Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-08, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 8. februar 2010 – Nr. 26 Arsenal krøkt av Arsenal tapti aðru topp-uppgerðina á rað, og nú stendur kapprenningin í Premier League bert millum Chelsea og Manchester United Didier Drogba var stóri maðurin á Stamford Bridge, tá hann um vikuskiftið skeyt bæði málini í 2-0 sigrinum hjá Chelsea móti Arsenal. Sigurin bar við sær, at Chelsea klintraði upp á oddasessin, eftir verjandi meistararnir úr Manchester United vunnu seg framum við knúsandi 5-0 sigri á Portsmouth. Og top-4 líkist nú aftur tí, sum hevur verið galdandi nógvu tey seinastu árini. Liverpool heldur nevnliga á fram at savna stig saman, og nú eru teir farnir framvið bæði Aston Villa og Tottenham. Í løtuni tykist tað, sum er Manchester City harðasti kappingarneytin til gylta fjórðaplássið, sum gevur atgongd til Champions League-milliónirnar. Í botninum er eisini sera stórur spenningur. Leygardagin vísti Portsmouth ikki, at liðið hevur tað, sum skal til fyri at bjarga sær. Í so máta er spenningurin nógv størri um, hvør endar á næst- og triðniðasta plássinum. ÍSF kannar bygnaðin ÍSF hevði um vikuskiftið evnisdag, har bygnaðurin í felagsskapin var til viðgerðar. Endamálið við kanningini var fyrst og fremst at staðfesta, um verandi bygnaður er tann, sum føroyskur ítróttur virkar best undir, ella um tað er neyðugt at fremja tillagingar í hesum. Norðurírland vil til EM Venjarin hjá norðurírska landsliðnum, Nigel Worthington, sigur við Sky Sports, at hann metir sínar menn hava møguleika at stríða seg víðari til EM-endaspælið, sum næstu ferð verður í Ukraina og Póllandi. – Tað er sera umráðandi, at vit ikki taka ov lætt upp á dystirnar móti Estlandi og Føroyum. Serstakliga Føroyum, sum í Brian Kerr hevur ein sera snildan venjara, sum kennir bretskan fótbólt út og inn. Og tað er heldur einki av hinum liðunum, sum fer at fáa ein lættan dyst í Føroyum, sigur hann. Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 14 13 - 1 40 7 33 15 2 TB 13 10 - 3 33 15 18 11 3 Mjølnir 13 9 - 4 31 18 13 10 4 Dráttur 14 7 - 7 28 23 5 9 5 Fleyr 14 7 - 7 26 25 1 7 6 ÍF 14 2 - 12 7 37 -30 2 7 KÍF 14 0 - 14 2 42 -40 0 Eik-ligan, menn vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 Mjølnir 14 11 - 3 35 15 20 15 2 SÍ 14 10 - 4 34 19 15 14 3 Fleyr 14 6 - 8 30 29 1 8 4 ÍF 14 0 - 14 3 39 -36 0 Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 15 13 - 1 - 1 440 298 142 27 2 Tjaldur 14 12 - 1 - 1 423 310 113 25 3 Neistin 15 8 - 0 - 7 394 372 22 16 4 VÍF 15 4 - 0 - 11 355 425 -70 8 5 StÍF 15 4 - 0 - 11 357 446 -89 8 6 VB 14 2 - 0 - 12 298 416 -118 4 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Neistin 14 12 - 0 - 2 455 362 93 24 2 H71 14 5 - 3 - 6 375 381 -6 13 3 KÍF 14 6 - 1 - 7 363 383 -20 13 4 Kyndil 14 6 - 1 - 7 342 381 -39 13 5 StÍF 14 5 - 1 - 8 372 396 -24 11 6 VÍF 14 5 - 0 - 9 409 413 -4 10 Máltindarnir, hondbóltur Sunset-kappingin Adina Petrea Tjaldur 145 (10) Liljan Durhuus VÍF 105 (31) Cornelia Rimbu Tjaldur 102 (22) Rebekka Justinussen StÍF 96 (17) Simona Petersen Stjørnan 90 (15) Valentina Suciu Stjørnan 82 (17) Katrin á Neystabø Neistin 65 (18) Anja Heinadóttir Neistin 57 Roxanna Bodirlau StÍF 57 (3) Fríðrún B. Danielsen StÍF 50 Annika Thomsen Tjaldur 50 Una Egilsdóttir VB 47 (12) Rakul Augustinussen Neistin 46 (8) Adriana Bobra StÍF 45 (24) Jacklin Durhuus Neistin 44 Atlantic Airways-kappingin David Edvardsen Neistin 107 (26) Poul Kjartan Dam H71 93 (15) Sámal Joensen VÍF 93 (32) Cristian Preda StÍF 85 (4) Bjarti Hansen VÍF 73 Dánjal Tórgarð H71 72 (24) Jugoslav Djumic Neistin 70 Gabriel Stanciu StÍF 66 (23) Finnur Hansson Neistin 61 (11) Høgni Klein Kyndil 59 Ási Dam KÍF 58 (35) Janus Sørensen H71 57 Bárður Johannesen Kyndil 56 (1) Niklas Reginsson KÍF 52 (6) Agnar Joensen VÍF 51 (6) Mál (br.) jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk