Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 8. februar 2010 – Nr. 26 Sveinur Tróndarson, fráfarandi kappingarstjóri í FSF, iðrar seg ikki um nakra avgerð, sum hann og starvsfelagarnir í Fótbóltssambandinum hava tikið seinastu tvey árini. Hann stillar ikki upp aftur til komandi aðalfund Sveinur Tróndarson, verandi kapp­ ingar stjóri í FSF, fer seinni í mán aði­ num at takka fyri seg í føroyska Fót­ bóltssambandinum á hesum sinni. Hann boðaði í farnu viku frá, at hann stillar ikki upp aftur til komandi aðal fund. Eitt strævið og rokmikið, men sam stundis læruríkt, tíðarskeið fær tí sín enda. Saman við starvsfeløgum sínum hevur hann verið í and gletti­ num í málunum um millum annað Hjalgrím Elttør og Christian Mourit­ sen og finaluni um Løgmanssteypið. Tá hevur heitið sum formaður í Kapp ingarnevndini og arbeiðið sum fjølmiðlamaður ikki hóskað ser liga væl saman. ­ Tað samsvarar sjálvsagt ikki. Eg siti á eini redaktión hvønn dag við innliti í FSF, sum hevur stóran al mennan áhuga. Eg hugsaði ikki stór vegis um tað, tá eg tók við fyri tveim um árum síðan, tí eg var í øðr­ um starvi. Tá eg aftur fór at royna meg sum fjølmiðlamaður vildi eg ikki renna frá uppgávuni í Fótbólts­ sambandinum, sum eg hevði bund­ ið meg til. Tí takki eg fyri meg nú, sigur fráfarandi kappingarstjórin í FSF. Sveinur Tróndarson hevur sei n as­ tu 11 árini starvast sum tíð inda­ maður. Angrar onga avgerð Sjóneykan hevur í fleiri førum av álvara verið sett á Fótbólts sam­ bandið seinastu tvey árini. Fleiri hava verið ósamd í niðurstøðunum hjá FSF, sum hevur havt við sær rok í almenna rúminum. Sveinur Tróndarson letur ongan iva verða um, at hann ikki iðrar seg um nakra avgerð, sum hann hevur verið við at tikið. Tær eru fakliga grund aðar, sigur hann. ­ Tað er einki at taka seg aftur í, at seinastu tvey árini hava verið sera turbo lent. Tað hevur verið ein stór byrða. Men eg hevði ikki tikið øðrvísi av gerðir í ymsu málunum, um eg fekk møguleikan aftur. Eg metti, at eg kundi ávirka arbeiðið hjá Fót­ bólt ssambandinum. Tí tók eg av. Um tað hevur eydnast mugu onnur meta um, sigur Sveinur Tróndarson, sum lýsir tíðarskeiðið sum av bjóð­ andi, læruríkt og áhugavert. Ov tíðliga Sveinur Tróndarson varð valdur í nevnd ini hjá FSF fyri tveimum árum síðan. Alt fyri eitt varð hann settur sum formaður í Kappingarnevndini. Ella: Alt ov skjótt varð hann settur sum formaður í Kappingarnevndini. Sveinur Tróndarson metir ikki, at ný valdir nevndarlimir skulu sleppa fram at formanssætunum beinan­ veg in. Sum púra óroyndur hevur tú tørv á at seta teg í ymsu viðurskiftini, og tað kann verða trupult við stóra trýst inum uttanfrá. ­ Føroyingar hava stóran áhuga í fót bólti, og tað er gott tekin, at fólkið viðger arbeiðið í Fót bólts­ sam bandinum. Føroyskur fótbóltur kann bara flytast rætta vegin í felag. Sjálvandi verður nógv mótstríð frá feløgum og øðrum, men tað er við sama endamáli fyri eyga. Tað er al neyðugt at trupulleikarnir verða loyst ir á skilabestan hátt, sigur Svein ur Tróndarson. Umframt at vera formaður í Kapp­ ingarnevndini, hevur Sveinur Tróndar son sitið í Lógar­ og sátt­ mála nevndini og útbúgvingar­ og menningarnevndini. Broytingar koma Sveinur Tróndarson vil í løtuni ikki siga, um hann kundi hugsa sær nevnda rsess í FSF aftur í framtíðini. Hann hevur nú kunngjørt, at hann ikki stillar upp aftur, og tí fer hann ikki at taka støðu til júst hendan spurn ingin nú. ­ Eg eri ein teirra, sum plagi at siga, at ‘tú ongantíð skal siga ongan­ tíð’. Eg fari ikki frá nú og samstundis siga, at eg stilli upp aftur um nøkur ár. Nú fáa vit at síggja, sigur Sveinur Tróndarson, sum stórtrívist sum fjøl­ miðlamaður. Um ein mánaða kanst tú meta um arbeiðið hjá FSF við journ al ist­ isk um eygum. Hvørjum skal Fót­ bólts sambandið serliga arbeiða við komandi tvey árini? ­ Tað er kanska ikki rætt hjá mær at siga beint nú. Broytingarnar koma altíð av sær sjálvum, so hvørt málini koma á breddan. Innanhýsis verða broytingar framdar í næstum. Vit hava arbeitt við einari nýggjari skipan sum skal leggja kappingarnar og spurninginum um spæliloyvið. Tað má komandi nevndin taka enda liga støðu til, sigur Sveinur Tróndar son. Tað hevur ofta verið rumblut, men Sveinur Tróndarson sigur seg ikki iðra seg um nakra av teimum avgerðunum, ið eru tiknar, meðan hann hevur verið formaður í Kappingarnevndini Avgerðirnar vóru rættar uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Landsliðsvenjari í roki Ein kendur viðmerkjar í Portugal vil verða við, at landsliðsvenjarin Carlos Quieroz leyp á hann á flogvøllinum í Lisabon um vikuskiftið. Sambært Baptista komu hann og Queiroz at keglast, og tað endaði við, at landsliðsvenjarin leyp á hann. Venjarin sigur sjálvur, at hann hevur kent viðmerkjaran í 20 ár, og teir hava greitt ósemjuna teirra millum. Hann viðgongur, at teir skeldaðust og koyrdu undir hvønn annan. Bayern farið á flog Hetta kappingarárið byrjaði illa hjá týska stórfelagnum FC Bayern, men nú gongur strúkandi. Felagið hevur vunnið sjey sigrar á rað, og um vikuskiftið gekk tað út yvir meistararnar úr Wolfsburg. Bayern var betra liðið í dystinum og vann tryggan 3­1 sigur. Bayern og Leverkusen liggja nú á odda í Bundesliguni. Bæði feløgini hava fingið 45 stig, og tað eru trý stig fleiri enn Schalke, sum er trið í røðini.