hósdagur 20. desember 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 246 - 20. desember 2001
Nr. 246 - 20. desember 2001
9
Danir eru nøgdir við
sín part, hóast partar
av vinnuni fáa
trupulleikar
ÚTLAND
Fartekst
Fiskimála- og matvøru-
málaráðharrarnir í ES-
londunum hava gjørt sátt-
mála um fiskikvoturnar
næsta ár.
Samráðingarnar gjørdust
drúgvari enn væntað, tí í
veruleikanum var semja um
eitt uppskot, sum lá á borð-
inum, tá ráðharrarnir fóru
til Bruxelles. Men tá ráð-
harrarnir skuldu taka støðu,
sýtti Frakland fyri at góð-
taka uppskotið. Kortini
eydnaðist at finna eina
semju, og Frakland fekk í
veruleikanum lítið og einki
burtur úr sínum mótmæli.
Umframt
kvoturnar
samdust ráðharrarnir um
eina sonevnda menningar-
ætlan fyri fiskimenn í ES-
londunum. Eitt av málun-
um við skipanini er at laga
fiskiflotan til tað tilfeingið,
sum er til taks.
Danir nøgdir
Danskir fiskimenn og ser-
liga teir, sum veiða í Norð-
sjónum, stúrdu fyri fundin-
um í Bruxelles, tí ES-
nevndin hevði mælt til
munandi
niðurskurð
í
summum kvotum. Tí var
formaðurin í danska fiski-
mannafelagnum væl nøgd-
ur, tá tað kortini eydnaðist
at fáa ein sátttmála, sum
danska vinnan kann laga
seg eftir.
– Hetta er munandi betur,
enn eg hevði væntað, men
vit noyðast at viðurkenna,
at møguleikarnir gerast
minni og minni, sigur Bent
Rulle.
Hann
viðgongur,
at
summir danskir fiskimenn
fáa trupulleikar við teimum
nýggju kvotunum. Talan er
serliga um teir, sum fiska
tosk í Kattegat og teir, sum
fiska reyðsprøku í Norð-
sjónum,
Skagerak
og
Kattegat.
UTTAN ÚR HEIMI
ES ásett kvotur
Samstundis sum
afghanskir hermenn
leita eftir Osama bin
Laden í
fjallalendinum har
eysturi í Afghanistan,
siga amerikansku
myndugleikarnir, at
yvirgangsleiðarin
kanska er deyður.
ÚTLAND
Fartekst
Leitingin eftir bin Laden
varð í gjár darvað av tí
ringa kavaveðrinum, sum
hevur verið nógvastaðni í
Afghanistan
teir
báðar
seinastu dagarnar, men
kortini hildu hermenn hjá
Eystursamgonguni
fram
við leitingini í Tora Bora.
Samstundis leita amerik-
anskir og bretskir hermenn
nærri pakistanska markin-
um.
Amerikanarar viðganga,
at teir vita ikki, hvar bin
Laden er, men fleiri her-
menn hjá Al-Qaeda, sum
nú sita fangar, skulu hava
greitt frá, at leiðari teirra
framvegis er í fjøllunum
har eysturi í Afghanistan.
Mánadagin segði tals-
maðurin hjá amerikanska
verjumálaráðnum
Penta-
gon, at USA hevur ongar
álítandi upplýsingar um,
hvar bin Laden er, og nú
sigur Paul Wolfowitz, vara-
verjumálaráðharri, at bin
Laden kanska er deyður.
– Tað er als ikki óhugs-
andi, at hann liggur deyður
í onkrari av holunum í Tora
Bora, sigur Paul Wolfowitz.
Men tað halda leiðararnir
hjá
afghansku
Eystur-
samgonguni ikki.
– Er Osama bin Laden
har, høvdu menninir hjá Al-
Qaeda hildið fram við
bardaganum. Teir valdu at
geva seg yvir, og tí er tað
óhugsandi, at hann er har,
sigur leiðarin í Eystursam-
gonguni,
Mohammed
Aman Khiari.
Bin Laden kanska deyður
Amerikansku
myndugleikarnir
hava illgruna um,
at ein
trygdarvørður í
Pentagon hevði
samband við teir,
sum rændu
flogfarið, ið rendi á
verjumálaráðið
tann 11. september
ÚTLAND
Fartekst
Maðurin, sum er ættaður
úr Somalia, arbeiddi fyri
amerikansku
deildina
hjá
svenska
trygdarfelagnum Burns,
skrivar svenska blaðið
Aftonbladet.
