týsdagur 9. februar 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 27 - 9. februar 2010
hugleiðing
Heri Mohr
Tað verður hild
ið, at Ludwig
van Beethoven
er føddur tann
16.
desember
1770 í Bonn. Á
dóps váttanina, dagfest 17. de
semb er 1770, hevur hann sjálvur
skrivað: ”Dópsattestin tykist ikki
at vera bein, av tí at tað var ein
annar Ludwig undan mær.” Síðani
hevur hann skoytt upp í: 1772.
Hetta árstalið er eisini á ymiskum
skjølum, pápin hevur skrivað, og
keldur vilja vera við, at pápin,
tenorsangari og musikari, vildi
gera hendan evnaliga sonin av
sjey børnum so ungan sum gjør
ligt sum ”undurbarn.” Tá í tíðini
vórðu børn vanliga fødd og doypt
dag um dag.
”Kanska” ella ”ætlandi” eru
orð, sum tíðum mugu brúkast um
barnaárini hjá Beethoven, tí so
nógv ivasamt og umstrítt verður
sagt um tað tíðarskeiðið; og ikki
minst um pápan, Johann: Var
hann eitt fitt og dámligt menniskja
við hepnari hond sum musikk
lærari? Ella var hann kanska eitt
skrímsl, sum vildi tjena pening
upp á tann gávuríka sonin, og
hann tessvegna dróg drongin úr
songini um náttina til venjingar.
Hann, pápin, kundi tíðum vera
fullur, kravmikil og strangur –
hann vildi jú gera sonin til undur
barn – og um hann hevur verið so
órímiligur, at hann beinleiðis
hevur stongt Ludwig inni í kjall
aranum, vita vit ikki við vissu.
1779, tá hevur Ludwig verið 9
ára gamal, gjørdist eitt týðandi ár
hjá honum, tí tá dugdi pápin at
síggja, at neyðugt var at útvega
soninum musikkundirvísing á
hægsta stigi. Tessvegna komu
aðrir, kendir lærarar at undirvísa
hesum evnaríka drongi, og 11 ára
gamal gjørdist hann næmingur
hjá tí virda Christian Gottlob
Neefe, sum um somu tí gjørdist
hofforganistur. Árið eftir varð
Beethoven assistentur og vikarur
hjá hofforganistinum. Tann 2.
mars 1783 skrivaði Neefe í einari
grein, at um Beethoven helt fram,
sum hann var byrjaður, fór hann
at gerast ein annar Mozart.
Fólk fóru nú at leggja merki til
Beethoven. 1783 gjørdist hann
cembalistur í einum orkestri, og
sama árið gav hann út 3 klaver
sonatur.
Beethoven fekk styrk til náms
dvøl í Wien, og 1787 – 16 ára
gamal – fór hann til Mozart har at
fáa vegleiðing í tónleiki. Hann
fekk høvi at improvisera eitt ávíst
tema við fugu eftir Mozart.
Mo zart – tá 31 ára gamal – gjørd
ist púra bilsin og segði bergtikin
við tey, ið hoyrdu hesa drúgvu
improvisering: ”Leggið merki til
hendan mannin, hann verður av
sonnum navnframur.” Um sama
mundi doyði mamma Ludwig av
tuberklum, og tessvegna noyddist
hann at slíta námsferðina og fara
heim aftur til Bonn. Tað var eitt
lemjandi slag fyri Beethoven at
missa mammuna, sum hann mint
ist við stórum kærleika og sum
sín besta vin. Tá vísti hann sína
óvanligu karakterstyrkju. Hann
átók sær leiklutin sum álitið í
familjuni. Frá pápanum bað hann
um at fáa hansara hálvu løn, til
tess at hann (Ludwig) kundi
forsyrgja sínum smærri systkjum.
1792 fór Beethoven aftur tll
Wien, og har varð hann verandi
restina av sínum lívi. Har kom
hann tá í læru hjá Haydn ( Mozart
doyði 1791), men tað gekk ikki
altíð so væl, Beethoven vildi
ganga sínar egnu leiðir; fylgdi
ikki altíð teimum teoretisku regl
un um. Hann segði: ”Eg vil læra
tað, sum samsvarar við reglurnar
fyri at finna tann besta mátan at
bróta tær upp á.”
