hósdagur 20. desember 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 246 - 20. desember 2001
Nr. 246 - 20. desember 2001
5
Hetta fer at fáa álvars-
ligar avleiðingar fyri
sjúklingarnar, men
tað má leiðslan á
Landssjúkrahúsinum
taka ábyrgdina av,
siga sjúkrasystrarnar
LANDSJÚKRAHÚSIÐ
Áki Bertholdsen
– Tað fer at fáa álvarsligar
avleiðingar fyri sjúklingar-
nar, at royndirnar at finna
semju um arbeiðsviður-
skiftini á B 6, nú eru slitn-
aðar.
Tað ivast Ingun Gaardbo,
álitisfólkið hjá sjúkrasystr-
unum á B 6 onga løtu í.
Hon sigur, at tað sum nú
hendir, verður eitt álvarsligt
bakkast fyri sjúklingarnar,
men tað má leiðslan og
avvarðandi myndugleikar
taka uppá seg.
Hon sigur, at uppsagn-
irnar hjá teimum18 sjúkra-
systrunum standa sostatt
við og at tað er sjálvsagt at
tað fer at fáa avleiðingar.
–Skal tað ikki fáa avleið-
ingar, tá ið 18 sjúkrasystrar
á eini deild á Landssjúkra-
húsinum fara úr starvi
ísenn, hevði tað verið
rímiligt at spurt, hvat vit
hava verið har til, sigur
hon.
Á Landssjúkrahúsinum
eru tvær heiliráðsdeildir, B
6 og B 7.
Hon ivast ikki í, at tað
arbeiðið, sum nú verður
gjørt á B 6, fer at verða flutt
yvir á B 7.
– Men har hava tey eisini
ivaleyst at gera og kunnu
ikki eisini átaka sær ar-
beiðið, sum hevur verið
gjørt á B 6.
– Tí fer tað uttan iva at
føra við sær, at bíðitíðin til
ymsar tilrættislagdar kann-
ingar og viðgerðir, fara at
verða munandi longri, tí
trýstið á deildina, sum
verður opin eftir nýggjár,
verður nú tvær ferðir størri,
enn tað hevur verið og tað
merkist.
Ingun Gaardbo sigur, at á
B 6 hava tey havt nøkur
serøki, eitt nú sukursjúku,
sjúkur í nervalagnum, eitt
nú heilabløðingar, blóð-
proppar og svullir í heil-
anum, krabbameinssjúk-
lingar, sjúkur í maga og
sodningarlagi og blóðsjúk-
ur.
–Eg ivist ikki í, at tað nú
fer at taka munandi longri
tíð at sleppa fram at verða
kannað fyri sjúkur av
hesum slagi og tað fer
eisini at at taka longri tíð at
sleppa framat hjá serlækn-
um at fáa viðgerð fyri
hesar sjúkur, sigur Ingun
Gaardbo.
Hevði borið til
Annars ivast hon ikki í, at
tað hevði borið til at um-
skipa B 6 og B 7, øðrvísi,
soleiðis at B 7 bleiv dag-
ambulantorium, sum varð
opið frá 8- 16 hvønn dag,
har sjúklingar fingu ymsar
viðgerðir, soleiðis sum
leiðslan hevur skotið upp.
Samstundis skuldi B 6
verða ein songjadeild við
pláss fyri 24 sjúklingum.
Sostatt skulu bæðåi sjúk-
lingar og starvsfólk býtast
ørðvísi ímillum deildirnar,
enn nú.
– Men at gera tað soleiðis
sum umstøðurnar eru í løt-
uni - undir tíðartrýsti, nú vit
eru komin út á eggina, er
lítið skilagott, tí tá verða
fyrireikingarnar ikki so
góðar, sum tær eiga at vera.
