hósdagur 20. desember 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 246 - 20. desember 2001
Nr. 246 - 20. desember 2001
3
NØVN Í VIKUNI
Sofus, sálarlækni,
seksti
Hósdagin 20. des. fyllir
Sofus Joensen, leiðandi
yvirlækni á sálarsjúku-
deild Landssjúkrahúsins
seksti ár.
Hann var eitt skifti í
sjeytiárunum
hjálpar-
lækni á psykiatrisku
deild, fór síðani niður
aftur at útbúgva seg til
serlækna í sálarsjúkum
og virkaði sum slíkur
niðri eina tíð, til hann
fyri umleið 10 árum síð-
ani kom heimaftur at
taka við sum skipari á tí
føroysku psykiatriskút-
uni eftir Árna Olsen,
Hera Berg og August
Gabriel Wang.
Og her hevur hann so
sær líkt, spakur og sátt-
ligur, men við hegni,
fastleika og tó við
mildni ført deildina væl
ígjøgnum trupul rakst-
rarár, tá tað í niður-
gangstíðum sansaði at
og breyt um bæði borð.
Slíkt krevur sín mann
og slítur sjálvandi, men
hevur
Sofus
staðið
stinnur.
Og í so máta hevur
Sofus gott í at bræða.
Annar abbin var hin til-
tikni sjógarpurin Sofus í
Jógvanstovu á Geila-
garði í Leirvík og hin
abbin sterki Jákup á
Geilini í Gerðum í
Klaksvík. Eisini omm-
urnar báðar vóru av
raskastu fólkum.
Sjálvur er Sofus barn-
vaksin í fjølmentum
fiskimannaheimi í Leir-
vík og man har í upp-
vøkstri sínum hava fing-
ið gott í beini bæði so og
so.
Sum bygdarfólk og
leirvíkingur skal nógv
akademisk árin til at
vaska tann góða førn-
ingin av honum.
Honum dámar sostatt
framvegis sera væl at
flota, tó at fáar stundir
eru til tess, men er hann
so
avbera
grammur,
hegnigur og áhaldin at
krøkja fisk, at var tað
ikki fyri eyguni, var
hann heilt vist vorðin
sum so mangir aðrir í
báðum ættum, fiski-
maður og skipari av pro-
fessión, men hann er so
ístaðin vorðin skipari á
tí føroysku psykiatri-
skútuni, sum ikki vist er
tað slakari.
Sofus er vinsamt og
hugnaligt fólk, lesur
nógv, dugir at seta uppá
rím eins og at sita undir
orðinum, og vilj vit,
manningin
á
pyski-
atrisku deild, við hesum
heilsa honum á hansara
seksti ára degi og ynskja
hoinum alt gott fram-
yvir.
Manningin
Bókadeild Føroya
Lærarafelag hevur
givið út bókina Anna
Frank - Dagbókin,
sum er millum mest
lisnu bøkur í Vestur-
heiminum eftir
seinna heimsbardaga
ÚTGÁVA
Anna Frank - Dagbókin er
ein innilig lýsing og eitt
tungt farvæl. Eitt ómiss-
andi skjal um eitt tíðar-
skeið, vit aldrin mugu
gloyma.
Anna skrivar í fyrstuni
um seg sjálva sum eina væl
umtókta gentu, um góðar
vinkonur
og
troyttandi
dreingir. Hon fortelur um
flokkin, hon gongur í,
dreingirnar og genturnar,
vinkonurnar og systrina,
Margot. Um tryggu til-
veruna, hóast allar tær
strongu lógirnar, ið vórðu
settar í gildi fyri jødar - líka
til Margot 8. juli 1942 fær
boð um at møta hjá SS.
Yvir háls og herðar rýma
tey og fjala seg í Bakhús-
inum, har pápin arbeiðir.
Anna Frank er 13 ár, tá ið
vit hitta hana, og hon er 15,
tá ið hon sigur farvæl.
Hetta tíðarskeiðið fylgja vit
einari gentu, ið búnast og
gerst sjálvstøðugt. Hon
sigur frá sínum loyniligastu
hugsanum, og vit lesa um,
hvussu illa hon situr um
sátt við mammuna, um
gerandisdagin í Bakhús-
inum, um hennara dreymar
og
kynsligu
menning.
Seinasta hálva árið eru hon
og Petur væl, og bæði fáa
tey roynt kærleikan.
