Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 8. februar 2010 – Nr. 26 Higartil hevur Rógvi Jacobsen skorað hvørja ferð, hann hevur spælt í móti Italia. – Men tað verður ógvuliga trupult at halda tann statistikkin nú, ásannar Rógvi Jacobsen 2. juni í 2007 skoraði Rógvi Jacobsen í móti Italia á Tórsvølli og 21. november sama ár skoraði hann aftur í móti Italia, hesaferð á útivølli. Italska liðið, sum er tiltikið sterkt í verjupartinum og einans letur heilt fáa mál fara í gjøgnum, var tvær ferðir holað av sama manni. Hetta høvdu italiumenn eisini so nógva virðing fyri, at teir hava stovnað ein fjepparabólk á Facebook. – Eg ætlaði at hava fulla úrtøku móti Italia og skora hvørja ferð, eg havi spælt í móti teimum. Tað plagi eg at reypa við, men tað verður ógvuliga trupult nú, sigur Rógvi Jacobsen skemtandi, tá hann verð­ ur spurdur um, hvat honum dámar at møta Italia aftur. Als ikki so galið Eftir hansara tykki er tað einasta, sum hevði verið betri enn at møtt Italia, var um Ongland var við í bólkinum heldur. – Men tú kanst ikki klaga, tá tú skalt møta heimsmeistarunum, heldur Rógvi Jacobsen, sum gleðir seg at fara í gongd við undan kapp­ ingina. – Eg vildi ikki ynskt at komið í eina aðra pulju. Bæði móti Norður­ írlandi, Slovenia og Italia hava vit fingið góð úrslit, so eg síggi fram til kappingina, hóast eysturevropeisku londini ikki altíð eru so løtt at hava við at gera hjá okkum, sigur topp­ skjúttin á føroyska landsliðnum. Føroyar hava áður spælt í móti øllum fimm lond un­ um, sum vit nú eru endað í bólki við til komandi EM­unda n kapping. Hetta við mis jøvnum úrslitum Eitt nýtt lutakast. Ein nýggj undan­ kapping. Ein nýggjur maður við róðrið frá kappingarbyrjan og ein nýggjur maður í málinum, men einki nýtt mótstøðulið. Tað er status áðrenn henda EM­undankappingin fer í gongd. Føroyar hava spælt í móti øllum fimm londunum í eini undankapp­ ing áður. Okkurt av úrslitunum erpa vit okkum framvegis av. Onnur hava vit fortrongt. Minnilig úrslit 1. mai 1991. Ein dagur mangir før­ oyingar minnast við gleði. Tá eydn­ að ist tað enn einaferð føroyingum at kløkka fótbóltsheimin. Hesaferð við 1­1 javnleiki móti Norðurírlandi á útivølli. Eitt annað dato, nógv fegin líta aftur á, er 3. september 2000. Tá fingu Føroyar javnleik móti Sloven­ ia á heimavølli. Nú hava vit møguleika at endur­ taka hesi bragd, tí Føroyar eru endaðar í sama bólki sum hesi lond. Samstundis hava vit eisini møgu­ leikan at vaska burtur øgiliga ósigurin í Talinn á sumri í 1998, tá vit løgdu rygg til eitt 5­0 tap fyri Estlandi. Ikki tí, Føroyar hava bæði vunnið og spælt javnt í móti Estlandi, men báðar ferðir var talan um venjingar­ dystir. Í 1996 fingu vit 2­2 javnleik á venjingarlegu á Kypros, og í 1997 gjørdist talan um 2­0 sigur til Før­ oyar í Estlandi. Tískil vóru smílini eisini stór hjá mongum, tá Føroyar árið eftir kom í sama EM­undankappingarbólk sum Estland. Men tveir dystir seinni og eitt samanlagt tap upp á 0­7 fekk smílini at minka. Nær við Áðurnevndu dystir liggja allir mill­ um góð níggju og 19 ár afturi í tíðini. Hini bæði síðstu londini hava feskari dagfesting. Serbar hittu vit tvær ferðir í seinastu HM­undankapping. Har var onkursvegna ikki so nógv at gera hjá okkum. Tvær ferðir tvey­ null tap hóast føroysku leikararnir spældu upp til sítt besta. Italiumenn hittu vit tvær ferðir í seinastu EM­undankapping. Á Tórsvølli 2. juni í 2007 var tað so nær við sum tað kundi vera. Føroyar taptu tíverri 1­2. Síðst í november sama ár hittust liðini aftur. Hesaferð var sigurin greiðari og Italia vann 3­1. Merkisvert var tó, at Rógvi Jacob­ sen skoraði í báðum dystun um og við málinum í Italia tók klaksvík­ ingurin málmetið á føroyska lands­ liðnum. Eitt met, sum ein annar klaksvíkingur átti áðrenn, nevniliga Todi Jónsson. Slovenskur málverji til FC Suðuroy Tað verður 33 ára gamli Stanislav Kuma, sum skal verja málið, nú suðuroyingar aftur royna seg í bestu deildini. Suðurrás skrivar, at slovenski málverjin kom til landið fyrrakvøldið, og at sáttmáli er gjørdur við málverjan. Talan er um fyrsta útlendingin, sum FC Suðuroy skrivar sáttmála við í ár, men sagt verður samstundis, at hetta er fyrsti av fleiri spælarum, sum skulu styrkja um hópin. Rooney bestur í januar Seks mál í fýra dystum vóru viðvirkandi til, at Wayne Rooney varð kosin besti spælarin í Premier League í januar mánaði. Hetta er fimta ferðin, at Rooney er valdur til mánaðarinnar spælara í Premier League. Rooney skoraði fýra mál, tá Manchester United spældi á heimavølli móti Hull, og í seinasta dystinum í mánaðinum hevði hann høvuðs leiklutin, tá Manchester United við 3­1 útisigri móti Arsenal helt fast um trýstið á Chelsea. Besti venjarin í januar mánaði gjørdist fyrr ver andi venjarin hjá Rooney, David Moyes, í Everton. Everton vann tríggjar av fýra dystum í januar. Einasti dysturin, sum teir ikki vunnu, var á Emirates, har Arsenal í evstu løtu bjargaði sær javnleik móti Everton. Skorar altíð móti Italia Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Hava møtt øllum áður Rógvi Jacobsen heldur ikki, at luta­ kastið kundi verið so øgiliga nógv betri, enn tað varð