So við og við stóðu honum
dyrn ar opnar hjá yvirstættini í
tónlistini í Wien. Hansara persón
ligheit gav honum virðing, og
hann var væl sæddur, hóast hans
ara trupla sinnalag og bersøgni.
Hann lærdi seg at dansa, átti
ríðingarhest, hevði arbeiðskonu
og køkshjálp. Varð ofta og tíðum
forelskaður, men tað vardi ikki so
leingi hvørja ferð. Sum oftast
vóru tað damur av tí betra
slagnum, ið hann fall fyri – ella
tær fyri honum!
Tá Beethoven doyði í 1827,
vórðu trý brøv, hann hevði skrivað
við blýanti, funnin í einari loynd
ari skuffu í hansara skrivaraborði.
Tey vóru dagfest, men við ongum
árstali. Ymiskt er gitt um, nær
brøvini kunnu vera skrivaði. Vin
maðurin Anton Schindler, sum
skrivaði eina Beethovenbiografi,
vildi vera við, at brøvini vóru frá
1801, og at tey vóru ætlað Theresu
von Brunswick, hansara ódoyggi
ligu (die unsterbliche Geliebte),
sum hann í eini tvey ár skal hava
verið trúlovaður við í duldum.
Brot úr hesum brøvum:
6. juli á morgni:
”Til ta ódoyggiligu elskaðu. Mín
eingil! Mítt alt! Mítt eg! Bert
nøkur fá orð í dag og tað við
blýanti (við tínum). Heldur ikki í
dag fái eg skrivað tær alt tað
mínum lívi viðvíkjandi, sum eg í
hesum døgum havi umhugsað
(…), Uff, tað eru løtur, hvar eg
haldi, at orð einki siga (…)”
6. juli á kvøldi:
”(…) Eg gráti, tá eg hugsi, at tú
einki frættir frá mær fyrr enn
komandi leygardag (…) Hvussu
nógv tú so enn elskar meg – eg
elski teg upp aftur meira. Ver
ongantíð bangin fyri at siga mær
tað (…)”
Í sínari dagbók skrivar Beet
hoven: ”Tú eigur at vera eitt
menn iskja, sum ikki livir fyri teg
sjálvan, men einans fyri onnur!
Fyri tær gevst ikki onnur lukka
enn hon, sum kann veitast tær av
sannari list. Áh, Gud! Veit mær
megi til at vinna yvir mær sjálv
um! Einki í lívinum eigur at binda
meg.”
Beethoven var alt sítt lív ein
einsamallur maður. Upp á spurn
ingin, hví hann ongantíð hevði
gift seg, svaraði hann skemting
arsamt: ”Hjá konufólkunum hava
sálirnar einki likam og likamini
onga sál.”
”Góðan morgun, tann 7. juli:
Meðan eg enn liggi her í mínari
song, streyma tankarnir inn yvir
meg, mín ódoyggiliga elskaða –
so glaðir, so syrgnir bíða teir eftir
lagnuni, hvørt hon vil bønhoyra
okkum.
Liva kann eg bara einans heilt
við tær ella als ikki. Ja, eg havi
avgjørt at fjakka í verðini, til eg
kann tveita meg í tínar armar, og
heilt kenna meg heima har hjá tær
– og lata mína sál, elt av tær, stíga
upp móti andanna ríki.… Ongan
tíð kann ein annar eiga mítt hjarta
– ongantíð, ongantíð! Áh, Gud,
hví skal man vera burturstadddur
frá henni, man elskar?...Ver rólig
– elska meg – í dag – í gjár – Eg
gráti, soleiðis leingist mær eftir
tær – tær – tær! Mítt lív – mítt alt
– Liv væl! Áh, elska meg altíð,
undirmet ongantíð tín elskaða
Ludwigs trúfasta hjarta. Ævigur
tín – æviga mín – ævig vit bæði.”
