevnu á Hotel Vágum. Skipað er fyri venjingarlegu, nú NM í talvi fyri ung verður í
Vasterås í Svøríki um slakar 14 dagar. Telvaranir vórðu úttiknir at umboða Føroyar,
tá FMkappingar vóru síðst í november mánaði. Kappast varð í fimm aldurs
bólkum, har umframt FMvinnaran í aldursbólkinum, eisini nr. 2 varð úttikin.
Venjarar eru altjóða meistararnir í talvi, IM John Rødgaard og IM Helgi Dam Ziska.
Liðleiðari er Finnbjørn Vang. Venjingarlegan endar sunnudag seinnapart. Stórur
spenningur er aftur hesaferð undan NM kappingini, tí Føroyar hava seinnu árini av
álvara gjørt um seg, har gull, silvur og bronsu heiðursmerkir eru komin til høldar.
Kerr gleðir
seg til
Norður írland
Bæði foreldrini hjá
Brian Kerr eru úr
Norðurírlandi og
tí gleðir hann seg
ómeta liga nógv til teir
dystirnar
Brian Kerr, landsliðsvenjari,
gjørdist ein ógvuliga fegin
mað ur, tá Norðurírland sum tað
fjórða landi kom niður í bolla C,
tá lutakastið til komandi
EMundankapping var í pólska
høvuðsstaðnum í Warszawa í
gjár.
Brian Kerr er sjálvur íri men
hevur ógvuliga tøtt bond til
Norðurírska grannalandið.
– Foreldur míni eru bæði úr
Norðurírlandi og eg havi brúkt
nógva tíð av mínum barndómi
har. Eg havi eisini systkinabørn
har. Tískil verður talan um tveir
serstakar dystir fyri meg, greiðir
Brian Kerr frá.
Ikki minst dysturin í Norður
írlandi verður øðrvísi enn van
ligt fyri Brian Kerr.
– Tað tekur mær einans
hálva nannan tíma at koyra har
til, so tað verður nakað heilt
annað í mun til vanligt, tá eg eri
noyddur at ferðast til Føroya
fyrst, fyri at koma víðari, fortelur
Brian Kerr.
Ynskidreymurin hjá lands
liðsvenjaranum hevði sjálvsagt
verið at møtt heimlandinum
Írlandi, sum hann eisini áður
hevur staðið á odda fyri.
– Men tá vit ikki møta Írlandi,
var Norðurírland tað besta sum
kundi henda, sigur Brian Kerr.
Rólant
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Áhugavert og
trupult lutakast
Áður hava Føroyar vunnið stig móti bæði
Slovenia og Norðurírlandi, men lands liðs
venjarin heldur ikki, at tey hagtølini kunnu
brúkast til so nógv annað enn søguskriving