mánadagur 8. februar 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 8. februar 2010 – Nr. 26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
Ísland, Danmark og Noreg
endaðu øll í sama bólki til
komandi EM- undan kapp-
ing, men eisini í øðrum
bólk um eru spenn andi
granna up p gerð ir
Merkisvert
fyri
lutakastið
til
komandi EM-undankapping er, at
nógv ar áhugaverdar granna upp-
ger ðir eru at finna.
Trý av Norðurlondunum hittast í
bólki H, har bæði Danmark, Noreg
og Ísland eru at finna. Hesin bólkur
er
serstakliga
áhugaverdur,
tí
um framt Norðurlendsku grann ar-
nar, eru eisini Portugal og Kypros
eisi ni við her.
Fíggjarliga kundi Danmark valla
ynskt sær ein betri bólk, og ítrótt-
arliga er tað heldur ikki av leið, tí
Dan mark hevur havt takið hesum
lond um seinastu ferðirnar, tey hava
dystast.
Seinastu HM-undankapping fekk
Danmark nevniliga fýra av seks stig-
um móti Portugal. Tað sama gjørdi
seg galdandi, tá Noreg og Danmark
hitt ust í EM-undankappingini í
2002-2003.
Í 2006 og 2007 spældu Danmark
og Ísland tveir EM-undan kapp ing-
ar dystir. Hesar vann Danmark til-
samans 5-0, og seinast Kypros og
Dan mark hittust var í 1995 og 1996.
Hesar dystir fekk Danmark fýra stig
burt ur úr.
Við øðrum orðum hevur Danmark
ikki tapt ein einasta dyst í móti hes-
um londum seinastu 15 árini. Av tí
sama meta danir seg hava góðar
møgu leikar at spæla seg víðari til
EM-endaspælið, sum verður í Ukr-
eina og Póllandi í 2012.
Hóast meiri enn helvtin av londu-
num í bólki H eru úr Norðurlondum,
eydnaðist tað kortini at fáa eina
norð ur lendska uppgerð aftrat, tí í
bólki E hittast Svøríki og Finnland.
Bretar hava eisini okkurt at gleða
seg til, tí í bólki G hittast Ongland og
Wales, og í bólki A hittast Týskland
og Eysturríki.
Høgni í Stórustovu kundi
hvørki grína ella gráta,
tá lutakastið var av í gjár.
– Tað kundi verið verri
og tað kundi verið betri,
ljóðar staðfestingin frá
forsetanum í FSF
Dreymurin um Ongland brast – enn
einaferð. Hinvegin komu vit í sama
bólk sum heimsmeistararnir Italia.
Norður írland er eisini áhugavert
bæði ítróttarliga og fíggjarliga, men
tá tað kemur til Estland, Slovenia og
Serbia er tað so sum so.
– Vit eru í niðasta bólkinum, tá lið-
ini verða styrkismett og eingin jubl-
ar, tá Føroyar verða tiknar úr potti-
num. Kortini eru vit vónsvikin, tá vit
ikki møta Onglandi og tíma als ikki
at møta Frankaríki aftur nú, og Italia
er heldur ikki betri enn næstbest.
Tað sigur ikki lítið um fót bólts verð-
ina, sigur Høgni í Stórustovu.
Hann var í pólska høvuðsstaðnum
í gjár saman við Magnus á Stongum,
formanni í landsliðsnevndini, Virgar
Hvidbro, aðalskrivara og Brian Kerr,
landsliðsvenjara.
Eingin fíggjarligur dreymur
Hóast hann sjálvur vísir á, at luta-
kastið kundi verið so nógv verri, so
dylir hann ikki yvir, at reint fíggjarliga
var ikki talan um nakað dreyma luta-
kast.
– Vit hava eina sjónvarpsavtalu
gald andi frá 2010 til 2014. Henda
hev ur eina grundupphædd, sum vit
av talaðu í felag, men um vit drógu
okkurt annað land, enn tey vit drógu
í gjár, hevði møguleiki verið fyri at
fingið nakrar krónur aftrat í kassan,
sigur Høgni í Stórustovu.
Men hóast Fótbóltssambandið
eftir øllum at døma ikki kemur at
spin na gull upp á hetta lutakastið,
sær forsetin kortini fleiri ljóspunkt.
– Ítróttarliga sær tað spennandi
út við Norðurírlandi og Estlandi. Og
alt eftir hvussu tað gongst Italia,
Serbia og Slovenia í Suðurafrika í
summ ar kann tað verða heilt áhuga-
vert, sigur forsetin.
Næsta stigið í mars
Høgni í Stórustovu og restin av før-
oyska ferðalagnum í Póllandi vendu
nøsi na heimaftur í gjárkvøldið. Næs-
ta uppgávan í samband við luta-
kast ið í gjár verður 8. mars, tá londini
í bólki C hittast aftur fyri at viðgera,
hvussu dystirnir skulu leggjast.
– Her eru vit í eini serligari støðu,
tí hini londini vita øll, at tað ikki er
bara sum at siga tað, at koma til Før-
oya um heystið, tá tað er myrkt og
veðrið er keðiligt. So er tað okkara
uppgáva at brúka hesa støðu best
møgu ligt, sigur Høgni í Stórustovu,
for seti í FSF.
Robinho góða byrjan
Brasilski Robinho er fluttur heim aftur til Brasil
at spæla, og hann fekk óføra byrjan í nýggja
felagi sínum, Santos, um vikuskiftið. Felagið
vann 2-1 í útidysti ímóti Sao Paolo, og
Robinho fekk avgerandi ávirkan á dystin.
Fimm minuttir fyri leiklok skoraði Robinho,
sum kom á vøllin í seinna hálvleiki, til 2-1, og
tað varð úrslitið av dystinum.
Mourinho fegnast um sjálvsálit
Inter er ikki til at steðga í italsku fótbóltskappignini. Nú er felagið 10
stig frammanfyri næstu feløgini í deildini, og venjarin fegnast um, at
hansara spælarar eru væl fyri. - Úrslitini í januar hava givið okkum
stórt sjálvsálit, og vit trúgva upp á okkara egnu evni, sigur Jose
Mourinho við Football Italia. Um vikuskiftið vann Inter 3-0 á Cagliari.
Grannar okkara hittast
A:
Aserbadjan
Kasakstan
Belgia
Eysturríki
Turkaland
Týskland.
B:
Andorra
Armenia
Makedonia
Írland
Slovakia
Russland
C:
Føroyar
Estland
Slovenia
Norðurírland
Serbia
Italia
D:
Luksemburg
Albania
Hvítarussland
Bosnia-Hersegovina
Rumenia
Frankaríki
E:
San Marino
Moldova
Ungarn
Finnland
Svøríki
Holland
F:
Malta
Georgia
Letland
Ísrael
Grikkaland
Krotia
G:
Montenegro
Wales
Bulgaria
Sveits
England
H:
Ísland
Kypros
Noreg
Danmark
Portugal
I:
Liechtenstein
Litava
Skotland
Kekkia
Spania
So sum so lutakast
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Talan var ikki um nakað beinleiðis gullnám, men Høgni í Stórustovu ásannar, at tað kundi eisini
verið munandi verri