Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-08, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 8. februar 2010 – Nr. 26 Tvey tey fyrru settini ímóti ÍF spældu SÍ-kvinnurnar mestsum uttan at gera nakrar feilir, og talan gjørdist tí um enn ein tryggan sigur til oddaliðið Nú kappingin hjá kvinnunum er farin at halla, er SÍ framvegis oddalið. Fýra stig eru niður til næsta liðið, so í Eik-liguni hjá kvinnum er tað enn bara ein spurningur, hvør annar kemur í FM-finaluna, og har eru nú trý lið eftir, sum liggja framvið: TB, Mjølnir og Dráttur. SÍ-kvinnurnar vóru í gjár gestir á Kambsdali, har ÍF tók ímóti, og dysturin fekk tað úrslitið, ið væntast kundi frammanundan. SÍ vann trygt – og spældi fyri tað nógva eisini sera væl. Í fyrsta setti koyrdi alt hjá SÍ, meðan ÍF mestsum einki álop hevði. Spælið hjá gestunum var at kalla feilfrítt við góðum álopi og einum blokki, ið tók broddin av álops- roynd unum hjá ÍF, áðrenn tær veru- liga komu í gongd. Nakað tað sama var eisini í øðrum setti, tá ÍF tó fekk betri móttøkur og so smátt byrjaði at fáa eitt sindur av álopi. Fram vegis gjørdi SÍ fáar feilir og spældi væl. Sum so ofta, tá eitt lið er á odda 2-0, dovnaði innsatsurin nakað í triðja setti, har ÍF í byrjanini var væl við. ÍF var á odda 13-10, men eftir at SÍ hevði havt »time-out«, vendist gongdin. SÍ fór framum 13-14 og hugdi síðani ikki aftur um seg, men koyrdi avstað. Talan var sostatt um ein tryggan og avgjørdan sigur, har SÍ stóð fyri tí nógva. ÍF hevði millum lítið og einki at bjóða, ið kundi hótt SÍ, og tað avspeglar væl eisini stigatalvuna, har SÍ er klárt á odda og ÍF næst- aftast, tvey stig framman fyri botn- liðið, KÍF. Hóast menninir hjá SÍ slakaðu nakað í seinnu helvt av dystinum, samstundis sum ÍF kom meira við, broytti tað ikki úrslitið: Sum væntað, vunnu sørvingar SÍ er væl á veg í finaluna í Eik-liguni hjá monnum, sum allarhelst verður ímóti Mjølnir. Hesi bæði liðini hava stórt sæð alt kappingarárið verið leys av hinum báðum liðunum, og nú kappingin er farin at halla, er teoret iski møguleikin fyri, at nakar ann ar endar í finaluni, enn hesi bæði, minkaður niður í næstan einki. Í gjár tók SÍ enn eitt stig ímóti finalu ni, tá tað á Kambsdali eydn- aðist at vinna 3-0 á ÍF, sum enn eigur fyrsta sigurin í vetur til góðar. SÍ, sum onkuntíð fyrr í vetur hevur sæð hálv hjartað út í dystum ímóti lægru liðu num, tóktist hesa ferð taka upp- gávuna í størri álvara. Tað koyrdi í øllum førum sera væl hjá sørvingum í fyrsta setti, sum teir vunnu trygt. Sum vanligt, stríddust teir hjá ÍF væl á gólvinum og fingu nógv uppaftur, men tað forðaði ikki fyri, at SÍ tók fyrsta settið. ÍF kom betur við ÍF kom meira við í øðrum setti, men fram vegis var SÍ við yvirlutan. Í sein- na helmingi av settinum byrjaðu sørvingar at gera fleiri feilir og høvd u verri móttøkur, samstundis sum ÍF fekk meira álopsspæl, men kor tini vann ÍF settið og var á odda 2-0. Í triðja setti kom SÍ beinanvegin á odda 0-6, men ÍF svaraði skjótt aftur og fór framum 8-7. At SÍ enn ikki hevði fingið skil á móttøkunum aft- ur, gjørdi ÍF sær dælt av og stríddist fyri at vinna settið. Seint í settinum var ÍF á odda 19-18, áðrenn SÍ fór upp á 21-23. ÍF svaraði aftur og javn- aði til 23-23, men kortini eydnaðist SÍ at taka settið og sigurin. Sostatt gjørdist talan um trett an- da ósigurin á rað til ÍF, ið enn eina ferð hevði gott verjuspæl og fekk nógv uppaftur, men kortini ikki megn aði at hótta nóg mikið, tí álops spælið ikki hevur tilsvarandi styrki. Fyri SÍ merkti sigurin, at bara eitt stig er upp til SÍ, samstundis sum seks stig eru niður til Fleyr, ið kemur til Sørvágs mikukvøldið. Vinnur SÍ tá, merk ir tað samstundis, at liðið kem- ur í FM-finalurnar ímóti Mjølnir. ÍF-SÍ 0-3 (17-25, 20-25, 23-25): Sørvingar hanga í ÍF-SÍ 0-3 (7-25, 13-25, 17-25): SÍ framvegis klárt á odda einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Cahill úti við blóðproppi Gary Cahill, sum í ár hevur sýnt stórspæl fyri Bolton, og sum eisini hevur snoddað til enska landsliðshópin, verður ikki at síggja á vøllinum restina av hesum kappingarárinum. Cahill mátti geva avboð til dystin hjá Bolton móti Fulham leygardagin, og nú er staðfest, at talan var um blóðtøpp. Og boðini frá læknunum eru púrasta greitt, at hetta krevur, at spælarin bindur frið í nakrar mánaðir. Portsmouth á eggini Tríggjar ferðir í ár hevur Portsmouth fingið nýggjan eigara, men enn eru fíggjarligu trupulleikarnir hjá felagnum ikki loystir. Mikudagin fer Peter Storrie, stjóri, á fund við enska skattavaldið, og sjálvur sigur stjórin, at hetta er mest týðandi fundurin hjá felagnum nakrantíð. Fær Portsmouth ikki í lag eina gjaldsavtalu, tykist nærum víst, at felagið fer á húsagang. Við útisigrinum á ÍF í gjár eru sørvingar komnir enn nærri FM-finalunum ímóti Mjølnir Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir