týsdagur 9. februar 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 27 - 9. februar 2010
Heldur Helle
Ein fjórðingur av teimum donsku veljarunum høvdu
væntað sær meiri av Lars Løkke Rasmussen sum
forsætisráðharra, enn hann hevur víst, síðani hann tók við í
fjør. Ein meiningakanning, sum Ritzau hevur latið gera,
vísir, at 24,3 prosent eru misnøgd við avrikini hjá
forsætisráðharranum, meðan 11,4 prosent siga. at hann
hevur staðið seg betur, enn tey høvdu væntað. Av teimum
spurdu siga 41 prosent, at hann er tann rætti
stjórnarleiðarin, men 45 prosent siga, at tey vilja hevur
hava Helle Thorning-Schmidt.
Eykakonsert við Hanusi G
Ovurstórur eftirspurningur er orsøkin til, at Hanus G. bjóðar til
eykakonsert í sjónleikarhúsinum í Havn hóskvøldið. Konsertin
mikukvøldið, har Hanus framførir nýggir sangir til yrkingar hjá
Poul F., er útseld. Men, vegna stóran áhuga er avgjørt, at
eykakonsert verður í sjónleikarahúsinum hóskvøldið klokkan 20.
Pláss er einans fyri 150 gestum í sjónleikarahúsinum, har lagt er
upp til eina serføroyska konsert við Hanusi saman við Mikael
Blak á bassi og Magnusi Johanessen á tangentum. Atgongumerki
til eykakonsertina eru at fáa í tónleikahandlinum hjá Tutl á Káta
horninum í Havn.
Fýra av hvørjum
fimm prestum í
Føroyum eru fyri at
víga fráskild
Fólkakirkjan
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Seinastu árini eru komnir
nakrir prestar, sum taka sær
av rættinum, ið teir hava, til
at nokta at gifta upp aftur
fólk, sum eru fráskild.
Nógv orðaskifti hevur
verið um hetta, nú seinast
innsetti presturin alment
hevur boðað frá, at hann
ikki vil víga fráskild.
Sosialurin hevur spurt
flestu prestarnar í landinum,
hvat teir siga til henda
spurning.
Prestarnir, sum ikki hava
trupulleikar við at víga
fráskild, aftra seg ikki við
at siga tað. Onkur sigur seg
gera tað gjarna, nakrir siga,
at teir eru ikki settir at vera
dómarar, og at ta, sum um
ræður er, at hjún eru góð
við hvørt annað.
Teir prestarnir eru: Jógv-
an Fríðriksson, bispur, Uni
Næs, dómpróstur, Jónsvein
Bech, Meinhard Bjartalíð,
Inga Poulsen Dam, Jákup
Reinert Hansen, Martin
Restorff
Jacobsen,
Elsa
Funding,
Heri
Joensen,
Sonja Klein, Patrick de
Neergaard, David Johanne-
sen, Magnus Brahé Jørgen-
sen, Ann Dahl Hansen og
Theodor E. D. Olsen.
Emil Olsen er burtur-
staddur. Sum skilst vígir
hann eisini fráskild.
Hvørja støðu Hanus á
Gørðum hevur, er ógreitt, tí
hann hevur ikki verið at hitt
í dag.
Bergur Debes Joensen vil
ikki svara, tí hann sigur tað
vera eitt innanhýsis mál í
kirkjuni.
Sverri Steinhólm vil held-
ur ikki svara.
Derhard
Olsen
segði
greitt í útvarpinum, at hann
ikki vígir fráskild.
Símun P. Jacobsen dámar
einki henda spurning.
– Eg havi onga viðmerk-
ing til slíkt tvætl, sigur
hann.
Flestu prestarnir víga fráskild
Teir flestu prestarnir
siga seg einki hava
ímóti at gitfa upp
aftur fólk, sum eru
fráskild
Í dag skal Helena Dam á
Neystabø, landsstýriskvinna
svara einum fyrispurningi frá
Torbjørn Jacobsen, um hon er
sinnað at broyta kunngerðina,
so prestar ikki kunnu bera seg
undan at víga fráskild
Fólkakirkjan
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Sosialurin royndi í dag at fáa eina
viðmerking frá Helenu Dam á Neystabø,
landsstýriskvinnu um kunngerðina, ið
heimilar prestum at nokta at víga
fráskild. Ella um hon heldur kunngerðina
vera í lagi.
- Hasin spurningurin er ikki so
einfaldur, tí eg havi fingið upplýst, at
tað ikki er sum at siga tað at broyta
eina kunngerð. Eg má seta meg væl og
virðiliga inn í málið, segði Helena
Dam á Neystabø, sum lovaði at venda
aftur til málið seinni.
Men í morgun sleppur hon ikki
undan at svara, tí Torbjørn Jacobsen
hevur sett henni ein hvassorðaðan
spurning um málið.
Hann vil fyrst og fremst hava at
vita, hvørja støðu hon hevur í mál-
inum.
Harnæst spyr hann, um kirkjumála-
ráðharrin kann góðtaka, at almennir tæn-
astumenn
undir
Mentamálaráðnum
smalka gáttina til kirkjuna.
- Ætlar landsstýrismaðurin at gera
broytingar í regluverki og kunngerðum,
soleiðis at henda “missiónska” her-
ferðin”
steðgar,
spyr
Torbjørn
Jacobsen.
Helena skal svara
Ein prestur hevur fullan
rætt at nokta at víga
fráskild
Fólkakirkjan
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Eftir at nýggjast innsetti
presturin í Føroyum, Der-
hard Olsen, leygarkvøldið
í útvarpinum segði, at
hann
ikki
vildi
víga
fráskild,
hevur
nógv
orðaskifti verið um henda
spurning.
Mánakvøldið
segði
Jógvan Fríðriksson, bispur
við útvarpið, at hann
hevði einki ímóti sjálvur
at víga fráskild, men hann
hevði onga heimild til at
áleggja øðrum prestum at
gera tað sama. Sambært
kunngerð hava prestarnir
rætt til at nokta, segði
bispur.
Kunngerðin, sum bispur
vísti til, er kunngerð nr.
43 frá 25. januar 2002 fyri
Føroyar
um
kirkjuliga
vígslu í fólkakirkjuni.
I øðrum kapitli, §2 stk.
5 stendur m.a.
....Præsten
kan
dog
nægte at vie en fraskilt...
Prestar
kunnu nokta
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna, sleppur í dag í
tinginum at svara einum fyrispurningi,
um hon vil broyta regluverkið, so prestar
ikki kunnu bera seg undan at víga
fráskild