týsdagur 9. februar 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 - 9. februar 2010
17
tíðindi
Prógv
Tann 4. desember 2009,
fekk Sjúrður Hammer,
Tórshavn, prógv sum
lívfrøðingur frá
University of Glasgow,
við heitinum Master of
Research (M.Res) in
Marine and Freshwater
Ecology and
Environmental
Management. B.Sc. í
Lívfrøði hevði hann
frammanundan tilkið á
University of Aberdeen.
Prógv
Hildur Enni hevur tann
29. januar fingið prógv
sum professionsbachelor í
fysioterapi á Professions
højskolen Metropol í
Keypmannahavn.
Dagurin
9. februar. Appolonia, deyð umleið ár
250. Ein kona í Aleksandriu, sum fyri
trúar sakir varð pínd og dripin.
Halgisøgan sigur, at hon fekk allar
tenninar trektar út og varð síðani brend á
báli. Hon er verndarhalgimenni hjá
tannlæknum. Navnið er eftir grikska
gudinum Apollon, hin ljómandi.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum,
2. broytta útgáva 2008)
Tíðindaskriv
Síðst í mars kemur danski
styling hår og makeup ser
frøðingurin Dennis Knud
sen til Føroya.
Dennis hevur egna salong
í miðbýnum í Keypmanna
havn, og hann stylar nógv
av teimum kendu fólkunum
í býnum. Hann ger t.d. hár
ið hjá Mariu, konuni hjá
Prins Joachim, hvønn dag.
Fríggjakvøldið 26. mars
kl 20.30 hevur hann eitt
kvøld fyri privatfólki, bindi
klubbum og fyritøkum, og
leygardagin 27. mars kl. 16
er tað fyri frisørar, stylistar
og kostmelogar.
Tilmelding fer fram á:
wellness@wellness.fo
Dennis Knudsen
til Føroya
Fríggjadagin
5.
februar
andaðist Elsba Hardlai í
Havn, 70 ára gomul. Elsba
er
best
kend
frá
mótahandlinum 29 v/Elsbu
Hardlai í Tróndargøtu, sum
hon rak saman við mann
inum Jan Hardlai.
Hon var eisini kend undir
navninum Elsba í Skotinum,
tí hon byrjaði sum sjálv
støðug handilskvinna við
mótahandlinum í Skotinum
úti á Reyni í 1976.
Í november 1977 læt
SMS upp, og har var Skotið
til 1984, tá handilin flutti
oman í Bringsnagøtu.
Síðan 1990 hevur handil
in verið í Tróndargøtu 29
og eitur 29. Elsba og Jan
hava arbeitt væl saman øll
hesi árini, og handlarnir
hava havt sín heilt serliga
stíl.
Elsba var dóttir Karolinu,
f. Magnussen, úr Saksun,
og Mads Andreas Jacobsen
(1891 1944), sum
M.A. Jacobsens virðisløn
irnar eru uppkallaðar eftir.
Elsba
átti
seks
børn
umframt ommu og lang
ommubørn.
Elsba Hardlai
farin
Elsba og Jan Hardlai
Lesið Sosialin - so eru tit við