Anna var gentan hjá pápa
sínum. Tað varnast tú
skjótt, meðan tú lesur. Hon
heldur, at mamman ger
mismun og heldur meira
um stórusystrina, Margot.
Ongin hugsaði um Annu,
hennara longsul, hennara
sakn. Bara dagbókin skilti
hana, og hjá Peturi fann
hon hita og troyst.
Um várið 1944 droymdi
Anna Frank um, at hon
skuldi geva út eina bók, tá
ið kríggið var av. Hon ætl-
aði, at dagbókin, sum hon
skrivaði frá 12. juni 1942 til
1. august 1944, skuldi vera
støðið undir bókini. Men 4.
august 1944 kom ein SS-
heryvirmaður og tríggir
hálendskir hjálparmenn frá
“Grüne Polizei” og hand-
tóku hana og hinar jødar-
nar, sum fjaldu seg saman í
Bakhúsinum í Amsterdam.
Onkur hevði svikið tey.
Sama dag bjargaðu hjálpar-
fólk teirra øllum, ið Anna
hevði skrivað.
Anna Frank doyði í týn-
ingarleguni Bergen-Belsen
í februar/mars 1945. Eitt
tað seinasta, hon skrivaði í
dagbókina, var: “Eg vil
liva, eftir at eg eri deyð.”
Hetta ynski hennara varð
uppfylt.
Sum áður nevnt skrivaði
hon dagbók frá 12. juni
1942 til 1. august 1944.
Fyrstu tíðina skrivaði hon
bara til sín sjálvs, men um
várið 1944 gjørdi hon av, at
hon skuldi geva eina bók út
eftir kríggið. Tí fór hon
undir at skriva dagbókina
av og laga hana til. Sam-
stundis skrivaði hon eisini í
upprunaligu dagbókina. Tá
ið pápi Onnu, Otto Frank,
eftir
kríggið
fekk
alt
tilfarið, valdi hann at ganga
ynskinum hjá dóttrini á
møti og lata dagbókina
koma út sum bók. Hann
nýtti báðar dagbøkurnar, ta
upprunaligu og tað tillag-
aðu, í hesi fyrstu útgávuni.
Nógv varð lagt burturúr,
m.a. tí Anna skrivaði frítt
um tað kynsliga - og so
vildi hann ikki, at nakar
skuldi hugsa ilt um konuna
og hini, ið krógvaðu seg
saman við teimum.
Í 1982 kom út nýggj
útgáva, ið Mirjam Pressler
ritstjórnaði. Bókin var nú er
fjóðring størri enn tann
fyrsta, og henda útgávan
gevur eina sanna mynd av
einari vitugari, kenslusam-
ari ungari gentu, ið er fyri
teirri ræðuligu vanlagnu, at
verða innistongd og krógv-
að burtur, 13 ára gomul.
Seinast í 1990 árunum
komu fimm higartil ókend-
ar blaðsíður undan kavi.
Nøkur brot úr teimum eru
lagdar afturat í hesari
útgávuni.
Anna Frank - dagbókin
er 318 bls., heft við
klaffum.
Frida
Sofía
Johannessen
týddi
úr
hálendskum.
Bókin
er
umbrotin, prentað og heft á
Pf. Einars Prent. Hon
kostar kr. 150 í bóka-
búðunum.
Eitt ómissandi skjal
frá ungari gentu
DANSUR
Tíðndaskriv
Komandi
vikuskiftið
fara teir báðir, Eyðun
Nolsøe og Terji Rasmus-
sen, at hava tvær fram-
førslur. Leygarkvøldið
verður konsert í ítróttar-
høllini á Kambsdali.
Fríggjakvøldið
fara
Eyðun og Terji at spæla í
Havn. Teir fara at spæla
allar sínar kendu sangir
á Platform. Hetta gjørdu
teir eisini fyrr í ár, og tá
riggaði tað avbera væl.
Eyðun og Terji fara at
spæla fleiri ferðir gjøg-
num kvøldið, og tá teir
ikki eru á pallinum,
verður diskotek.
Eyðun og Terji
á Platform
GRAND PRIX
Eirikur Lindenskov
Tað verður dýrt hjá teimum
fáu estlendingunum, sum
fáa møguleikan at tryggja
sær eitt atgongumerki til
Meldodi Grand Prix, sum
verður í Tallinn komandi ár.
