mánadagur 8. februar 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 8. februar 2010 – Nr. 26
Teir koma tvíspornadi
ímóti hvørjum øðrum. Høg
ir av vøksti og øði í tonk
inum. Í reyðum, Sotirios
Kyrgiakos, 193cm og 88
kilo. Í bláðum, Marouane
Fellaini 194cm og 85 kilo.
Teir tveita seg óttaleysir
við dubbinum fremst í
tackl ingina. Annar fær
reytt kort og hin verður
skad dur. Tað stóð nóv
meira uppá spæl enn trý
stig, tá Liverpool og Everton
bók stav ligt brustu saman
leygar dagin. Sosialurin var
á staðnum
Tað var ein undarligur friður rundan
um Anfield áðrenn granna upp
gerð ina móti Everton. Orsakað av
millum annað trygdarávum, verða
fleiri “High Risk” dystir fram skund
aðir, so teir byrja um eitt tíðina.
Ein av orsøkinum er, at fólk ikki
skulu hava fingið ov nógv alkohol
niðurum, áðrenn dysturin byrjar.
Hetta fyri at minka um vandan fyri
eitt nú harðskapi. Tað hevur tíverri
eisini eina negativa ávirkan á
stemningin áðrenn dystin.
Mjørkin lá lágur yvir Anfield og
sólin var komin hálvan vegin upp á
himmalin. Onki róp var at hóma, men
á gøtunum sóust familjur og
áskoðarar, sum tóktust júst vaknað ir.
Komin nærri tí, sum leygardagin var
vígvøllurin fyri allar scousarar, gerst
søguligi bygningurin alsamt meira
sjónligur. Anfield er ikki nakað
nýmótans risa bygningsverk, men
tað er ríkt í søgu. Tað er søgan, ið ger
Anfield til nakað serligt fyri Liverpool
viðhaldsfólk. Hesa ferð er Anfield
leikpallurin fyri 231. granna upp
gerðini millum Liverpool og Everton.
Intenst
Tá spælararnir koma inn á vøllin
vaknar áskoðarafjøldin av álvara.
Stemningurin broytist frá einum
avslappaðum spentum semningi til
ein inntensan og hatursfullan
stemning.
Sekundvísarin var ikki komin
runt, áðrenn annar av scousarinum
á Liverpool liðnum, Jamie Carragh
er, setir støðið fyri dystin. Við fullari
ferð brestur varaliðskiparin hjá
Liverpool beint í kroppin á Steven
Pienaar. Everton spælararin liggur
eftir á til stóra gleði fyri tey í reyð
um á Anfield.
Løtu seinni svaraði Everton aftur.
Fyrst fær Dirk Kuyt eitt spark í
hvødið frá Fellaini og síðani fekk
Steven Pienaar gult kort fyri eina
ógvusliga takling á miðvallarin
Javier Mascherano. Stemningurin
gerst alsamt meiri óndur, bæði á og
uttanfyri vøllin.
Ein av tveimum avgerandi løtum
í dystinum, kom góðar tíggju
minuttir fyri hálvleik. Eftir ein
ógvusligan samanstoyt millum
Kyrgiakos og Fellaini, har báðir
tveita seg í eina harðliga takling,
fær Liverpool spælararin, Kyrgiakos,
reytt kort, meðan Everton spælar in
Fellaini noyðist av vøllinum skadd
ur. Taklingin er sigandi fyri gongd
ina í dystinum og stemningin á
Anfield. Allir spælararnir á vøllinum
geva seg alt teir eiga. Áskoararnir
gera eisini sítt til, at ongin spælarari
sleppur at sníkja seg undan einum
samanbresti ella einari takling.
Eftir reyða kortið legði Liverpool
seg aftur at verja, meðan Everton
royndi at gagnnýta yvirtalsstøðuna.
Hin avgerandi løtan kom tíggju
minuttir inn í seinna hálvleiki.
Dirk Kuyt er fyrstur eftir eitt
hornaspark frá Steven Gerrard og
stútar bóltin í málið til 10 til
Liverpool. Restina av dystinum
royndi Everton at trýsta, men
Liverpool, við The Kop í rygginum,
megnaði at halda Everton frá
fatinum.
Tá dómarin brísklaði fyri seinast
ferð, eru 20 særdir krígsmenn eftir á
vígvøllinum. Tíggju á hvørjum liðið.
