Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-08, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2010síða 38

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 tíðindi Nr. 26 - 8. februar 2010 - Jú, tað er heilt vist, at bygdin fer at vaksa aftur, sigur Veronika Perersen, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. Nógv fólk byggja nú og onnur vilja byggja her Bygdamenning Orð&myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hvannasund: Tað er ikki líkt til, at búskaparligu broytingartíðirnar hava tikið hugin frá fólki at seta føtur undir egið borð. Í Hvannasunds kommunu hevur ikki verið so langt millum hamarsløgini á ídn­ um monnum og handverk­ arum, sum hava bygt eitt hús fyri og annað eftir. Ein koyritúrur gjøgnum Norðdepil og Hvannasund prógvar tað sama. Nógv nýggj og snotulig hús eru at síggja, og hevur hetta uttan iva gjørt sítt til at fólkatalið ikki er minkað nevnivert. ­ Í dag standa tvey hús í gerð, staðfestir ein fegin borg­ arstjóri í Hvannasunds komm­ unu, Veronika Petersen. Framsíggin Hvannasunds kommuna liggur soleiðis fyri, at stutt­ ur vegur er til Klaksvíkar. Tí kundi hugsast, at mong heldur vildu búsett seg har, enn í Hvannasundi. Ein orsøk til hesa støðuna eru teir báðir tunlarnir á Borðoynni, sum mong bera ótta fyri at koyra ígjøgnum. Hetta tykist kortini ikki at nerva ella halda fólki aftur í at búseta seg í Hvannasunds kommunu. Kommunan hevur uppá mangar mátar verið fram­ síggin og skilagóð, og hevur eftir førimuni roynt at gera sítt til, at tey sum ynsktu sær grundøki, ­ tey fingu tað. Fyri nøkrum árum síðani vórðu nógv sethús bygd í Norðdepli, men tey seinnu árini er tað serliga í Hvannasundi, at ein hevur sæð eitt sethús fyri og annað eftir skjóta upp. Júst hví tað er so, er ikki lætt at finna nakra frágreið­ ing um. Men Veronika Peter­ sen hevur kortini eitt boð: Tað hevur líkasum verið eitt slag av inflasjón í ­ tað vil siga, at tá ein hevur viljað bygt á einum staði, so hava onnur gjørt tað sama. Og tá fólk fóru at byggja hús í Hvannasundi, so fylgdu onnur í sporunum á teimum undanfarnu. Nógv vilja byggja Hetta er sjálvandi at fegnast, at fólk vilja búseta seg í bygdini. Veronika og hini í bygda­ ráðnum kunnu kortini fegnast um eitt aftrat: Tað eru eisini fleiri onnur, ið vilja búseta seg í komm­ ununi. ­ Vit hava í løtuni fýra fyrispurningar um byggi­ loyvi liggjandi. Og vit eiga faktiskt hesi grundøkini. ­ So tað er eingin trupul­ leiki hjá fólki at fáa grund­ øki her, sigur ein fegin Veronika Petersen. Alt hevur sjálvandi sínar orsøk. Og henda gongdin hevur sjálvandi eisini sína: Kommunan hevur nevniliga gjørt íløgur, til tess at fólk við børnum kunnu búseta seg her. Barnafamiljur ­ Vit hava tey seinni árini arbeitt nógv við hesum spurninginum, sigur borgar­ stjórin. Ein av hesum ágóðum er at barnafrádrátturin er rætti­ liga høgur ­ 5000 krónur. Haraftrat er skúlin í komm­ ununi ­ skúlin á Fossanesi ­ útbygdur við íalt 550 fermetrum. Ikki nokk við tað, so er av álvara komið glið á eitt annað týdningarmikið mál í kommununi, barnagarðin. Her hevur kommunan sam­ tykti at prosjektera fyri einum nýggjum barnagarði. Og síðst, men ikki minst hevur kommunan í ár tikið enn eitt stig, og hevur nú ein skipaðan frítíðarskúla í gamla partinum av bygdar­ skúlanum. Her ganga ikki færri enn 17 børn. ­ Hetta ger uttan iva sítt til, at fólk vilja og fara at vilja búseta seg her, sigur ein fegin Veronika Petersen. Tunlarnir forða Samstundis sum hesi posi­ tivu viðurskiftini eru í kommununi, so er tað kort­ ini eitt annað sum helst forðar enn fleiri fólkum at byggja her í Hvannasundi. Fyri tann fremmanda og fyri tann kenda, er tunlarnir á Borðoynni ein forðan fyri veruligari menning. Og hetta staðfestir Veronika Petersen eisini: ­ Tað er púra vanligt, at tá tú tosar við fólk aðrastaðni frá, at tey siga bart út, at tey nærum ikki vilja koyra gjøgnum tunlarnar! ­ Og tosar tú um at menna hetta økið, so eru teir eisini ein forðing. Tað er nevniliga ikki alt sum kann koyrast ígjøgnum tunlarnar. Jú, tað er heilt sikkurt, at tað hevur sína stóru og negativu ávirkan. Kommunan stykkjaði í síni tíð út eitt vinnuøki, og um tað mundið hevði kommunan einar 3­4 fyrispurningar frá fólki, ið vóru áhugað at fara undir okkurt vinnuligt virksemi. Um hetta mundið varð nógv tosað og kjakast um teir sonevndu “tunlarnar norður um Fjall” á Borð­ oynni. Ætlanin hevði komið væl við hjá fólkinum norðanfyri, men politiski myndugleikin vildivildi tað øðrvísi. ­ Vit upplivdu tí tað, at tær vórðu allar tiknar aftur, tá tunnilin ikki kom ígjøgnum, slær Veronika Petersen fast. Nógv byggja í Hvannasundi ” Tað hevur líkasum verið eitt slag av inflasjón í - tað vil siga, at tá ein hevur viljað bygt á einum staði, so hava onnur gjørt tað sama. Og tá fólk fóru at byggja hús í Hvannasundi, so fylgdu onnur í sporunum á teimum undanfarnu Tey seinnu árini hevur fólkatalið í Hvannasunds kommunu verið rættiliga støðugt. Tá flest fólk búðu her, var í árinum 1990. Tá búðu 198 fólk í Norðdepli og 275 fólk í Hvannasundi, umframt seks fólk í Múla, fýra í Depli og níggju á Norðtoftum. Tað við so aftur siga, at tað vantaðu bert átta sálir í at fólkatalið rakk upp á tey 500. Seinastu 10 árini er fólkatalið lækkað nakað: Soleiðis búðu 441 fólk her í 2000, meðan talið í 2008 var 433, men er í løtuni komið upp á 438. Í dag er eitt fólk skrásett í Depli, 260 í Hvannasundi, tvey í Múla, 170 í Norðdepli og fimm á Norðtoftum. Men verður gongdin hin sama sum nú, er ikki óhugsandi at kommunan ­ og kanska serliga Hvannasund ­ fer at vaksa uppaftur meiri. Leggjast kann aftrat, at í fjør vórðu trý børn fødd í kommununi. Fólkatalið veksur ” Tað er púra vanligt, at tá tú tosar við fólk aðrastaðni frá, at tey siga bart út, at tey nærum ikki vilja koyra gjøgnum tunlarnar! (Veronika Petersen) Í løtuni standa tvey hús í gerð í Hvannasundi. Eitt av húsunum er her sunnast í bygdini. - Fólkatalið fer heilt vist at vaksa her, sigur borgarstjórin, Veronika Petersen