Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. februar 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Nr. 27 - 9. februar 2010 Stóra dansistevnan, Ísleikur, verður í Reykjavík í døgunum 9. til 16. juli, og frá 6. til 9. juli verður møguleiki fyri útferðum FØROYSKUR DANSUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í summar fer ein væntandi stórur dansihópur til Íslands at verða við á dansistevnuni Ísleikur. Talan er um stevnur undir NORDLEK-avtaluni. Stóru NORDLEK stevnurnar verða hildnar triðja hvørt ár í teimum stóru Norðurlond- unum. Ímillum hesar stevn- urnar eru smærru stevnurnar Havleikur í Føroyum og Ísleikur í Íslandi. Seinasta NORDLEK stevnan var í Lathis í Finnlandi í 2009, og næsta stóra stevnan verður í Steinkjær í Noregi í 2012. Luttakararnir fáa møgu- leika at dansa og uppliva dans úr hinum Norður- londunum, og har umframt eisini at uppliva stórslignu íslendsku náttúruna og íslendsku mentanina. Undan sjálvari dansi- stevnuni verður møguleiki at gera langar útferðir. Ser- liga útferðin á Vestfirðir tykist spennandi og for- kunnug, sigur Sláið Ring á heimasíðu sínu. Farið verð- ur úr Reykjavík 6. juli og komið verður aftur 9. juli. Sjálvar stevnudagarnar er møguleiki at gera stytri útferðir, millum annað útferð til Gullfoss, Geysir og Tingvallir, útferð út í Vestmannaoyggjar, jøklatúr á hundasletu ella túr í Bláa Lónið. Fundur í Kollafirði Í sambandi við Íslands- ferðina skipar Norðstreym- oyar Dansifelag fyri al- mennum fundi í Bjarging- arfelagshúsunum í Kolla- firði. Har verður greitt frá ferðini og fólk kunnu tekna seg fyribils til. Maria Samuelsen frá ND sigur, at tað hevur týdning, at fólk tekna seg til fyribils nú, hóast endaliga tilmeldingin ikki er fyrr enn 1. mai. - Tað ræður um at bíleggja gistingarstøð í góðari tíð, vísir Maria Samuelsen á. Norðstreymoyar Dansi- felag virkar sum umboð fyri Sláið Ring til hesa ferðina, og hjá fólki, sum eitt nú ikki hava internet, ber til at tekna seg hjá Mariu Samuelsen á telefon 228624, ella Trúgva Samuel- sen á telefon 281468. Fundurin – sum altso er fyri øll, og ikki bert limir í Norðstreymoyar Dansifelag – verður í Bjargingarfelags- húsunum í Kollafirði miku- kvøldið klokkan 19. Sláið Ring til Íslands at dansa Eitt væntandi stórt dansilag fer í summar til Íslands at taka lut í Ísleikur Søkt verður eftir laboranti til Fiskaaling at arbeiða í ymiskum verkætlanum innan aling. Gransk- ingarvirksemi á Fiskaaling er í støðugari menning, og vit hava tørv á einum kønum laboranti til núverandi og komandi verk- ætlanir. Av tí at Fiskaaling ger gransking og menning innan nógv ymisk øki, krevur laborantstarvið at tú ert fleksibul og áhugað/ur í at arbeiða við ymiskum slag av laborant arbeiði. Førleikar · Útbúgvin laborantur · Góð samstarvsevni · Fleksibul · Gott yvirblik · Jaliga innstillað/ur at læra Fiskaaling manglar í løtuni labo- rant til verkætlanir innan góðsku á alifiski, resistenskanning av laksalús og ílegugransking. Tað er ein fyrimunur um tú hevur kunnleika til eitt ella fleiri av hesum økjum og/ella aðrar viðkomandi starvsroyndir. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ásu Jacobsen á tlf. 214748 ella Ingolf Joensen á tlf. 214747. Umsókn við avritum og møgulig- um ummælum, skal sendast til: P/F Fiskaaling Við Áir FO-430 Hvalvík ella fiskaaling@fiskaaling.fo Umsóknin skal vera komin fram í seinasta lagi 10. februar 2010. Starvið verður sett skjótast gjørligt. P/F Fiskaaling søkir laborant P/F Fiskaaling er partafelag, har Føroya Landsstýri eigur allan partapeningin. Fiska- aling hevur virksemi við Áir, í Nesvík og í Skopun. Samlaða starvsfólkatalið er umleið 20, herav fleiri granskarar. Virksemi fevnir um at granska, menna og ráðgeva innan aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni, herundir verkætlanir inn- an matvørugóðsku, aliumhvørvi, fóður, vatn, framleiðsluhættir, nýggj aliøkir, aling á harðbalnum økjum v.m. Meiri fæst at vita á www.fiskaaling.fo P/F Fiskaaling Við Áir www.fiskaaling.fo s o z o p r e p r e s s VASTI Djóralæknar Heilsufrøðiliga starvsstovan søkir eftir tveimum djóralæknum. Umsóknarfreistin er 5. mars 2010 Les nærri á www.hfs.fo Lesið -so eru tit við!