Hóast Beethoven fyri tað mesta
var í aristokratiskum umhvørvi,
hevði hann onga virðing fyri tí, ið
hevði rákan av etikettu; hetta kom
t.d. til sjóndar í einari frásøgn frá
1812, tá hann og Goethe hittust í
Karlsbad:
”Kongar og fúrstar kunnu nokk
gera professorar og geheimiráð
(gamal tittul/hm) og hanga titlar
og heiðursmerki á teirra bringu,
men stór menniskju kunnu teir
ikki gera – ikki ond, sum hevjar
seg upp yvir mongdina. Tá ið
menn sum Goethe og eg koma
saman, skulu hasir harrar (kongar
og fúrstar/hm) merkja, hvat fólk
sum vit halda vera stórt. Á heim
vegnum møttu vit báðir allari
teirri keisarligu familjuni. Goethe
slapp mínum armi fyri at stilla
seg við vegjaðaran og tók hattin
av høvdinum ( …..) Aftaná gav eg
honum eina ordans yvirháling og
vísti á hansara syndir. Eg gav
onga pardon.”
Beethoven
merkti
lagnunar
kvørkratak, sum so líðandi gjørdi
hann deyvan. Hetta hevði ómeta
ligan ávirkan á hansara sinn og
sál. Hann gjørdist tónlistanna
gigant ur proportionalt við hoyrn
ini, sum hvarv. Nøkur av hansara
mætastu verkum, eitt nú ódoyggi
liga 9. symfoni, hoyrdi hann als
ikki, meðan hann stóð á pallinum
saman við dirigentinum, tá sym
foniin varð spæld á fyrsta sinni í
1824. Og sama árið varð velduga
og kravmikla messan Missa
solemnis, sum hann hevði arbeitt
við í 5 ár, eisini framførd á fyrsta
sinni. Hana hoyrdi hann heldur
ikki.
Í longri tíð duldi hann fyri fólki,
at hoyrnin var farin at bila. Hann
helt, hetta at gerast deyvur, var
stór skomm.
Í 1801 skrivaði Beethoven so
ljóðandi til vin sín Franz Wegel
er:
”Hesin óndsinnaði illi andin,
mín vánaliga hoyrna, hevur lagt
ein tungan stein á mínum vegi. Í
eini trý ár eri eg farin at hoyra alt
verri og verri….Eg livi lívið á ein
neyðarsligan hátt. Í næstan 2 ár
havi eg hildið meg burtur frá
øllum vertskapi, tí fyri meg er tað
ógjørligt at siga við fólk: Eg eri
deyvur! Hevði eg so havt eitt ann
að starv, so kundi tað av neyð
gingið, men í mínari lívsgrein er
hetta ein ræðulig støða. Og so
mínir fíggindar, sum ikki eru fáir,
hvat vildu teir ikki sagt. Ofta havi
eg forbannað mínum skapara og
mínari tilveru. Plutarch hevur lært
meg resignatión. Eg skal eftir
føri muni standa ímóti mínari
lagnu, hóast tað eru løtur í mínum
lívi, hvar eg kenni meg sum Guds
ólukkuligasta skapning av øllum.
Eg biði teg ikki siga nøkrum frá
mínari støðu…”
Og so tann 6.oktober 1802
skrivar Beethoven eitt hjartanem
andi bræv til sínar brøður Karl og
Johann. Um tað mundið helt
Beet hoven til í bygdini Heiligen
stadt nærhendis Wien. Tessvegna
er brævið kent undir heitinum
Heiligenstadt testamentið
”Áh, tit menniskju, sum halda
meg vera hatskan, stívrendan og
mannaillviljaðan, hvønn órætt
gera tit mær ikki! Tit kenna ikki
tað dulda, sum kann vera orsøkin
til tykkara hugsan. Heilt frá barn
aárum hevur mítt hjarta og sinn
verið tongt at góðsku og vælvild.
Eg havi altíð verið bitin av at gera
okkurt stórt; men sum tit vita, so
havi eg í eini seks ár verið raktur
av einum ólekiligum breki, sum
ódugnaligir læknar hava gjørt
verri. Ár eftir ár snýttur í mínari
Nøkur brøv frá Beethoven
Ludvig van Beethoven
Therese von Brunswick