Muhammed
Abdi
hevur sitið í fongsli í
Alexandria í statinum
Virginia síðani mán-
aðarskiftið oktober-nov-
ember, eftir at myndug-
leikarnir funnu navn og
telefonnummar hansara
í bilinum hjá einum av
teimum, sum rændu
flogfarið, ið rendi á
Pentagon.
Maðurin hevur greitt
myndugleikunum frá, at
hann dugir ikki at skilja,
hvussu hansara navn og
telefonnummar er endað
í bilinum hjá Nawaf
Alhazmi. Bilurin stóð á
einum støðuplássi uttan
fyri
floghavnina
í
Dulles,
har
yvirgangsmenninir
rændu
flogfarið
hjá
American Airlines, sum
seinni stoytti seg niður í
Pentagon.
Tað eru ikki einans
navnið
og
telefonnummarið, sum
knýta somaliumannin at
yvirgangsmonnunum.
Amerikansku myndug-
leikarnir eru komnir
eftir, at Muhammed
Abdi
lat
fimm
vaktarbúnar
frá
sær
tríggjar
dagar
eftir
atsóknina
til
11.
september.
Menninir, sum rændu
flogfarið hjá American
Airlines, vóru fimm í
tali.
Trygdarvørður í
Pentagon undir illgruna
Amerikanarar viðganga, at teir vita ikki, hvar bin Laden er
Umframt kvoturnar samdust ráðharrarnir um eina sonevnda
menningarætlan fyri fiskimenn í ES-londunum
Hendan vikan í SMS
ber veruliga dám av
jólum. Jólamaðurin
Kjøtkrókur vitjar, og
ungir tónleikarar
framføra jólatónleik á
Torginum
JÓL
Tíðindaskriv
Í síðstu viku tók jóla-
maðurin Kjøtkrókur ímóti
suttum á Torginum í SMS.
Og hann vitjar aftur í hesi
vikuni.
Hesaferð
tekur
hann tó ikki ímóti suttum.
Nei, hann fer at bjóða
øllum børnum, sum vitja í
SMS, okkurt gott. Hós-
dagin ímillum kl. 11.00-
12.00 og 16.00-17.00 er
hann fyrstu ferð í SMS.
Fríggja- og leygardagin
vitjar hann ímillum kl.
11.00-12.00
og
16.00-
18.00.
Sunnudagin 23. desemb-
er vitjar hann kl. ímillum
kl. 14.00-16.00 og kl.
18.00-20.00.
Jólatónleikur á
Torginum
Nú jólini nærkast, verða
fleiri framførslur á Torgin-
um í SMS, har serliga ung-
fólk fara at spæla jóla-
tónleik. Hósdagin kl. 15.00
verða Ungu Stjørnuskotini
á Torginum, har lættur
jólatónleikur
verða
á
skránni. Aftaná framførsl-
una bjóða tey piparnøtur.
Fríggjadagin kl. 15.00 og
leygardagin kl. 18.00 fram-
føra 5 ungfólk, ið saman
nevna seg Saxtettin, jóla-
tónleik framman fyri jóla-
býnum á Torginum.
Seinasti bólkurin, sum
spælir á Torginum, eru ung
úr Tórshavnar Ungdóms-
hornorkestri. Tey spæla
leygardagin kl. 14.00.
Trølla Pætur og
Omman vitja
Í samband við nýggja
filmin hjá Trølla Pæturi og
Ommuni, ”Hvar er Nósi”,
vitja tey bæði á Torginum
leygardagin kl. 15.00. Tey
fara m.a. at skriva undir
nýggja filmin og eisini ber
til at ogna sær teirra
undirskrift á aðrar lutir, um
onkur ynskir tað.
Fram til jóla hava handl-
arnir í SMS opið til kl.
20.00 hvørt kvøld.
Sunnudagin
23.
de-
sembur er tó opið frá kl.
14.00-22.00. Jólaaftan er
stongt.
Gleðilig jól og gott
nýggjár, heilsa tey úr SMS.
– Vit arbeiða í tveim-
um vaktum alla hesa
vikuna, men spurn-
ingurin er, um gólvini
verða turr fríggja-
dagin, siga tey á
Kósini
Vilmund Jacobsen
– Vit hava skítfult av fiski!
Hetta vóru greiðu boðini,
vit
fingu
av
Kósini
mikumorgunin. Og rætt er
tað.
Fýra línuskip og tríggir
trolbátar hava landað til
virkið hesa vikuna.
Polarstjørnan
hevði
160.000 pund, Klakkur
145.000, Núpur 90.000 og
Kvik hevði 110.000 pund.
