Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-08, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 8. februar 2010 – Nr. 26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 27 Fyri triðju ferð innan fyri fáar vikur eydnaðist Drátti at vinna á Fleyr, sum nokk endaliga misti FM-finalumøguleikan, meðan Dráttur meldaði seg innaftur í kappingina um at koma í finalurnar Dráttur, sum við kappingarbyrjan ikki sá út til at fáa tey stóru úrslitini, hevur rættiliga gjørt um seg síðstu vikurnar. Eitt er, at liðið hevur spælt seg í steypafinaluna, men enn meira merkisvert er tað, at liðið úr Sanda vági og Miðvági framvegis er væl við í kappingini um at koma í FM-finalurnar. Hetta varð ikki minst undirstrikað í gjár, tá Dráttur í Gundadalshøllini í Havn fyri triðju ferð á rað vann eina uppgerð ímóti Fleyr, sum hinvegin sær út til at vera farið í ein aldudal, tað ikki slepst burturúr aftur. Og ósig urin í gjár merkir eftir øllum at døma, at Fleyr er úti av kappingini um at sleppa í FM-finalurnar hesa ferð. Ikki minst sást hetta í fjórða setti, tá Fleyr als ikki megnaði at reisa seg ella í allarminsta mun at svara aftur, eftir at Dráttur í síðstu løtu hevði vunnið triðja sett og lagt seg á odda 2-1. Har var einki sálarligt yvir skot eftir í havnarkvinnunum, sum Dráttur tí als ongar trupul- leikar fekk av í fjórða settinum, ið gav 1-3 sigurin. Maja hevði munin Dysturin byrjaði annars sera javnur, og í fyrsta setti fylgdust liðini upp til 11-11, áðrenn Dráttur gjørdi ein vørr og fór framum – fyrst 12-17 og síðani 17-21, áðrenn settið varð gjørt liðugt og vunnið. Blokkurin hjá Drátti fekk vart væl fyri, og tað sá sannførandi út, tá Dráttur vann seg avgerandi framum seinna partin av settinum. Hetta skalaði tó ikki Fleyr, ið kom sterkt aftur í øðrum setti. Aftan á 5-5 var tað Fleyr, ið rann undan við nøkrum fáum bóltum, men eftir 16-14 setti Fleyr ferð á og økti til 23-16, áðrenn settið varð vunnið. Í hesum settinum fekk Fleyr gongd í servurnar, samstundis sum móttøk- urnar hjá Drátti ikki megnaðu at fylgja við. Við støðuni 1-1 fóru liðini í holt við triðja sett, sum skuldi fáa týdn- ing fyri, hvussu dysturin endaði. Her var talan um eitt javnt sett, og leingi sá út til, at Fleyr skuldi fara við tí, tí fyri tað nógva var heima- liðið á odda, og enntá so seint sum 23-21. Kortini eydnaðist ikki at taka settið, tí Dráttur kom væl við ímóti endanum og vann síðstu fýra bóltarnar og settið. Tað var nokk hetta, ið fullkomu- liga tók luftina úr spælinum hjá Fleyr, sum ongantíð aftur kom fyri seg í dystinum. Í fjórða setti fór Dráttur beinanvegin framum 7-2, so her kom ongantíð spenningur í, og talan gjørdist um ein sannfør- andi sigur í settinum – og tá avtorn aði – eisini í dystinum. Samanumtikið hevði Dráttur enn eina ferð takið á Fleyr, og aftur hesa ferð var hevarin, Maja Popovic, mest týðandi spælarin hjá gestun- um, tí hon við góða yvirblikki sínum megnaði at geva hinum á liðnum góðar bóltar at arbeiða við, so Fleyr ongantíð av álvara fekk fatur í langa endanum. Tvørakvinnur, ið hava verið liðið við størstu framgongdini í ár, vóru ikki so sannførandi ímóti KÍF í gjár, sum tær annars hava verið, og mundu mist eina settið Langt hevur verið millum góðu løturnar hjá ungu KÍF-kvinnunum í Eik-liguni í vetur, men í gjár høvdu tær ein av sínum betru døgum, tá finalukandidatarnir úr TB vóru á vitjan. Leygardagin vóru KÍF- kvinnurnar við í kappingini hjá Drátti, har tær í unglingadeildini vunnu nakrar dystir, og kanska tað hevði givið sjálvsálit, ið tær fingu tikið við sær inn á vøllin ímóti TB. Í fyrsta settinum lá tó einki fyri hjá heimaliðnum, sum TB bókstavi- liga sópaði av vøllinum. Men í øðr- um setti, tá hvørki Gudrid Nolsøe ella Katrin Petersen vóru inni, tí yngri og óroyndari spælarar sluppu at royna seg, var KÍF sera væl við. Heilt upp til 15-15 fylgdust liðini, og tað var ikki fyrr enn í evstu løtu, eftir at bæði Gudrid og Katrin vóru komnar innaftur, at TB fekk avgjørt settið. Tá farið var undir triðja sett, var Katrin við frá byrjan, men Gudrid kom ikki inn fyrr enn ímóti endan- um, tá tað byrjaði at standa eitt sindur á. Her byrjaði TB annars betur, men KÍF hálaði væl innaftur og hevði hug at hótta. Ímóti end- anum eydnaðist kortini TB at fáa settið og sigurin undir land, hóast tað ikki var so lætt, sum støð an á stigatalvuni annars kundi bent á. Samanumtikið var hetta ein dystur, har TB langt frá var so sannførandi, sum væntast kundi, men kortini endaði tað við einum 0-3 sigri, ið tó ikki fekst til høldar uttan sveitta og kanska eitt sindur av nervum tær spentastu løturnar. Og sjálvt um KÍF bara var nær við og heldur ikki hesa ferð fekk vunnið so mikið sum eitt sett, so eiga ungu KÍF-kvinnurnar rós fyri, at tær megn aðu at leggja trýst á eitt av fremstu liðunum, sum enntá er ein av heitastu finalukandidatunum. Fleyr-Dráttur 1-3 (18-25, 25-18, 23-25, 11-25): Dráttur hevur takið á Fleyr KÍF-TB 0-3 (7-25, 23-25, 20-25): TB lítið sannførandi einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Ungu kvinnurnar hjá KÍF stríddust væl ímóti TB, sum er næstfremst. Hóast TB gav pláss fyri fleiri av yngru spælarunum, tekur tað einki frá teimum í Kollafirði, ið fingu givið TB harða mótstøðu Mynd: Álvur Haraldsen Frekur skoytubúni Bara 15 ára gamla Miho Takagi er ein av heilt stóru gullvónunum hjá Japan til vetrar-OL, sum verður sett um vikuskiftið. Men tað er ikki bert ferðin, sum hon hevur á skoytunum, sum hevur fingið áskoðararnar at spíla eyguni upp. Búnin hjá Miho er nevnliga heldur óvanligur, og stóra samrøðuevnið í Japan er nú, um hon torir at vera í hesum búnanum, tá leikirnir fara ígongd. Gus vinnur aftur Ein tann kendasti danski poker-spælarin, Gus Hansen, hevði eitt risa-hall í sínum roknskapi í fjør, men fyrsta mánaðin í 2010 hevur gingið nakað nógv betur. Ekstra Blaðið skrivar, at Gus hendan fyrsta mánaðin hevur vunnið á leið 12 milliónir. Og heldur tann gongdin fram, er skjótt at vinna aftur tær 29 milliónirnar, sum vóru í halli í 2009.