hósdagur 20. desember 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 246 - 20. desember 2001
Nr. 246 - 20. desember 2001
7
ÚTVARP
Ingrid Bjarnastein
Útvarp Føroya hevur sein-
astu árini víðkað munandi
um talið av sendum tímum.
Í árbókini fyri Føroyar
2001 eru tøl frá 1993 til
1997. Hesi árini hevur
útvarpið økt um talið av
sendum tímum við 1455
tímum. Útvarpið hevði í
1993 4170 sendar tímar,
meðan longu í 1997 var
talið komið uppá 5625
tímar.
Á tølunum sæst, at
sendingarnar, sum koma
undir heitið "tónleikur og
føroyskur dansur" eiga
meginpartin av senditíðini
hjá útvarpinum. Av teimum
5625 sendu tímunum í
1997 vóru 49,8% tónleikur
og føroyskur dansur. Tað
sigur so mikið sum tað, at
Útvarp
Føroya
sendi
2801,25 tímar av tónleiki í
1997. Hetta gevur eitt
miðaltal uppá umleið 7,7
tímar um dagin.
Hinvegin so eiga tíðind-
ini ikki so stóran part av
útvarpsins
dagligdegi.
Seinastu árini er hetta eisini
minkað munandi. Í 1993
tóku tíðindi 19,5% av
útvarpstíðini, meðan í 1997
er talið dottið niður á
14,1%. Tó so. Tilsamans
sendi útvarpið 725 tímar av
tíðndum, so heilt lítið er tað
kortini ikki.
Talið á ítróttarfrásagnum
er eisini vaksið síðani 1993.
Ítróttarfrásagnirnar
eru
farnar 150% upp í senditíð.
Í 1993 umfataðu ítróttar-
frásagnirnar bert 1% av
útvarpsins senditíð, men
talið er nú komið uppá
2,5%.
Útvarp Føroya hevði
eisini fleiri endursendingar
á skránni í 1997. Tó skal tá
havast í huga, at talið av
sendum tímum er vaksið
nógv síðani 1993, og tískil
eru jú fleiri tímar at
endursenda. Grundin til, at
nýggjari tøl ikki eru við er,
at tey eru ikki tøk enn,
sambært árbókini.
Rættiliga fitt av fólki
nýta Norrønu, tá tey
koma heim á jólum.
Áki Jespersen av
ferðafólkadeildini hjá
Smyril Line sigur, at
felagið hevur roynt at
hava góð tilboð um
jólini
FERÐING
Stefan í Skorini
Hetta er fjórði veturin at
Smyril Line hevur Norrønu
í sigling millum Føroyar og
Danmark í vetrarhálvuni
eisini. Fyrsta árið var hesin
nýggi
ferðamøguleikin
ógvuliga væl umtóktur.
Síðani er áhugin minkaður
eitt sindur.
Áki Jespersen, leiðari á
ferðafólkadeildini á Smyril
Line, sigur, at árið í ár
hevur verið hampuligt, hvat
vetrarsiglingini viðvíkur.
Norrøna hevur ført 520
fólk til Føroyar teir tríggjar
seinastu túrarnar undan
jólum. Harumframt eru 170
bilar førdir inn í landið.
Til Danmarkar eru hin-
vegin farin 250 fólk. Talið
av ferðfólki hvønn túrin um
veturin plagar at liggja
millum 50 og 100 um
veturin, og um høgíðirnar
er tað væl hægri.
Annars er tað mest
farmaflutningur, ið Smyril
Line satsar uppá í vetrar-
hálvuni, og nógvur farmur
kemur eisini við Norrønu
undan jólum.
Jólatilboð
Áki Jespersen sigur, at
felagið hevur roynt at hava
góð tilboð við høgum
avsláttri nú um høgtíðina.
Tað er neyðugt, um felagið
skal klára seg í kappingini
við flogfeløgini, ið kunnu
bjóða ferðafólki eina styttri
ferð.
– Vit hava havt eitt gott
tilboð, har tvey fólk ferðast
fyri prísin hjá einum. Tað
kostar slakar 3.000 krónur
hjá tveimum fólkum við
bili at koma til Føroyar, og
tað er bíligt, sigur Áki
Jespersen.
Hann sigur, at tey eisini
hava havt tilboð til lesandi
og pensjónistar umframt
bilpakkar. Norrøna kemur á
Havnina jólaaftan, og tá er
nógv fólk við.
Nógv fólk heim við Norrönu
Meiri
tónleikur
minni tíðindi
Útvarp Føroya sendi í 1997 5625 tímar út í luftina
Norrøna flytir nógv fólk heim á jólum
Mynd: Jens Kr. Vang
Væntandi fara somu
bussførarar, sum
higartil, at koyra hjá
Bygdaleiðum í
Suðuroy komandi
árið. Semja um
treytirnar er at kalla
klár
SAMFERÐSLA
Edvard Joensen
Bussførararnir í Suðuroy
fáa 12,5 prosent í lønar-
hækkan, umframt onkrar
aðrar
smávegis
ábøtur.
Koyringin skal halda fram
eitt ár afturat, eins og
summir bussar verða skiftir
út við nýggjari.
– Tað er í høvuðsheitun-
um tað, vit eru komnir til,
sigur Poul Johannes Pouls-
en, bussførari í Sumba.
