Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-08, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2010síða 39

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 tíðindi Nr. 26 - 8. februar 2010 - Vit eru við at vera lidnir at stoypa, so her manglar nógv enn, áðrenn vit kunnu flyta inn, sigur Tórur Simonsen. Hann er ein teirra, sum í hesum døgum er í ferð við at byggja sær egin hús í Hvannasundi. Nær tað verður, dugir hann ikki at siga. Teir arbeiða við millumbilum, og so má tað bara taka ta tíð, sum tað tekur. - Í vetur hava vit kortini ikki gjørt so nógv, sigur hann. Gott fyri børn Hvannasund liggur soleiðis fyri, at stutt er at koyra norðureftir til Viðareiðis og suðureftir til Klaksvík. Men Tórur og konan hava avgjørt, at tey framvegis vilja búgva her í Hvannasundi. - Eg kundi tað sama bygt í Klaksvík. Men nú eri uppvaksin her, og mær dámar eisini væl her í bygdini, slær hann fast. Arbeiðið hjá Tórur hevur verið knýtt at útróðri og sjónum. Og her í Hvannasundi eru rættiliga góðar umstøður hjá teimum, sum hava hetta sum sítt livibreyð. Fyri familjuni hjá Tóruri hevur tað eisini sín avgjørda týdning, at her eru góðar umstøður hjá einum húski við trimum børnum. Eitt teirra gongur í skúla og er nú farið í frítíðarskúlan eisini, meðan hini bæði eru knýtt at kommunalu dagrøktini. - Her eru heldur eingir bíðilistar, og tað hevur sjálvandi nógv at siga fyri okkum, slær hann fast. Her vil eg búgva - Eg eri uppvaksin her, og her vil eg verða búgvandi, sigur Tórur Simonsen ” Her eru heldur eingir bíðilistar, og tað hevur sjálvandi nógv at siga fyri okkum (Tórur Simonsen) - Vit kunnu fegnast um, at fólk vilja búseta seg her, sigur Veronika Petersen, borgarstjóri í Hvannasundi