týsdagur 9. februar 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 - 9. februar 2010
19
vón um betring, og at enda tvung
in til at síggja eina varandi neyð
arsligheit í eyguni (ein neyð ars
ligheit, sum kanska tekur ár at
lekja, um tað yvirhøvur er gjør
ligt). Føddur við eldsál, livandi
sinni og opin fyri skemti og
veitslu lívi noyddist eg longu tíð
liga í mínum lívi at liva fyri meg
sjálvan og í einsemi. Og um eg
onkuntíð vildi seta meg ímóti
hesum, áh, hvusssu hart varð eg
ikki avvístur vegna mína vánaligu
hoyrnu, og hóast hetta var eg ikki
førur fyri at siga við fólk: Tosið
harðari, rópið, tí eg eri deyvur!
Áh, hvussu skuldi eg viðganga, at
sansurin sveik, sum hjá mær
skuldi verið meira fullkomin enn
hjá øðrum, ein sansur, sum eg
eina ferð átti í so ríkiligum máti,
so ríkan, sum tað bert er unnað
teimum fáu. Nei, eg kann tað ikki.
Fyrigevið mær tessvegna, tá ið tit
síggja, at eg víki undan, har eg so
fegin vildi møtt tykkum. Dupult
ónt voldar mín ólukka mær, tí at
hon eisini má gera meg undir
mettan. Gleðina um samveru við
gevandi, mennandi og hugvekjandi
samrøðum er nakað, eg má liva
fyriuttan. Eg eri næstan heilt
einsa mallur. Bara tá tann beiska
noyðslan krevur tað, tori eg at
vera saman við fólki. Sum eitt
burturvíst má eg liva. Komi eg
nær fólki, gerist eg nervøsur og
bangin, at mín standur verður
uppdagaður. – Soleiðis hevur tað
eisini verið tað hálva árið, eg havi
verið her í Heiligenstadt. Mín
skila góði lækni hevur rátt mær til
at eira míni oyru í so stóran mun
sum gjørligt, og hann gongur
sostatt míni hugsan á møti. Hóast
hetta kann eg ikki lata vera við
onkuntíð at vera saman við fólki.
Men denn eyðmíkt, tá onkur undir
mínari lið hoyrdi eina floytu langt
burturi, og eg einki hoyrdi. Ella tá
onkur annar lurtaði eftir ástar
sangi, meðan eg einki hoyrdi...
Slíkt fær meg at fella í vónloysi,
og tankin at taka mítt egna lív er
ikki fjarur. Bert eitt, listin, helt
meg frá hesum. Huff, eg helt tað
var ógjørligt at fara úr verðini,
áðrenn eg hevði fullført alt tað, eg
føldi meg kallaðan at avrika, og
so hóraði eg framhaldandi hetta
vesaliga lívið – ja, sanniliga vesa
ligt við einum likami so ovur við
kvæmt, at ein evarska lítil broyting
kundi tveitt meg frá eydnusamastu
kenslu niður í svartasta vónloysi.
Tolsemi, soleiðis ljóðar tað, má
eg nú velja til mína leiðarastjørnu.
Tað havi eg gjørt. Eg vóni, at mín
avgerð um at halda út vil vara við.
Til tað hugar teirri strongu lagnu
gudinnuni at kuta mín lívstráð.
Kanska fer tað at gangast mær
betri – kanska ikki; eg taki tað,
sum tað kemur. Longu í mínum
28. ári var eg noyddur at vera
filosoffur, tað er ikki lætt, hjá
einum kunstnara er tað tyngri enn
hjá nøkrum øðrum.
Guddómur, tú sum sært inn í
meg, tú veitst eisini hetta; tú
veitst, at tað rúmar mannakærleika
og trongd til at fremja góðar gerð
ir. Áh, menniskju, tá ið tit eina
ferð lesa hetta, síggið tá, at tit
hava gjørt mær órætt; onkur av
tykkum, sum er ólukkuligur, vil
ugga seg við tankan um at hava
funnið ein av sínum líkamonnum,
ein, sum við øllum forðingum,
náttúr an hevur lagt á hansara leið,
tó hevur gjørt alt, sum stóð í
hansara makt, fyri at verða tikin í
røðina av virðiligum kunstnarum
og menniskjum.
Til mínar brøður, Karl og Jo
hann, tá eg eri deyður, og um
Schmidt, professari, enn er á lívi,
biðið so hann frá mær um at
greiða frá mínari sjúku. Og tað,
eg her skrivi, skulu tit leggja sam
an við mínari sjúkrasøgu, til tess
at heimurin kann, í tað minsta
eftir mín deyða so vítt sum hetta
er gjørligt, sættast við meg.. –
Sam stundis innseti eg tykkum
sum arvingar til tað sindrið, sum
er av jørðiskum góðsi (um man
kann brúka eitt slíkt heiti). Býtið
hetta ærliga og siðiliga millum
tykk um og verið vinir og hjálp
samir hvør móti øðrum. Hvat tit
hava gjørt móti mær, tað vita tit,
er langt síðani fyrigivið. Tær, Karl
bróður, vil eg serliga takka fyri
tann kærleika og trúskap, tú hevur
víst mær ta seinastu tíðina. Tað er
mítt ynski, at tykkum verður unt
eitt betri og meira sorgleyst lív
enn mítt.
Lær tykkara børn, at einans
viljin til tað góða kann skapa
eydnu, ikki peningur. Eg tosi av
erfaring. Tað var viljin til tað
góða, sum helt mær uppi, sjálvt í
neyðini. Næst eftir mín kunst er
tað hesin viljin, eg kann takka
fyri, at eg ikki endaði mítt lív við
sjálvmorði. – Livið væl og elskið
hvønn annan. Eg takki øllum
mín um vinum, serliga Lich
nowsky, fúrsta og Schmidt, pro
fess ara. – Musikkinstrumentini
frá Lichnowsky, fúrsta ynski eg
skulu goymast hjá tykkum. Men
so skjótt tey ikki eru tykkum til
nakra nyttu, so seljið tey bara. Tað
vildi glett meg at kunna verið
tykk um til nyttu sjálvt í mínari
grøv!
Lat alt ske soleiðis. – Við gleði
gangi eg deyðanum á møti. Kemur
hann, áðrenn eg havi fingið
møgu leikan at royna mínar listar
gávur til fulnar, so kemur hann,
hóast mína hørðu lagnu, kortini
ov tíðliga, og eg vildi tá ætlandi
ynskt, at hann kom seinri. – Men
um so verður, eri eg nøgdur:
Loys ir hann meg ikki tá úr einari
markleysari líðingartilveru? –
Kom tá tú vilt, eg gangi tær djarv
ur á møti.
Livi væl og gloymi meg ikki
heilt, tá eg eri deyður... Eg havi
tað uppiborið av tykkum, eg,
sum so ofta í mínum lívi havi
hugs að mær at gjørt tykkum
eydnu samar; veri tað!
Eftirskrift:
Tann lítla vónin, eg hevði, um í
minsta lagi so dánt at verði heilsu
grøddur, má eg nú uppgeva. Sum
bløðini følna á heysti, er tað nú
eisini gingið við hesum…. Áh,
for sjón, lat eina ferð ein ljósan
gleðisdag upprenna fyri mær. So
alt ov leingi hevur tað innarliga
afturljóðið av sannari gleði verið
mær fremmant. Nær, puff nær, áh
guddómur, skal eg aftur kunna
møta henni í náttúrunar og menn
iskjunar templi? Ongantíð? – Nei,
tað vildi verið ov hart!”
oOo
1808 var deyvleikin so framkomin,
at Beethoven trupult kundi luttaka
í vanligum samrøðum. Seks ár
seinri var hann noyddur at gevast
sum tann gudaborni pianistur,
hann var, og hann kundi heldur
ikki hoyra tað, ið fólk róptu til
hannsara. Í 18181820 varð hann
stokkdeyvur.