Tað skuldi verða ein fótbóltsdystur,
men tá rættindini at happa grann
an standa uppá spæl, kemur fót
bóltsspælið í aðru røð.
Hesa ferð vunnu teir reyðu, men
týdningurin av sigrinum er nógv
størri enn tey trý stigini, ið
Liverpool fær fyri at vinna dystin.
Steven Gerrard rósti eftir dystin
dómarinum fyri at loyva harðliga
spælinum. Hann segði at hetta var
tað fólk komu fyri at síggja, tá tað
er ein grannauppgerð. Venjarin hjá
Liverpool, Rafael Benitez, vildi ikki
siga eitt orð um dómaran, men
fegnaðist um sigurin. Báðir løgdu
teir dent á týdningin av teimum
komandi dystinum hjá Liverpool.
Teir skulu á vitjan hjá Arsenal
mikukvøldið og síðani til City of
Manchester Stadium at vitja Man
chester City. Everton fær á heima
vølli vitjan av Chelsea.
New Orleans vann Super Bowl
Finaludysturin í amerikonsku NFLkappingini varð spældur í gjárkvøldið,
og her eydnaðist tað New Orleans Saints at vinna 3117 móti
Indianapolis Colts. Peyton Manning, sum spælir quarterback fyri Colts,
legði annars bragdliga fyri, men heldur ikki hann megnaði at halda
støðið, og sum dysturin leið, tóku Saints alt meira yvir í dystinum, sum
endaði við tryggum sigri.
Vil hoyra ónøgdar áskoðarar
Forsetin í japanska fótbóltssambandinum, Motoaki Inukai, vil hava, at
áskoðararnir skulu ýla eftir sínum liði, tá tað ikki gongst eftir vild. Japan
spældi í farnu viku málleysar javnleikir móti Venezuela og Kina, og tað
hevur fingið forsetan til at krevja meira av liðnum. – Tað er gott fyri
spælararnar, um áskoðararnir ýla eftir teimum, tí tað motiverar teir. Vit
kunnu ikki spæla í 180 minuttir uttan at skora, tá vit spæla í HM, sigur
Inukai við Reuters.
Kuyt avgjørdi harðliga
grannauppgerð
argetrondur@ofir.dk
Tróndur
Arge
Leygardagin
LiverpoolEverton
10
BoltonFulham
00
BurnleyWest Ham
21
HullManchester City
21
Manchester UtdPortsmouth
50
StokeBlackburn
30
SunderlandWigan
11
TottenhamAston Villa
00
Sunnudag
BirminghamWolves
21
ChelseaArsenal
20
Úrslit, Premier League
Premier League
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Chelsea
25
18
-
4
-
3
60
20
40
58
2 Man Utd.
25
18
-
2
-
5
61
20
41
56
3 Arsenal
25
15
-
4
-
6
60
30
30
49
4 Liverpool
25
13
-
5
-
7
43
26
17
44
5 Tottenham
25
12
-
7
-
6
45
25
20
43
6 Man City
23
11
-
8
-
4
45
32
13
41
7 Aston Villa
24
11
-
8
-
5
31
18
13
41
8 Birmingham
24
10
-
7
-
7
24
24
0
37
9 Everton
24
8
-
8
-
8
33
35
-2
32
10 Fulham
25
8
-
7
-
10
27
28
-1
31
11 Stoke
23
7
-
8
-
8
22
26
-4
29
12 Blackburn
25
7
-
7
-
11
25
43
-18
28
13 Sunderland
24
6
-
7
-
11
31
41
-10
25
14 Hull
25
5
-
9
-
11
25
50
-25
24
15 Burnley
24
6
-
5
-
13
25
47
-22
23
16 Wigan
23
6
-
5
-
12
25
48
-23
23
17 Bolton
23
5
-
7
-
11
29
44
-15
22
18 West Ham
24
4
-
9
-
11
30
40
-10
21
19 Wolves
24
5
-
6
-
13
20
42
-22
21
20 Portsmouth
24
4
-
3
-
17
19
41
-22
15
Marouane Fellaini hjá Everton venar seg, eftir at hann sera harðliga er tacklaður av Sotirios
Kyrgiakos. Hendingin gav reytt kort til Liverpool-spælaran, men tað hjálpti tó ikki í samlaðu støðuni
hjá Everton, sum mátti taka til takkar við 1-0 tapi