Ingun Gaardbo sigur eis-
ini, at tá ið nýggi bygning-
urin verður tikin í nýtslu
um hálvtannað ár, hevur
ætlanin verið at umskipa
deildirnar tá, og at gera eitt
dag-ambulatorium,
sum
ætlanin nú er at gera á B 7.
–Men av tí, at hendan
støðan er íkomin, verður
hetta framskundað, og tað
gongur ov skjótt fyri seg, tí
slíkar umleggingar eiga at
verða gjørdar í friðartíð. At
gera tað undir trýsti, ger,a t
fyrireikingarnar verða ikki
so góðar, sum tær eiga at
vera.
–Figgjadagin verður B 6 á Landssjúkrahúsinum stongd og sum
tað sær út í løtuni, verður líka tómligt eftir nýggjár, tí
uppsagnirnar hjá teimum 18 sjúkrasystrunum stendur við.
Ingun Gaardbo, sjúkrasystir og álitisfólk á B 6 ivast ikki í, at
tað fer at føra væl longri bíðitíðir við sær
Semingsroyndirnar í
ósemjuni um B 6 eru
slitnaðar. Nú hava vit
sagt síðsta orðið, siga
sjúkrasystrarnar
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Áki Bertholdsen
–Nú er tað seinasta orðið
sagt. vit gera ikki meiri fyri
at finna semju, so nú má
leiðslan um rest.
Ingun Gaardbo, álitisfólk
hjá sjúkrasystrunum á B 6,
sigur, at nú vendist ikki
aftur í málinum um ar-
beiðsumstøðurnar á B 6.
Seinnapartin
týsdagin
lótu sjúkrasystrarnar á B 6
leiðsluni á Landssjúkra-
húsinum eitt semingsupp-
skot um, hvussu ein loysn
kundi finnast á trætuni.
Ósemjan um arbeiðsvið-
urskiftini hava ført við sær,
at 18 av teimum 23 sjúkra-
systrunum á B 6 hava sagt
upp og fara úr starvi 31.
desember.
Og tær hava boðað frá, at
semingsuppskotið týsdagin
er teirra seinasta roynd at
finna semju, so at tær
kundu fáast at taka upp-
sagnirnar aftur.
Sjúkrasystrarnar
hava
kravt
1,8
sjúkrasystir
afturat á B 6. Men tað vil
leiðslan ikki ganga við til
og hevur ístaðin skotið upp,
at deildirnar B 6 og B 7
verða samanlagdar og
spesialiseraðar. Tað fer at
føra betri arbeiðsviðurskifti
við sær.
Hetta vilja sjúkrasystrar-
nar ikki góðtaka treyta-
leyst.Tær standa fast við, at
tær vilja hava fleiri sjúkra-
systrar á B 6, men tað sein-
asta semingsuppskotið frá
teimum, sum tær løgdu fyri
leiðsluna týsdagin, gekk út
uppá, at hendan 1,8 sjúkra-
systruin kundi verða sett í
tíðaravmarkað starv, til B 6
og B 7 eru umskipaðar.
Tá ið blaðið fór til prent-
ingar á miðdegi í gjár,
hevði leiðslan á Lands-
sjúkrahúsinum ikki svarað
formliga. Men í loftbornu
fjølmiðlunum týskvøldið,
gjørdi leiðarin á Lands-
sjúkrahúsinum,
Jóannes
Erik Køtlum, greitt, at fleiri
fólk blivu ikki sett á B 6,
heldur ikki í tíðaravmarkað
størv.
Seinasta orðið sagt
Hetta var eitt stórt vónbrot
fyri sjúkrasystrarnar á B 6.
–Nú gera vit ikki meiri.
Vit hava sagt seinasta orðið
í hesum máli og uppsagn-
irnar standa sostatt við, sig-
ur Ingun Gaardbo.
Tískil fara 18 sjúkra-
systrar á B 6 úr starvi 31.
desember. Men í veru-
leikanum fara tær úr starvi í
morgin, tí tá letur B 6 aftur
og skuldi ikki lata uppaftur,
fyrrenn 7. januar.
– Vit ætla ikki at brúka
meiri tíð upp á hetta málið,
tá ið vit eru farnar, eru vit
farnar. Tað einasta, sum
kann fáa okkum at tosa við
leiðsluna á Landsjúkra-
húsinum aftur, er at hon
kemur við einum púra
greiðum tilboði til okkara
um at fáa fleiri fólk, sigur
álitisfólkið á B 6.
– Nú má leiðslan um rest.
Tað, sum nú fer at henda á
Landssjúkrahúsinum, má
standa fyri hennara rokn-
ing, sigur Ingun Gaardbo.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa orðið á leiðsluna
á
Landssjúkrahúsinum,
áðrenn blaðið fór til prent-
ingar.
– Ósemjan á B 6 skal
ikki føra við sær, at
vit fáa meiri at gera á
B 7, sigur álitisfólkið
á B 7, Laila Danielsen
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Áki Bertholdsen
– Ósemjan á B 6 skal ikki
føra við sær, at vit fáa meiri
at gera.
Tað ger Laila Danielsen,
álitisfólk hjá sjúkrasystru-
num á B 7, púra greitt í
gjáramorgtunin.
Nú semingsroyndirnar á
B 6 eru slitnaðar, endur-
tekur hon sostatt tað, sum
sjúkrasystrarnar á B 7
skrivaðu til leiðsluna á
Landssjúkrahúsinum, tá ið
ósemjan
um
arbeiðs-
viðurskiftini á B 6 varð
almenn fyri nøkrum vikum
síðani.
Nú sjúkrasystrarnar á B 6
hava gjørt greitt, at tær vera
ikki við í fleiri sam-
ráðingum um B 6, er vænt-
andi, at ta arbeiðið, sum
hevur ligið á B 6, verður
flutt á B 7, sum er hin heili-
ráðsdeildin á Landssjúkra-
húsinum.
Men sjúkrasystrarnar á B
7 góðtaka ikki, at fáa meiri
at gera.
Tær hava áður boðað
leiðsluni á Landssjúkra-
húsinum frá, at tær stuðla
sjúkrasystrunum á B 6.
–Á B 7 hava vit ivaleyst
at gera, sum er. Støðan hjá
okkum er ikki nógv øðrvísi,
enn hon er á B 6, so vit tola
ikki størri arbeiðstrýst, enn
vit hava nú, sigur Laila
Danielsen í eini stuttari
viðmerking.
Landssjúkrahúsið:
Nú verða nógv longri bíðitíðir
Landsjúkrahúsið:
Royndin at finna semju á B 6 er slitnað
Støðan eisini ógreið á B 7:
Vit hava ivaleyst at gera sum er
– Tað, sum nú fer at henda á Landssjúkrahúsinum, má standa
fyri leiðslunnar egnu rokning, sigur Ingun Gaardbo, álitisfólk
hjá sjúkrasystrunum á B 6
JÓL
Ingrid Bjarnastein
Jólini eru nakað heilt ser-
ligt, tað vita vit øll. Ikki
minst fyri børnini hevur
henda høgtíðin nakað ser-
ligt at siga. Gávurnar,
træið, maturin og hugnin,
sum fløvar eitt heim um
jóltíðir er nakað, sum bert
kemur fyri einaferð um
árið. Tó eru tað ikki øll,
sum fáa henda møguleika,
tí tey eru plágað av sjúku
ella øðrum, sum ger, at tey
ikki sleppa heim til jólar.
Barnadeildin á Lands-
sjúkrahúsinum hevur sein-
astu árini havt um trý til
fýra børn á jólum, og royna
tey at gera jólini hjá børn-
unum, sjálvt um tey eru
innløgd, so hugnalig sum
møguligt.
– Sjálvandi fara tey, sum
kunna fara heim, til hús,
sigur deildarsjúkrasystirin
á
barnadeildini,
Tove
Thomsen.