Tá Sosialurin tosaði við
hann, var semjan ikki
undirskrivað, tí okkurt heilt
smávegis var eftir at av-
greiða. Tó ikki so, at semj-
an ikki fór at verða til nak-
að kortini, væntaði hann.
Poul Johannes Poulsen
sigur, at teir eru nøgdir við
tað, sum komið er burturúr.
Sáttmálin, koyrt fer at
verða eftir, er í høvuðsheit-
um tann sami sum tann, ið
galdandi er í løtuni. Tó við
ávísum broytingum sum
eitt nú teimum 12,5 pros-
entunum.
Tað verða í fyrstu syftu
eigararnir sjálvir, sum í
mesta mun fara at koyra,
sigur hann. Tað kemst av, at
fleiri av hjálparfólkunum,
teir hava havt aftur at sær,
eru farin í annað starv, nú
so leingi sá út til, at koyr-
ingin fór á aðrar hendur.
Flestu bussarnir í Suð-
uroy eru so gamlir, at neyð-
ugt er at skifta teir út. Tað
fer so at verða gjørt við
bussum, sum Strandfara-
skip Landsins fara at taka
inn frá øðrum, sum gevast
at koyra. Hesir bussarnir
fara so at hækka tænastu-
støðið nakað væl, metir
Poul Johannes Poulsen.
Hann sigur annars, at
Suðuroyggin er nakað fyri
seg, tá talan er um buss-
ferðslu. Tað ber ikki til at
nýta somu bussarnar alla-
staðni í oynni. Eitt nú má
bussurin, sum skal til
Hvalbiar og Sandvíkar ikki
vera ov stórur, fyri at
sleppa í gjøgnum tunnilin.
Tað eydnaðist ikki beint
áðrenn blaðið fór til prent-
ingar at fáa váttað frá
Strandferðsluni ella buss-
førarunum, um endaliga
avtalan var undirskrivað.
Avtalan komin undir
land
Poul
Johannes
Poulsen,
bussførari,
fegnast um
batarnar í
avtaluni
Tað er ikki at blanda
seg í føroyskan
innanlandspolitikk at
tosa um sjálvstýri á
Fólkatingi, sigur Lars
Emil Johansen. Vit
tosa um ríkismál í
hesum førinum, og
mugu tola viðmerk-
ingar frá hvørjum
øðrum. Vit liggja ikki
í kuvøsu
SJÁLVSTÝRISMÁL
Edvard Joensen
Nú skulu vit ikki vera
skjarrligir í Norðurhøvum
og ikki tola, at onnur gera
viðmerkingar til tað, vit
takast við, heldur grøn-
lendski fólkatingsmaðurin,
Lars Emil Johansen, sum
fer at svara Jóannesi Eides-
gaard aftur upp á brævið,
hesin sendi honum og Siu-
mut týsdagin.
Lars Emil Johansen sig-
ur, at tað stendur honum
frítt sum fólkatingsmaður
at meina tað, hann vil, og
siga tað í teimum nevndum,
hann er limur í. Í hesum
førinum er talan um, at
hann er limur í Føroya-
nevndini og hevur boðið
sær til at bera tey sjónar-
mið, føroyski fólkatings-
limurin í Norðuratlants-
samgonguni hevur hug at
fáa fram har. Tað er tað, alt
málið snýr seg um, sigur
Lars Emil Johansen.
Hann metir ikki, at tað á
nakran hátt er at blanda seg
í føroyskan politikk, um
hann ber sjónarmiðini hjá
Tjóðveldisflokkinum fram í
eini fólkatingsnevnd.
Sjálvstýrismálini eru rík-
ismál, metir hann, sum við-
koma líka nógv øllum trim-
um pørtunum í ríkinum.
Hann ætlar sær ikki at orða
nakran føroyskan politikk,
men bera fram tær orðing-
ar, sum koma úr Føroyum.
Tað eiga føroyskir politik-
arar at tola, sigur Lars Emil
Johansen.
Hann heldur, at hvørki
føroyingar ella grønlend-
ingar skulu kenna seg sum
nakrar heilagar kýr, sum
eingin má nerta við ella
gera viðmerkingar til.
– Vit liggja tó ikki í
kuvøsu, sigur hann, og eiga
at tola, at onnur hava eina
meining um mál, sum vit
kanska hava hug at kanna
okkum.
Sjálvur hevur hann einki
í móti, um føroyingar hava
eina meining um grønl-
endskan politikk, men hann
væntar kortini ikki, at før-
oyingar fara at vilja seta
politisku dagsskránna í
Grønlandi. Sama er gald-
andi í hesum førinum, vísir
hann á. Tann, sum hevur
skilt orð hansara í Útvarp-
inum sum íblanding í før-
oysk viðurskifti, hevur mis-
skilt tey, leggur grønlendski
fólkatingsmaðurin dent á.
– Eingin kann forða mær
at hava míni egnu sjónar-
mið. Eg eri í móti sensuri,
og eg ætli mær at siga tað,
eg haldi meg hava rætt til.
Tað er bara grønlendska
veljaranum, sum hevur giv-
ið mær fulltrú at tala á
Fólkatingi, eg standi til
svars fyri, staðfestir Lars
Emil Johansen.
Sjálvstýrið er ríkismál
Lars Emil Johansen fer altíð at taka lut í sjálvstýriskjakinum,
ið hann hvørki metir sum grønlendsk ella føroyskt sermál, men
ríkismál, sum er líka nógv danskt eisini
C
M
Y
K
7
6