mánadagur 8. februar 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 8. februar 2010 – Nr. 26
Kollfirðingar hølvaðu VÍF
av sunnudagin. Og nú
tykist FM-finalan verða
ein høvuðsstaðaruppgerð,
meðan VÍF skal kappast
við StÍF um at koma av
botnsessinum
Dysturin varð avgjørdur, mest sum
alt fyri eitt, tá KÍF tók ímóti VÍF
sunnu dagin.
Millum lítið og einki hekk saman
hesa løtuna hjá VÍF. Móti væl skipaðu
verjuni hjá KÍF fingu vestmenningar
bert tvey mál í opnum spæli fyrsta
korterið, og hvørki hugflog ella ferð
var yvir spælinum.
Og tað gjørdu vertirnar sær dælt
av. Mest sum hvørt einasta mistak
hjá VÍF varð revsað, og við Gert Han
sen sum einmansheri í kontrafasuni
vórðu vestmenningar snøgt sagt
runn ir umkoll. Og tað sigur ikki einki
um vestmenningarnar, at teir sjálvir
ikki høvdu eitt tað einasta kontra
álop undan steðginum.
Gert í hopla
Gert sjálvur var eitt kapittul fyri seg í
dysti num. Fyri steðgin stóð hann
fyri heili níggju málum, og hóast
mál ini ikki vóru heilt so nógv í sein
na hálvleiki, so helt hann væl og
virði liga støðið. Ikki bara í kontra
parti num, men sanniliga eisini við
góð um skoringum av strikuni.
Stóri spurningurin tykist vera, um
kollfirðingar hava tað, sum skal til,
fyri at standa seg í kappingini um
finalu plássið, har Kyndil og H71 nú
eru argastu kappingarneytarnir.
Tað er í øllum førum heilt víst, at
teir koma at møta sterkari mótstøðu
enn henni, sum lítið inspirerandi
VÍF lið ið gav teimum í gjár.Men hin
veg in hava kollfirðingarnir eisini
víst, at teir eru til reiðar at takast við
øll um lið í deildini. Og megnar Ogn
jen Latinovic at halda støðið, sum
hann hevði í seinna hálvleiki í gjár,
er eingin orsøk at halda, at KÍF ikki
kann røkka finaluni. Ein spurningur,
sum partvíst verður svaraður tey
bæði næstu umførini, tá júst H71 og
Kynd il eru mótstøðuliðini.
VÍF í vanda
Finalan hevur eisini verið tað, sum
VÍF hevur meddað eftir, og enn er
tað málið ikki púrasta veruleikafjart.
Men fyrst og fremst skal stoltleikin
hjá hondbóltsbygdini ansa sær, at lið
ið ikki dettur úr bestu deildini. Av rik ini
seinastu dystirnar hava ikki sann ført
um, at liðið hevur sín sjálv sagda rætt
millum tey seks bestu í landi num, og
venjingarstøðan hjá spælar unum
tykist heldur ikki bor ga fyri, at til ber at
stríða seg úr nú ver andi støðuni.
Í so máta verður talan um lykla upp
gerð, tá VÍF seinast í hesum mán að
inum eigur heimadyst móti StÍF.
Verjan alt
at siga
Við 15 málum á persónligu
kont ini hevði Gert Hansen alla
or søk at smílast, tá hann og
hin ir kollfirðingarnir høvdu
vunn ið ein sjáldsama stóran
sigur á VÍF.
Hetta var veldugt. Og
kensl an er mest sum ótrúlig,
nú dysturin er av, segði Gert
eft ir dystin.
Hvat var tað, sum gjørdi, at
tit alt fyri eitt sluppu so væl
av stað?
Fyrst og fremst skjót álop
ini. Verjan stendur eisini knall
gott í fyrra hálvleiki, og tað
sig ur nógv, at bara 10 mál fara
ígjøg n um hjá okkum fyri
steðg in.
Er verjan eisini tað, sum hev
ur gjørt, at tit nú eru við í
kapp renn ing ini um finalu
pláss?
