Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-08, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 8. februar 2010 31 Hóast fólkatalið í land­ inum øllum minkaði í 2009, so vaks fólktalið í Tórshavnar kommunu. Landsins fólkatal mink­ aði við 58 fólkum, meðan fólkatalið í Tórshavnar kommunu kvinkaði upp eftir við 252 fólkum Fleiri fólk búgva nú í Tórs havn­ ar kommunu enn fyrst á árinum 2009. Fólkavøksturin í Havn hevur verið 252 fólk, meðan fólktalið fyri landið alt er mink­ að við 58 fólkum, so vit nú eru 48.632. Í 2009 vórðu 598 børn fødd í Føroyum, meðan 386 fólk doyðu, so burðaravlopið hevur verið 212, men kortini minkaði fólkatalið við 58. Tað verður ikki hildið vera gott tekin um menning og menningar møgu­ leikar – serliga í tíðum, tá líka illa ella verri stendur til aðrastaðni. Meir enn burðaravlopið Fyri Havnar kommunu eru tølini positiv. 252 fólk eru løgst aftrat. Tað er ikki so galið at hava havt ein fólkavøkstur, sum er væl meiri enn alt burðar­ avlopið. Hvat er so grundin til, at fólk flytir til Havnar. Ein er óivað tann, at her eru fleiri møgu­ leikar av øllum handa slag enn aðrastaðni í landinum. Tey, sum koma uttanífrá, munnu eisini tey flestu seta seg niður í Havn. Ein onnur grund sigst vera, at broytingin í lógini um rentu­ studning til sethús, hevur fingið fleiri ”illegalar” havnarborgarar at skráseta seg í Havn, so tey ikki missa hendan møguleikan. Um tað er hendan tilflyt­ ingin, sum ger, at skatta inn­ tøkan hjá Havnar kommunu (reinsað fyri hækkingina í skattaprosentinum) í januar var størri, enn hon var í januar í 2009, er ilt at siga, men tað munar óivað. Vøkstur setir krøv Fólkavøksturin í Havn setir altíð krøv til kommunalu veitingarnar. Eitt er barna­ ansingarøkið, har farið er undir tilrættalegging av einum barnagarði/vøggustovu aftrat í fólkaríka økinum á Hoyvíks­ hædd. Annað er eldraøkið, har bygg ing av ellis­ og røktarheimi á Boðanesi til 64 fólk verður boðin út fyrsta dagin at standa liðugt á vári 2012 Skúlarnir í Havnar kommunu verða støðugt dagførdir og víðkaðir. Nýggi skúlin við Løgmannabreyt er so at siga liðugur. Skúlabyggingin á Argjahamri er komin væl í gongd, og fyrstu byggistigini eru innilokað. Báðir skúlarnir skula taka 450 børn í 9 floks­ stigum í tveimum sporum. Sankti Frants Skúli verður dagførdur. Serliga verða um støður fingnar til vega til tey smærru børnini, tí partur av gamla skúlanum er so gamal, at hann illa lýkur treytirnar í dag. Frítíðarskúlin fyri 1. og 2. flokk verður mentur, og arbeitt verður samstundis við ymsum tilboðum til eldri børn og hálv­ vaksin seinnapart og serliga á kvøldi – eftir nakað sama leisti, sum á Margarinfabrikkini og í Nólsoy. Musikkskúlin er til viðgerðar og samtykt er at at fyrireika honum betri og tíðarhóskandi umstøður. Áhugin fyri Musikk­ skúlanum er sera stórur millum børn og vaksin. Kvøldskúlin fær um skamma stund tíðar­ hóskandi umstøður til læru­ greinir, sum ikki rúmast í fólkaskúlunum. Útstykkingar, ferðsla og frítíð Útstykkingarætlanir eru eisini á borðinum. Meðan flestu byggingar seinastu árini hava snúð seg um raðhús og íbúðir, stendur ein útstykking við sethúsum í boði við Myllutjørn í Hoyvík. Aðrar slíkar eru ikki so aktuellar beint nú, men møgu­ leikarnir at fáa fatur á onkrum at búgva í í Havn skuldu ikki verið av teimum ringastu, tí útboðið av nýggjum raðhúsum og íbúðum er stórt. Vegakrevini krevja eisini sítt. Herfyri var nýggjur vegur latin upp út á Argjahamar, og í næstum verður nýggjur vega­ teinur latin upp millum Inni á Gøtu og Løgmannabreyt. Samstundis er farið undir aftur fyrreikingar til brúgv um Sandá, so nýtt samband fæst um hana úr innara ringveg á Marknagilsvegnum. Tá verður ein samanhangandi ferðsluæðr við tilkoyringarvegum heilt av Eystaru bryggju út á Argja­ hamar og sum frálíður út á Glyvursnes. Hetta fer at lætta almikið um ferðsluna av Argjum heim til Havnar eftir gomlu farleiðini. Fólkavøksturin krevur, at møguleikarnir at spenna frá í frítíðini verða mentir. Fyrsta dagin verða nýggju fimleikar­ hallirnar í Fimi lidnar. Farið er undir alneyðuga hondbóltshøll úti á Fløtum, men høllin á Hálsi og Hoyvíkshøllin verða dagførdar. Hugsað verður samstundis um at rúmka um møguleikarnar hjá fórtbóltsspælarunum í øllum aldri, ið nú flokkast sum ravnar um teir fáu vøllirnar, sum eru. Tey nýggju feløgini í býnum sleppa illa fram at til venjingar og dystir. Hjá teimum gomlu feløgunum er eisini knípið. Havnin til reiðar Samstundis sum fólktalið veksur í Havn, minkar tað í fleiri øðrum stórum komm­ unum. Klaksvíkingarnir eru eftir einum ári vorðnir 73 færri í tali, tvøráfólk 23 færri og vágbingarnir 41 færri. Í Vestmanna er fólktalið minkað heili 62. Fuglafjarðar kommuna hevur eisini bløtt nakað, men hinar stóru komm­ unurnar í Eysturoynni eru kvinkaðar eitt sindur uppeftir. Havnin er til reiðar at taka móti teimum, sum vilja liva og virka í Havn. Havnini er greitt, at nógv má leggjast fyri til tess at eggja til og skapa fleiri vinnuligar inntøkur í framtíðini. Havnini er somuleiðis greitt, at skal væl vignast í Føroyum sum heild, so krevst eisini burðardygd kring Tórshavnar kommunu – tó uttan at merg­ súgva høvuðsstaðin. Fólkatalið veksur í Havn tíðargreinin Jógvan Arge býráðslimur í Havn Tíðargreinin Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Savnsmynd