mánadagur 8. februar 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 26 - 8. februar 2010
Komandi tvær vikurnar
verður val til umboðsráði
fyri Ognarfelagið Trygg
ingartakaranna.
Eg eri valevni og havi
áhuga at verða við í Um
boðsráðinum fyri Ognar
felagið Tryggingartakar
anna og at arbeiða við
uppgávum har, til frama
fyri teg sum tryggingar
takara, fyri felagið og
samfelag okkara.
Niðanfyri er í stuttum
nøkur av málum, eg vil
virka fyri:
• Betri gjøgnumskygni so
tryggingartakarin fær
innlit og kann fylgja við.
• At vit vísa virðing - fyri
fakinum, tryggingar tak
aranum og starvsfólk
unum.
• At kapping framhaldandi
er á
tryggingarmarknaðinum.
• At vit javnan máta og
dagføra dugnaskap
okkara í mun til bestu
aktørarnar á marknað
inum (Benchmarking).
• At smærri íleggjarar fáa
arbeiðsfrið og
ognarfelagið arbeiðir har
aðrir ikki røkka.
• At virksemið í mesta
mun kemur føroyska
samfelagnum tilgóðar.
• At umsita ognir við
dugnaskapi og virðing
fyri
tryggingartakarunum.
Tað vildi glett meg at
fingið høvið at umboða teg
og fingið tína atkvøðu til
Umboðsráðið, at arbeiða
við hesum málum í
samtakinum.
Sí talvu
Tey, sum hava onkra trygg
ing hjá “Tryggingarfelagið
Føroyar” pr. 01. januar í ár,
hava rætt at atkvøða.
Tryggingar kunna vera
bilur og onnur akfør, hús,
innbúgv, bát, neyst, ferða
trygging, vanlukku trygg
ing, familjutrygging,
hjálparfólkatrygging og
annars ymsar aðrar
vinnutryggingar.
Atkvøðuseðilin kemur
ikki av sær sjálvum, tú skal
biðja um at fáa hann send-
andi, fyri at tú kann at
kvøða.
»Sjáldan fast tað í lag, ið
kemur í drag«, tí er um ráð
andi at fáa hetta avgreitt
beinan vegin.
Eg vil við hesum biðja
um tín stuðul til Um boðs
ráðsvalið J.
Sandoyggin
Tá nú í kvøld bórust tíðindi um, at Mentanarnevnd
Løgtingsins, sambært formanninum Magna Laksáfoss,
hevur ásannað, at ítróttarhøllin, sum ætlanin er at
byggja við felagsskúlan inni í Dal á Sandoynni, ikki
samsvarar við ta privatu byggiætlan, ið væntandi
verður veruleiki í Skálavík, kann ikki sigast annað enn,
at vit á Sandoynni anda lættari. Tað hevði verið eitt
mistak at samantvinna hesar verkætlanir, tí næstan alt
sum oyggin er felags um, liggur við skúlan Inni í Dal.
Vit sum hava okkara dagligu gongd í Sandoynni
standa mangan spyrjandi, tá man frá okkara fólkavaldu
hoyrir útsagnir um viðurskifti, sum nema okkara
hjartastreingir. Í hesum førinum við ítróttarhøllini, var
tað so aftur Magni Laksafoss, sum eftir okkara tykki
eisini setti kílar í Sandoyartunnilin á sinni. Útsagnirnar
tá vóru, at Sandoyartunnilin skuldi útsetast til tíðirnar
versnaðu. Nú eru tíðirnar versnaðar, men enn standa
vit á Skopunarkei og bíða eftir ferjuni, og ongin er enn
farin í holt við at bora.
Magni er stak fornuftigur maður. Hann hevur funnið
útav, hvussu hann kann tekkjast nøkrum veljarum, og
tí fer hann systematiskt eftir at gera teimum til vildar,
sum halda, at Sandoyggin skuldi verið strikað av
Føroyakortinum. Eg havi enn tilgóðar at hoyra henda
fólkavalda tosa gott um Sandoynna. Alt gott um
Magna; dámi væl hansara fíggjarpolitisku hugsjónir.