– Men vit royna sjálvandi
at gera jólini so hugnalig
sum møguligt. Vit hava
pyntað her á deildini og sett
eitt jólatræ upp. Jólaaftan
fáa børnini so dunnu ella
gás til døgurða um kvøldið,
og um tað er møguligt hjá
familjuni at vera við, so
stilla vit borð upp til teirra
her, so familjan kann vera
saman.
Um børnini eru nóg stinn
og nóg mikið av fólki er, so
verður eisini dansað um
træið, børnini fáa jólagáv-
ur, bæði frá deildini og tær,
sum foreldur og systkin
hava tikið við.
– Vit royna at gera hetta
so gott sum vit kunna, sigur
Tove Thomsen víðari.
– Tey børnini, sum eru
her, eru jú her tí tey eru
rættiliga sjúk, so tað er
avmarkað, hvussu nógv tey
orkað. Men tey, sum eru
her nú, sleppa øll heim.
Men hinvegin er tað ringt at
siga, um nakar verður her á
jólum. Ongin dagur er eins,
og tí vita vit ikki, hvat kann
koma fyri.
Deildarsjúkrasystirin sig-
ur, at hon heldur, at børnini
góðtaka tað, at tey skulu
halda jól á sjúkrahúsinum.
Tá familja og systkin eru
við, so er tað ikki so ringt
hóast alt. Men hinvegin er
tað ikki stuttligt hjá nøkr-
um at halda jól á sjúkrahús-
inum.
Jól á Barnadeildini
Tann 31 ára gamli
maðurin og tann 19
ára gamla kvinnan,
sum vórðu tikin við 5
kilo av hassji, tá tey
komu úr Norrønu
tann 19. november,
noktaðu seg sekan í at
hava brotið lógina
um euforiserandi
evni. Dómsviðgerð
var mikudagin, men
dómarin valdi at hava
rættarfundin fyri
afturlatnum hurðum
SMUGLING
Stefan í Skorini
Mikumorgunin nakað fyri
klokkan níggju møtti tað
danska parið upp í rættin-
um eftir at hava sitið í varð-
haldinum síðan 19. novem-
ber. Tvær tær fyrstu vikurn-
ar av hesum tíðarskeiðnum
vóru tey avbyrgd.
Tey eru ákærd fyri at
hava smuglað 5 kilo av
hassji, sum vórðu goymd í
einum eykahjóli undir bil-
inum. Tey komu við Nor-
rønu til Føroyar og skuldu
bara steðga í nakrar heilt
fáar dagar.
Ákæran er, at tey hava
smuglað ólóglig rúsandi
evni til landið við tí fyri
eyga at selja tey víðari. 5
kilo av hassji hava eitt virði
uppá góðar 600.000 krónur
á gøtuni.
Bæði noktaðu seg sekan í
hesum lógarbroti. Tó mót-
mæltu tey ikki, at hassjið
var í bilinum.
Afturlatnar hurðar
Ákærin kravdi, at rættar-
fundurin varð hildin fyri
afturlatnum hurðum. Hon
legði dent á, at kanningarn-
ar hjá løgregluni í hesum
málinum ikki vóru lidnar.
Tí hevði tað verið óheppið,
um allir smálutir verða av-
dúkaðir. Verjin hevði ongar
viðmerkingar
til
hetta
ynskið.
Dómarin metti eisini, at
tað var rímiligt at ganga
hesum ynski á møti, og
rættarhølini vórðu latin
aftur.
Tá blaðið fór til prenting-
ar, var rættarfundurin ikki
liðugur. Meira verður at
frætta um hetta málið í
blaðnum í morgin.
Nokta seg sekan
Ilt er at siga, hvussu nógv børn halda jól á barnadeildini í ár.
Tó plagar talið at liggja um 3-4 børn
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
5
4