Vit byrjaðu sjálvandi ikki
væl, men eftir at vit hava
broytt verjuna til 60, hevur
tað gingið munandi betur,
stað festi Gert Hansen.
-mørk
Mistøkini
kosta
Venjarin hjá VÍF, Jónleif Sólsker,
var sjónliga frusteraður eftir
dyst in í Kollafirði. Ein dystur,
har vestmenningar fingu ein
sjáld sama stóran avsmurning,
og ein dystur, sum staðfesti, at
tað kanska ikki er av tilvild, at
VÍF í løtuni er niðasta liðið á
stiga talvuni.
Eg veit ikki, hvat tað er,
sum gongur galið. Okkara
spælarar tóktust uppsettir
undan dystinum, men koll firð
ing ar nir eru sera raskir, og vit
fáa ongan tíð fatur á teimum.
Samstundis gera vit eitt
hav av feilum, og Gert er sum
eitt fok frameftir vøllinum,
með an okkara als ikki renna
aft ur. Og tað sleppur tú sjáld
an væl frá.
Og við 10 málum á muni í
steðgi num, so er kanska eing
in vegur aftur?
Tað vil eg ikki siga. Vit fáa
tvey skjót mál alt fyri eitt, og
vit koma eisini til einar tveir
aðr ar upplagdar møguleikar.
Men so endurtekur søgan seg,
og vit misnýta og gera feilir,
og so er ikki so nógv at gera,
sig ur Jónleif Sólsker.
-mørk
KÍF-VÍF 40-29 (20-10):
Illa skølaðir
vestmenningar
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
KÍF-VÍF 40-29 (20-10)
10 min: 83
20 min: 148
40 min: 2415
50 min: 3223
Málskjúttar
KÍF: Gert Hansen 15, Niklas
Reginsson 6(1), Rógvi Weyhe
5, Teitur Joensen 3(1), Tony
Weyhe 3, Andrias Nielsen 2,
Regin Petersen 2
VÍF: Sámal Joensen 8(4), Bjarti
Hansen 6, Regin Joensen 5,
Áki G. Olsen 4, Rúni Fossdal 2,
Agnar Joensen 2(2), Sjúrður
Poulsen 2
Brotskøst: KÍF 6, VÍF 6
Útvísingar: KÍF 4, VÍF 9
Dómarar: Andreas F. Hansen
& Eyðun Samuelsen
FAKTA
Gert Hansen hevur her væl
fatur í Agnari Joensen hjá VÍF.
Hinvegin høvdu vestmenningar
so slettis ikki takið á Gert, sum
við 15 málum var høvuðsmaður
í knúsandi sigrinum hjá KÍF
Mynd: Álvur Haraldsen
Buffon ræðist ikki Føroyar
Italski landsliðsmálverjin, Gianluigi Buffon, roknar við, at
Italia má arbeiða hart fyri at sleppa til EMendaspælið. Tað
er tó ikki orsakað av dystunum móti Føroyum, at
málverjin sigur so. – Estland og Føroyar skuldu verið
yvirkomulig hjá okkum, men talan verður um tættar dystir
móti Serbia, Slovenia og kanska eisini Norðurírlandi, sigur
málverjin. Buffon gleðir seg annars serliga nógv til
dystirnar móti Norðurírlandi. Hetta tí fyrsti landsdystur
hansara yvirhøvur var ímóti júst Norðurírlandi.
Terry er týdningarmikil
Landsliðsvenjarin hjá Onglandi, Fabio Capello, sigur,
at hóast John Terry ikki longur er liðskipari á enska
landsliðnum, so er hann framvegis ein sera týðandi
spælari. Støðan viðvíkjandi John Terry er avgreidd
fyri mítt viðkomandi. Men John er framvegis ein
týðandi spælari fyri okkum. Og hann er framvegis ein
av teimum mest týðandi spælarunum í hópinum,
sigur Capello við enska soccernet.