Tað er estlendska sjón-
varpið, sum skipar fyri, og
tey hava bara sett 1.500
atgongumerki av til leysa-
sølu í Estlandi – og sølan
fer fram á uppboðssølu um
internetið til ein minsta prís
upp á 4.500 estiskar krónur,
tað er tað sama sum 2.140
krónur í okkara pengum.
Hetta svarar nøkulunda til
eina mánaðarløn í baltisku
londunum.
Tað var estiska popp-
duoin, Padar & Bentons,
sum vann Melodi Grand
Prix í ár í Keypmannahavn,
og tí er Estland vertsland
hesaferð.
Melodi
Grand
Prix
verður í Saku-Høllini í Tall-
in tann 25. mai komandi ár,
og inn sleppa 6.400 áskoð-
arar.
Men fyrireikararnir hava
fingið nógvan kritikk fyri
fyrireikingarnar – ikki bert
fyri høga prísin, men eisini
tí, at tað eru bara fólk í
Estlandi, sum hava inter-
netsamband og estiskt pass,
sum sleppa at bjóða upp á
atgongumerkini.
Hetta
gera, at hvørki tann stóri
russiski minnilutin ella
fastbúgvandi útlendingar
sleppa við.
Fyri fyrstu ferð síðani
1979 er møguleiki hjá før-
oyingum at sleppa við til
endaligu Grand Prix kapp-
ingina. Um tað eydnast
Pæturi við Keldu at vinna
kappingina í Danmark í
februar, so skal hann um-
boða Danmark í Tallinn 25.
mai.
Í 1979 vóru Annika
Hoydal og Jógvan Telling
við í donsku kappingini,
tey gjørdust nummar 4…
Dýrt at fara til Grand Prix
JÓL
Ingrid Bjarnastein
Seinastu 20-30 árini hevur
tað verið siður hjá skúla-
børnum at fara í kirkju upp-
undir jól, sum ein liður í
endanum av farna árinum.
Hetta er ikki nøkur vanlig
guðstænasta, skilt á tann
hátt, at tað er ikki prestur
og deknur, sum skipa fyri.
Jólaguðstænastan hjá skúl-
unum er tann guðstænast-
an, har børnini sjálvi sleppa
at skipa fyri.
Heri Joensen, prestur,
hevur longu nú verið við til
fleiri av jólaguðstænastun-
um hjá skúlunum. Í gjára-
morgunin var hann til døm-
is í kirkjuni í Kirkjubø, har
Velbastaðar skúli og barna-
garður høvdu jólaguðstæn-
astu.
– Hetta er ein hugnaløta
fyri
skúlabørnini,
har
skúlabørnini sleppa at vera
ein liður í sjálvari guðstæn-
astuni, sigur Heri Joensen,
prestur.
Skúlabørnini skipa fyri
guðstænastuni. Tað vil siga,
at ein skúlanæmingur lesur
inngangsbøn, ein annar út-
gangsbøn, næmingar spæla
pre-og
postludium
á
klarinett, blokkfloytu ella
okkurt líknandi. Onkur
næmingurin lesur síðani
jólaevangeliið. Men hvør er
so leikuluturin hjá prestin-
um í eini slíkari guðstæn-
astu?
– Presturin skal halda
eina stutta prædiku, greiðir
Heri Joensen víðari frá.
– Eg royni at gera tað so-
leiðis, at tað verður ein
prædika, sum ikki er ov
tung og torskild, men er løtt
hjá børnunum at skilja og
hevur teirra áhuga. Onkun-
tíð plagi eg at brúka tað, at
eg fortelji eina jólasøgu við
kristnum innihaldi, sum
eisini er upplýsandi.
Heri Joensen sigur, at
hann plagar eisini at royna
at fáa børnini við í prædik-
una við at seta teimum
ymsar spurningar og harvið
gera prædikuna til eitt slag
av dialogi. Hann sigur, at
børnini eru ógvuliga áhug-
aði í hesum, kanska serliga
tey lítlu.
Sambært Hera Joensen er
tað ikki bara týdningarmik-
ið, at tað er ein guðstæn-
asta. Tað, sum er meira
týdningarmikið er, at tað
eru børnini sum skipa fyri
henni.
Uppmøtingin er góð til
guðstænasturnar. Kirkjurn-
ar eru allar fullsettar og er
hetta ein góður endi av tí
farna árinum.
Jólahugni í kirkjuni
Skúlabørnini skipa fyri
guðstænastum fyri skúlabørn
nú til jólar
C
M
Y
K
2