Nú umleið 10 ár eru farin, síðani vit byrjaðu at tosa
um undirsjóvartunnil til Sandoynna, kunnu vit spyrja
okkum sjálvi, hvussu nógv nærri vit eru komin eini
loysn á hesum máli. Svarið má vera, at vit als ikki hava
flutt okkum úr stað. Nógv varð tosað, og nógv varð
lovað fyri 10 árum síðani, men hvat er veruliga hent.
Onki, als onki. Enn verður nógv tosað, men tosið er
fyri tey sum búgva á Sandoynni vent til frustratiónir,
av tí at man ikki sær nakað úrslit, og fyri tey sum ikki
búgva á Sandoynni, er Sandoyggin og tað afturvend
andi tosið um tunnil, vorðin ein pestilens, grátur og
tannagrísl um henda vælsignaða sandoyartunnilin, sum
vit jú ikki hava ráð til, og um henda veruleikan, sum
hesi ólukku fólkini á Sandoynni ikki duga at síggja í
eyguni.
Samanumtøkan, ið vit á Sandoynni mugu til at
síggja í eyguni er, at tað krevur meiri av okkum, sum
vilja búleikast í Sandoynni, enn tað nakrantíð hevur
gjørt. Tað, at vilja offra nakað, og at geva avkall upp á
møguleikar, sum aðrir borgarar í landinum hava, er í
dag ein veruleiki fyri okkum, sum búgva á Sandoynni.
Við at búgva á Sandoynni má tú ásanna, at tú hevur
ikki, og fyribils kemur tú heldur ikki at hava, somu
møguleikar, sum onnur nærri miðøkinum hava. Hetta
er ein veruleiki, og vit mugu bara liva við honum, so
leingi sum vit ikki hava politikkarar, sum hava hegni
og dugnaskap at vinna okkum sømdir landspolitiskt. Jú
fyrr vit innsíggja henda veruleika, jú fyrr kunnu vit
taka støðu, um vit veruliga vilja offra tað sum krevst,
fyri at búgva á Sandoynni.
Tá hetta er sagt, skal leggjast afturat, at tey, sum
veruliga vilja geva nakað fyri at búgva á Sandoynni,
tey fáa aðrar ágóðar afturfyri. Ágóðar, ið tey sum
búgva nærri miðøkinum droyma um hvønn dag.
Møguleikar, ið tey sum eru nærri miðøkinum leingjast
eftir dagliga, eins og vit sum búgva í Sandoynni
leingjast eftir teimum møguleikum, sum miðstaðarøkið
hevur at bjóða.
Ung fólk, sum hava útbúgvingar, hava sera ilt við at
finna aftur til Sandoynna. Hetta er ein heilt náttúrlig
gongd, tí á Sandoynni eru ongir stovnar lagdir, og ongi
arbeiðspláss, sum krevja væl útbúgvin fólk, hóast vit
ikki hava havt sørt av landstýrismonnum, sum vit jú
síggja hava tað avgerandi orðið, tá um staðseting av
stovnum umræður. Hví so ikki er, ja vit standa
spyrjandi?
Samanumtikið kann sigast, at umboðan okkara á
tingi og í landsstýri kundi havt fingið meiri burturúr,
og tað er bara at vóna, at umboðanin verður betri
næsta tingskeið.
Brandur
Sandoy
Bið um atkvøðuseðilin!