Tá ið tann ódoyggiliga 9. sym
foniin á fyrsta sinni varð framførd
tann 7. maj 1824 í Wien, stóð
Beet hoven á pallinum við síðina
av dirigentinum. Hann var sum
sagt stokkdeyvur, hoyrdi einki.
Hann varð tá so væl móttikin og
heiðraður, at politiið noyddist at
leggja uppí, fyri at fáa ró í sjón
leikarhúsinum.
Um hesa 9. symfoniina skrivaðu
bløðini m.a.: ”Beethovens genius
(verndarandi) vísti seg aftur í hesi
stórfingnu, gigantisku kom posi
tión heilt í síni ungdóms originalu
magi og megi…..sum avdúkaði
ein nýggjan heim í tí heilagu
listini.”
Á originalpartiturið til opnings
satsin til ta veldugu messuna
Missa solemnis skrivaði Beet
hoven: ”Von Hertzen – möge es
wiede zu Hertze gehen.” Tað tók
honum fleiri ár at gera hesa miklu
messu fyri soli, kór, orgul og or
kestur lidna, men tá hon so varð
framførd í 1823, hoyrdi hann
einki. Stokkdeyvur. Verkið er so
stórt og krevjandi, at í meira enn
100 ár varð messan bert framførd
í koncerthøllum, áðrenn hon kom
í kirkjuumhvørvi, sum hon upp
runaliga var ætlað .
Heystið 1826 gjørdist Beethoven
álvarsliga
sjúkur
ætlandi
av
lungna bruna og av einari sjúku,
sum var ókend tá í tíðini, men í
dag verður hildið, at sjúkan
skorpu livur tók lívið av Beet
hoven, hóast hann als ikki var
alko holikari. – Niðurundirkomin
sálarliga og likamliga man vera
tann sanna orsøkin til deyða
hansara. Januar 1827 var hann tó
so mikið væl fyri, at hann kundi
fara undir arbeiðið, sum hevði
ligið á láni: ein fýrhent klaver
sonata, oratoriið Saul og David
o.a..
Men tíanverri, batingin varð
ikki drúgv. 24. mars á morgni
sama árið varð honum veitt altar
sins sakramenti. Vinir hansara
vóru hjástaddir. Tá ið bírættingin
var liðug, segði hann døsin:
”Plaudite, amici, comoedia finita
est” (Klappið, vinir, komedian er
liðug). Løtu seinni kom ein kassi
av víni frá einum góðum vini.
Beet hoven skeitti á kassan og
segði: ”Tíverri, ov seint, harmi
ligt, harmiligt.” Hetta vóru hansa
ra seinastu orð.
Seinrapartin 26. mars 1827 var
ein bróðurkona Beethovens og
ein vinmaður Schuberts einsamøll
saman við tí doyggjandi Beet
hoven. Brádliga kom eitt snarljós,
sum lýsti kamarið, har hann lág,
og so gekk toran. Beethoven opn
aði eyguni, lyfti sína høgru hond
og knýtti nevan; lyfti so høvdið
eitt sindur, andlitið var álvarsligt
og hóttandi. Løtu seinri var hann
deyður.
Jarðarferðin var tann størsta,
fólk vistu um, eini 20.000 fólk
fylgdu Beethoven til jarðar.
Hann doyði 56 ára gamal – tá
vorðin ódoyggiligur!
Heiðursborgari i Wien varð
hann gjørdur 1815.
Í Elysium – har tey ódoyggiligu
dvølja – ljómar fagnaðarsangur og
fagnaðartónar í Níggjundi sym
foni: Freude! Seid um schlung en,
Millionen! Über Stern en muss er
whonen!
Keldur:
Musikkens Verden 1964.
Robin May, Beethoven.
Fotokopi av Heiligenstadt-
testamentinum fingið
við vælvild frá Arna Andreasen,
musikari og keypmaður.
Í hesum húsinum skrivaði
Beethoven Heiligenstadt-
testamentið