mánadagur 8. februar 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 8. februar 2010 – Nr. 26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Neistin hevur nú við mest
sum matematiskari vissu
spælt seg í FM-finaluna,
men á Skála tók tað nakað
av tí, áðrenn teir bláu fingu
lagt StÍF niður
Síðani venjaraskiftið herfyri tykist
StÍF vera í ferð við at reisa seg úr
øsk uni, sum liðið hevur verið í
seinas tu mánaðirnar.
Seinasti sigurin skal framvegis
finn ast í november mánaði, men
avrik ini seinastu dystirnar hava víst
eitt lið, sum er ført fyri at taka dystin
upp við hini.
Og tað slapp Neistin eisini at ken
na stóran part av dystinum á Skála
sunnudagin. Hóast sigurin at enda
gjørdist rættiliga sannførandi, so var
tað ikki fyrr enn seinastu 10 minut
tirnar, at tað veruliga skrædnaði.
Fram til tá hevði munurin støðugt
verið eitt og tvey mál, og hóast
strand ingar bert tvær ferðir í øllum
dysti num komu upp á javnt, hildu
teir alla tíðina stutt tjóður í mót
støðuni.
Breiddin í hópinum hjá Neista
num er tó stór, og tí ber til hjá
liðnum
støðugt
at
skifta
út,
samstundis sum klassaspælarar eru
á mest sum øllum plássum.
Tað gav at bíta móti dystarenda,
tá orkan hjá strandingum ikki helt til
meira av trýstinum. Neistin vann
seinastu 10 minuttirnar við 92, og
so er møguleikin á heilt teoretiskum
støði, um Neistin ikki skal tryggja
sær atgongd til FMfinaluna.
Strandingar eru hinvegin fram
vegis bara eitt stig oman fyri niður
flytingarplássið. Ein lagna, sum ikki
hóvar siðvandu hondbóltsbygdini
ser liga væl, og tað verður fyrst og
fremst hetta, ið sleppast skal undan
kom andi dystirnar.
Tjaldur sýndi onga náði, tá
tær høvdu vitjan av VÍF
Eins og Stjørnan ger tað, so hevur
Tjaldur ongar sum helst trupulleikar
av liðunum, sum liggja frá triðja til
sætta pláss í Susnetdeildini.
Í gjár vitjaði VÍF í Runavík, og her
var ongan tíð nakar ivi um, hvønn
veg stigini skuldu fara.
Gestirnir, sum fyrireika seg til
steypafinaluna
móti
Stjørnuni,
sluppu at fylgja við fyrsta korterið
av dystinum, men eftir hetta leyp
Tjaldur avstað. Sum ikki eina ferð
vóru tað tær báðar, Adina Petrea og
Cornelia Rimbu, sum løgdu mest
fyri í málskjótingini. Men eisini er
Alina Olaru Anghel spakuliga við at
koma í røttu venjingarstøðuna, og
tað er eingin ivi um, at hon kann
gerast ein týðandi brikkur, tá
FMfinalurnar verða spældar.
Hjá VÍF hevur gingist væl seinnu
umførini, og hóast Stjørnan og
Tjaldur hava verið nakað stórir bitar,
so er eingin ivi um, at spæligleðin á
liðnum í løtuni er í toppi.
Komandi tveir dystirnar skulu tær
gulu royna seg móti Neistanum og
StÍF, og eingin ivi er um, at hetta eru
tveir dystir, sum liðið ætlar at brúka
til
at
lyfta
seg
heilt
úr
niðurflytingarvandanum,
áðrenn
spenningurin verður ov stórur
undan seinastu umførunum.
Portsmouth kann missa streymin
Enska felagið Portsmouth er í stórum fíggjaligum trupulleikum. Fleiri ferðir
í hesum kappingarárinum hevur lønin til spælararnar verið seinkað, og nú
kann felagið missa streymin á venjingarvøllinum hjá sær. Orsøkin er, at
Portsmouth skyldar eina stóra rokning fyri streymnýtslu, og nú hevur
elfelagið hótt við at kvetta streymin til venjingarvøllin Wellington í dag
sum ein annan dag.
Juve lúrir eftir Skrtel
News of the World skrivaði í gjár, at italska
felagið Juventus er sinnað at leggja einar 70
milliónir krónur á borðið fyri at fáa
verjuspælaran Martin Skrtel til felagið í summar.
Skrtel, sum er ættaður úr Slovakia, er
sáttmálabundin við Liverpool. Juventus ætlar, at
Skrtel skal avloysa Fabio Cannavaro, sum er
komin væl upp í árini sum fótbóltsspælari.
StÍF-Neistin 21-31 (10-12):
Støddfrøðin næstan upp á pláss
Tað er nú bara heilt langt úti í teoriini, at
møguleiki fyri eini FMfinalu uttan
Neistan er til staðar
Mynd: Álvur Haraldsen
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Tjaldur-VÍF 32-23 (20-14):
Trygt hjá Tjaldri
Tjaldur-VÍF 32-23 (20-14)
10 min: 65
20 min: 139
40 min: 2317
50 min: 2821
Málskjúttar
Tjaldur: Adina Petrea 9,
Cornelia Rimbu 9(3), Alina Olaru
Anghel 4, Jóhanna í Króki 3,
Annika Thomsen 2, MaryAnn
Zachariassen 2, Benedikta
Johannesen 1, Heidi Sevdal 1,
Heidi á Lakjuni 1
VÍF: Liljan Djurhuus 8(1), Tóra
Seloy 5, Finngerð Jensen 3,
Agnas Olsen 2, Heidi Joensen
2(1), Jóhanna Gunnlaugsdóttir
1, Elisa Leo 1, Halla Midjord 1
Brotskøst: Tjaldur 4, VÍF 3
Útvísingar: Tjaldur 2, VÍF 2
Dómarar: Tummas Juul
Thomsen & Magnus í Króki
FAKTA
StÍF-Neistin 21-31 (10-12)
10 min: 26
20 min: 67
40 min: 1517
50 min: 1923
Málskjúttar
StÍF: Marius Joensen 5, Borgar
Danielsen 5(2), Suni Ernstsson
4, Bárður B. Danielsen 3, Jóanes
Prestá 2, Cristian Preda 2
Neistin: David Edvardsen 13(1),
Finnur Hansson 5, Jákup Apol
Hentze 4, Sjúrður Thomassen 3,
Ingi Olsen 3, Kristian Dulavík 2,
Karl Oddmar Rasmussen 1
Brotskøst: StÍF 3, Neistin 2
Útvísingar: StÍF 3, Neistin 2
Dómarar: Kári Hansen & Sámal
Paulason
FAKTA