Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. februar 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 27 - 9. februar 2010 Seinastu vikurnar hava tvey dansiskeið verið í fimleikar­ høllini í Tofta skúla, og undirtøkan hevur verið velduga stór. Jóhanna Petersen, skeiðsleiðari, sigur, at hesi tiltøk vóru rættiliga fólkslig, tá hugsað verður um stóru undirtøkuna, sum bæði skeiðini fingu millum børn, ung og tilkomin Dansitiltak Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Dansiskeiðini, sum skipað hevur verið fyri á Toftum seinastu vikurnar, hava verið sera væl eydnað. Hitt fyrra tiltakið var fyri trimum vikum síðan, og tá undirtøkan var nógv størri, enn nakar droymdi um, varð skipað fyri einum nýggjum tiltaki av sama slagi seinasta vikuskiftið. Hava gott tak - Vit vóru sera væl nøgd við undirtøkuna á tí fyrra skeiðnum, og eg tordi slett ikki at droyma um, at hon fór at gerast enn størri á tí seinna. Men tað gjørdist hon veruliga. Jóhanna Petersen, skeiðs- leiðari, sigur, at seinasta fríggjadag og leygardag vóru ikki færri enn 120 fólk til enskan dans og linedans, umframt at eini 40 børn somu dagar vóru til rock’n roll og dansispøl. Byrjað varð seinnapartin seinasta fríggjadag klokkan 16, og dansað varð til klokkan 22 fríggjakvøldið. Síðan varð lagt fyri aftur leygarmorgunin klokkan 10, og skeiðið endaði leygardagin klokkan 17. Undirvísarar vóru Anna Kirstin Thomsen og Mia Cameron. Jóhanna Petersen sigur, at tær báðar hava sera gott tak á undirvísingini, og tað liggur væl fyri hjá teimum at fáa øll við, bæði børn, ung og tilkomin. Góðar umstøður Jóhanna Petersen sigur, at umstøðurnar í nýggju og stóru fimleikarhøllini í Tofta skúla eru sera góðar. - Í høllini er høgt til loft og vítt til veggja. Høllin er útgjørd við sera góðum ljóðanleggi sum ger, at alt riggar so væl. Eini 90 fólk kunnu vera á gólvinum í senn, og hetta ger, at ein serligur stemningur verður skaptur í einum góðum umhvørvi Hon sigur, at luttakararnir fingu kaffi í steðginum, og tá høvdu fólk høvi at práta saman. - Tá hvørt skeiðið sær var liðugt, varð tikið saman- um, og bæði skeiðsluttakarar og undirvísarar vóru samd um, at hetta hevði verið eitt sera væleydnað dansiskeið – eins og hitt fyrra eisini eydnaðist avbera væl, sigur skeiðsleiðarin. Fólksligt tiltak Jóhanna Petersen, sum annars er lærari við Tofta skúla, sigur, at hesi bæði tiltøkini vóru so mikið stór, at tey saktans kunnu rópast fólkslig tiltøk, sum hon tekur til. - Eg eri sera fegin um, at so nógv fólk, bæði børn, ung og tilkomin, kundu fáa gleði av umstøðunum í nýggju fimleikarhøllini, samstundis sum tey á hesum báðum skeiðunum lærdu nógv og fingu góð upplivilsir – í gaman og álvara, sigur Jóhanna Petersen, skeiðsleiðari. 160 hugnaðu sær við dansi, spæli og práti Børn og vaksin hugnaðu sær óført undir góðum umstøðum og kønari leiðslu Varðin og Fiskaklettur landa í Klaksvík Í morgin landa trolbátarnir Varðin og Fiskaklettur í Klaksvík. Í gjár, tá Landingarmiðstøðin í Klaksvík, frætti frá bátunum, høvdu teir ávikavist 20.000 og 28.000 pund inni. Á Landingarmiðstøðini vænta tey eisini partrolararnar Safir og Smargad hósdagin og línuskipini Ågot og Klakk fríggjadagin. Nakað av útróðrarfiski kemur upp á land í Klaksvík, tá roynandi er, og sagt verður haðani, at bátarnir, sum royna við línu, liggja millum góð 100 pund og 200 pund á línuna. Enn er lítið frætt um snelluútróður á Norðhavinum, men hetta er tíðin, tá bátarnir, sum royna við snellu, plaga at leita sær norður á várfiskaleiðirnar. Í gjár og í dag var eingin størri landing í Klaksvík, men nakað av útróðrarfiski er komin upp á land báðar dagarnar.