Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. februar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 27 - 9. februar 2010 Hava rakt við á Norðhavinum Líkt er til, at menn ætla sær at fáa nakað burtur úr várróðrinum á Norðhavinum í ár. Harry Benjaminsen, sum starvast á Landingarmiðstøðini á Toftum, veit at siga, at bátar, sum hava verið fyrstu túrarnar á Norðhavinum um dagarnar, longu hava fingið væl av fiski. - Eg havi skilt á monnum, at bátar hava ligið millum 1500 og 2000 pund í hesi fyrstu royndini, og menn siga, at tað er góður toskur, teir hava fingið. Harry Benjamin sen sigur seg hava skilt, at bæði havnarmenn, sandoyingar og suðuroyingar nú eru á veg norður til Eiðis, har flestu bátarnir plaga at liggja, meðan norðhavsróðurin fer fram. Útlit eru til hampiligan norðhavsróður í ár, nú tað vísir seg, at toskurin rættiliga er við at koma inn í fiskiskapin aftur. Hann Harry sigur, at útróðrarbátarnir, sum eru heima hoyr andi á Toftum, hava fingið væl av fiski, men í gjár vignaðist dagurin ikki so væl. - Ann ars lata men rímiliga væl at, og størri helmingurin av veiðini hjá bátunum hevur í seinastuni verið toskur, sigur hann. KONSERT Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Ovurstórur eftirspurningur er orsøkin til, at Hanus G. bjóðar til eykakonsert í sjónleikarhúsinum í Havn hóskvøldið. Konsertin mikukvøldið, har Hanus framførir nýggir sangir til yrkingar hjá Poul F., er útseld. Men, vegna stór an áhuga er avgjørt, at eykakonsert verður í sjón- leikarahúsinum hóskvøldið kl. 20. Pláss er einans fyri 150 gestum í sjónleikara húsin- um, har lagt er upp til eina serføroyska konsert við Hanusi saman við Mikael Blak á bassi og Magnusi Johanessen á tangentum. Tað er ikki hvønn dags- kostur at hoyra nýggir sangir hjá Hanus til yrkingar hjá Poul F. Seinast tað hendi var í 1988, tá Hanus G. Johansen trein á pall á Tórs- havnar Jazz-, Fólka- og Bluesfestivalinum. Tann kon sertin endaði sum ein av best umtóktu føroysku plátuútgávunum nakrantíð, nevniliga “Gaman og Álvara, Hanus syngur Poul F.” Atgongumerki til eyka- konsertina eru at fáa í tónleikahandlinum hjá Tutl á Káta horninum í Havn. TORRADAGAR Tíðindaskriv frá Draganum Øll eru vælkomin at vitja umborð Torradagarnar frá kl. 16 - 19 Vit hava eitt gamalt orðafelli, sum sigur, at “ føroyingurin er føddur við ár í hond ..“ Hetta er neyvan galdandi í dag, men fara vit meira enn 50 ár aftur í tíðina, so var tað óivað rætt. Tá var vanligt, at pápar og abbar rættiliga tíðliga tóku dreing- irnar við á flot fyri at læra teir at rógva, fiska, at hava ættarskil og læra teir at hava skil á streymi. Sum 14 ára gamlir fóru teir ofta til skips, har teir gomlu lærdu teir vanligan sjómansskap, og soleiðis gjørdist teir seinni til skilamenn á sjó- num. Hóast føroyska sam felag- ið er fullkomiliga broytt á nógvan hátt, - og før oy ing- urin við - so verður tað eis- ini í framtíðini neyðugt hjá føroyingum at sigla. Tí noyð ast vit í dag at læra tey ungu góðan sjómansskap umborð á einum føroyskum skúlaskipið. Hetta er ikki bara galdandi fyri teir, sum seinni í lívinum ætlað at verða sjómenn, men eisini fyri øll – kvinnur sum menn, sum seinni í lívinum á ein ella annan hátt koma at ferðast á sjónum. Og vit kunnu t.d. bregga okkum av, at ein kvinna, sum 14 ára gomul byrjaði at læra “sjómansskap” um - borð á okkara skúlaskipi – í dag siglir sum skipsførari á stórum bingjuskipi úti í víðu verð. So kvinnum tørv ar ikki at smæast burtur á hesum øki. Í meira enn 30 ár hava næmingar í fólkaskúlanum í Klaksvík kunna valt læri- greinina “sjómans læru”. Í 1993 fóru menn undir at umbyggja “Dragan” til segl/skúlaskip og tey sein- astu 7 árini er øll frálæran, - bæði bóklig og verklig - farin fram umborð í skúla- skipinum bæði summar og vetur. Hesi árini hava um leið 150 næmingar havt sjómanslæru umborð á Drag anum. “Dragin” liggur við Varpa brúnna – søguliga staði, har fyrsta skipið hjá føroyingum “Royndin Fría” hevði sína sleipistøð og lá fyri teym fyrst í 1800-talinum. Hvat læra næmingarnir? Meðan Torradagarnir eru, - frá 16 – 20. februar, - hevur skúlaskipið “opið skip” hvønn dag frá kl. 16 – 19. Øll eru vælkomin umborð at síggja umstøðurnar, har næmingarnir læra sjómans- skap og Poli Mikkelsen, stjóri á Klaksvíkar Sjó- mans skúla og Hans Eli Hansen, lærari, greiða frá. Eisini er møguligt at fáa ein kaffimunn, og leygar- dagin borðreiður kokkurin við“stormsúpan” Hevur tú áhuga fyri sigling? Umframt at læra skúla- næmingar sjómansskap, so er endamálið hjá “Drag an- um” eisini, at skapa áhuga fyri sigling hjá teimum tilkomnu. Hevur tú áhuga fyri sigling, so ert tú væl- komin umborð at práta við okkum. Fiskatorg á Varpabrúnni Meðan Torradagar eru, er ætlanin at hava fiskatorg á Varpabrúnni. Menn fara at skera kjalk- ar, so møguleiki verður at keypa sær eitt ella fleiri kók heimvið. Ovin Klein Olsen gevur út fløguna »Aftur til lívið« TÓNLEIKUR Tíðindaskriv Næstan blindi føroyingurin í Vejen, Ovin Klein Olsen, gevur nú út fløguna »Tilbage til livet«. Talan er um eitt slag av fólkatónleiki. Ovin Klein Olsen hevur sjálvur gjørt tekstir og løg, sum hava útgangsstøði í, at hann brádliga ein dagin í mei 2006 misti meginpartin av sjónini. Ovin Klein Olsen hevur egnan guitarskúla í Vejen, so tónleikur fyllir nógv í gerandisdegnum hjá honum í dag. Men at syngja, tað er nýtt. Hann hevur í tveir vetrar fingið frálæru í sangi, og tað kemur honum til góðar nú. Og nú er hann so tilreiðar við fløguni ”Til- bage til livet.” Og at hann ger álvara av einari fløgu- útgávu nú, hevur sína orsøk. Á heimasíðu síni sigur hann millum annað: »Eg gloymi ongantíð hin morgunin í mei 2006. Tá eg hendan morgunin kom upp, og tendraði sjónvarpið, var alt grátt. Eg sá onki. Og niðurtúrurin var fullkomin, tá læknarnir søgdu mær, at sjónin ongantíð fór at batna, heldur øvugt.« Í dag hevur hann bert 8% eftir av sjónini. Eftir at hava mist sjónina, var Ovin Klein Olsen sann førdur um, at lívið ikki longur var vert at liva. Men næstringar hansara fingu hann á aðra hugsan. Skjøtul var settur á nýggju lívsleið hansara. Hann byrjaði at skriva tekstir um lív sítt, serliga um hvussu hann arbeiddi seg upp úr svarta holinum, aftur til eitt virðiligt lív. Úrslitið eru teir 14 sangirnir á fløguni ”Tilbage til livet.” Fløgan kemur út 20 februar. Sama dag kemur út nýggja stakfløga hansara ”Føro- yar er føðiland mítt.” Fløgurnar fáast á heimasíðuni: www.ovi-k-olsen.dk 20. februar er móttøka í sambandi við útgávurnar. Móttøkan verður í: Studio 73 Baungårdsvej 2A 6600 Vejen Móttøkan er frá kl. 15.00 til 17.30 Ovin Klein Olsen hevur longu nú havt fyrilestrar í sam komum av ymsum slag. Her greiðir hann frá leið síni aftur til lívið, og hann hevur eisini sungið ymsar av sangum sínum. Tað er hann til reiðar at halda fram við. Sum hann sigur: ”Bara eg fái EIN at hugsa meira um seg sjálvan, lív sítt og familjuna, so er tað alt vert.” Skúlaskipið »Dragin«: Hjá føroyingum verður altíð neyðugt at sigla Eykakonsert við Hanusi G