Tórshavn, valevni
til Umboðs ráðið
fyri Ognar felag
Tryggingartakaranna
andraSS
Skaalum
Verandi kreppu
støð an hjá føroysku
fiskivinnuni eru
bein leiðis úrslit av
cowboybiologisku
filosofi’ini hjá
Fólkaflokkinum,
sigur Torbjørn
Jacobsen
POLITIKKUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin
Fyrrverandi fiskimálaráð
harrin segði, tá hann tók
við, at nú skuldi lívfrøðin í
nógv størri mun stýra fiski
skapinum. Og Torbjørn Ja -
cobsen er ikki í iva, tá hann
skal viðmerkja útsøgnina
hjá Jacob Vestergaard, sum
heldur fiskifrøðina stýra
Før oyar móti avgrundini.
– Fiskivinnan er sjálvt
fundamentið undir okkara
búskapi, og tí er lands
stýris sessurin í fiski vinnu
málum nógv tann týdningar
mesti av øllum. Í fleiri ár
hava vit onga politiska stýr
ing havt av fiskivinnuni, og
tí heldur onga búskapar
stýring. Og hava vit ein so
mikið ignorantan fiskimála
ráðharra, at hann hevur sagt
hasi orðini, so er hann ein
vanlukka. Ikki bara fyri før
oyska fiskivinnu, men fyri
tann
samlaða
føroyska
bú skapin, sigur Torbjørn
Jacobsen.
– Síðani 2002 er toska
veiðan minkað úr 38.000
tonsum niður í 10.000, og
hýsan er minkað úr 24.000
niður í 5.00 tons. Hetta
svara til eitt avreiðingarvirði
á 600 milliónir, og frá
virkiseigarum, sum eg havi
spurt, verður sagt, at talan
er um eitt eitt útflutningsvirði
upp millum 1 og 1,2 milli
ardir krónur.
– Og hetta er beinleiðis
úrslit av politisku kósini,
har Jón Kristiansson hevur
verið
tann
heilt
stóra
guru’in. Og eg fati ikki, at
tann
politiska
skipanin
áhald andi letur Fólkaflokkin
gera av við føroyska fiski
vinnu.
– Ikki minst tí at lagaliga
løtan er júst nú. Vit hava í
dag einar 18.000 óvirknar
dagar í skipanini. Trupul
leik in er, at nú náttúran aft
ur hevur verið við eina tíð,
og nógvur smáfiskur helst
er væntandi, verður hendan
deyðvekt, sum í berari ar
móð hevur verið óvirkin,
aktiverað. Og tí verður
fiskurin uppfiskaður alt ov
tíðliga.
Spurdur, hvørji ráð eru at
taka, sigur Torbjørn Jacob-
sen, at lívfrøðin er einasta
alternativið, sum vit hava,
og tí má hetta fylgjast.
– Veruleikin er, at vit í
dag sita við eini manko upp
á umleið 30.000 tons í fesk
fiski í mun til meðalveiðuna
seinastu 100 árini. Við at
halda fast um verandi kós,
sum als ikki er nøkur kós,
men ein kreppustýrd vinna,
stýra vit beint til næstu
kreppu.
– Stálið og ognar viður
skiftini í flotanum hava alt
ov leingi verið tað, sum
hevur stýrt politikkinum.
Tá stovnurin er tað veikasta
liðið, so mugu vit taka støði
í hesum. Tað er eins og við
einum banka. Tekur tú
meira enn rentuna út, so
minkar fæið, og tað er tað,
sum alt ov leingi er hent hjá
okkum,
sigur
Torbjørn
Jacobsen.
Vestergaard er
ein vanlukka
Jan Danielsen er settur í starv sum stjóri í nýstovnaða
almenna stovninum, Heilsutrygd í Klaksvík.
Jan Danielsen er 43 ára gamal og hevur m.a. útbúgving
innan HD í roknskapi. Hann hevur drúgvar royndir innan
leiðslu og fíggjarstýring í fleiri fyritøkum umframt at hava
røkt álitisstørv í nevndum. Jan Danielsen byrjar í starvinum
1. mars 2010.
Jan Danielsen
stjóri í Heilsutrygd