Á Kósini siga tey, at
slagið hjá línubátunum var
toskur og hýsa, umleið
helvtarbýtt.
Trolbátarnir, sum hava
landað til virkið, eru Sæ-
borg, sum hevði 65.000
pund, Gáshøvdið 25.000 og
Varðin, sum hevði 30.000
pund.
Aftrat
hesum
keypti
Kósin 100.000 pund á
uppboðssøluni í Klaksvík
síðsta fríggjadag og leygar-
dag.
Arbeiða í vaktum
Á Kósini siga tey, at tað
fer at standa á at fáa fiskin
undan
til
fríggjadagin,
hóast tey arbeiða í tveimum
vaktum, frá kl. 8 á morgni
til kl. 16 og frá kl. 16 til
midnátt.
– Vit vóna, at gólvini
verða turr, tá ið seinasta
vaktin fer heim á midnátt
fríggjakvøldið, men verða
tey ikki tað, noyðast vit til
arbeiðis aftur leygardagin.
So tey, sum tjena sínar
pengar á Kósini, hava nóg
mikið at hugsa um nú beint
undan jólum.
Arbeiðsfólkið á Kósini:
Uppundir
hendur
í fiski
Hetta er ein av teimum heilt stóru vikunum á Kósini. Fýra línuskip og tríggir trolbátar hava
landað til virkið
Jólaboðskapurin
Sí, eg kunngeri tykkum
eini stór gleðiboð, sum
skulu vera fyri alt fólkið.
Tí at tykkum er í dag ein
frelsari føddur, sum er
Harrin Kristus í Dávids
staði! Luk. 2, 10–11.
Nú jólini aftur nærkast
og bæði smá og stór gleða
seg til hesa undurfullu há-
tíð, tá Gud sendi son sín
til jarðar við einum ein-
asta endamáli, at bjarga
okkum frá ævigari glatan
og leiða okkum frelst
heim í sítt himmalska ríki.
Tað hevur ofta verið
sagt bæði í talu skrift, at
jólini hava ikki altíð verið
kristin, og tað er eisini so
satt sum tað er sagt; jólini
eru kristin hátíð við Jesusi
Kristi. Tá Maria átti
Jesusbarnið og legði tað í
krubbuna í fjósinum, var
tað av teirri grund, at tað
onga aðrastaðni var rúm
fyri teimum, Mariu, Jó-
sefi og Jesusbarninum.
Jesus er heimsins frels-
ari, hann vil vera tín og
mín frelsari, er hann okk-
ara frelsari, so kunnu vit
búgva okkum til at halda
jól saman við honum og
gleða okkum saman um
hesa signaðu jólahátíð,
soleiðis at Jesus verður
okkara jólagestur; eiga vit
hann í hjørtum okkara, so
eiga vit eina gleði, sum
varar alt lívið. Gud gevi
okkum at halda eini sonn
kristin jól í Jesu navni.
Men Maria legði sær øll
hesi orð í geyma og hugs-
aði um tey í hjarta sínum.
Og hirðarnir fóru avstað
aftur, og teir lovaðu og
prísaðu Gudi fyri alt tað,
sum teir høvdu hoyrt og
sæð, soleiðis sum tað
hevði verið sagt við teir.
Luk. 2, 19–20.
So vil eg enda við ein-
um jólasálmi, sum eg havi
yrkt til jólini 2001. Gleði-
lig jól og gott nýggjár øll
somul.
Jólasálmur
Lag: Nú ringja klokkur jólafest
Nú kirkjuklokkur ringja hátt,
eitt undur stórt ta jólanátt;
tá birtist ljós í myrku verð,
tí frelsarin oss føddur er.
Maria son Guds bar í heim,
tí syngja vit við gleði, gleim;
og takka Gudi hjartans glað,
um barnið, føtt í Dávids stað.
Stór gleðiboð um víðan vøll,
tey ljóða enn í smáttu, høll;
um jólagleði, jólafrið,
um gleði sum kann vara við.
Í Guds hús bæði stór og smá,
vit boðskapin har lýða á;
sum hirðar hoyrdu jólanátt,
Maria hevur barnið átt.
Um jólatræið lið um lið,
foreldur, børn nú syngja við;
hin glaða jólasálm á jørð,
sum ljóðar yvir fjøll og fjørð.
Gud gevi oss at halda jól,
tí Jesus, hann er heimsins sól;
sum fløvar hvørt eitt hjarta her,
og sanna jólagleði ber.
Kjartan Stakksund
Jólamaður, jólatónleikur og Trøll í SMS
C
M
Y
K
9
8