Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. februar 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 27 - 9. februar 2010 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Kórseting yvir Hjørdis Mellemgaard, Høje Taastrup, ættað úr Miðvági, verður týsdagin kl. 11.00 í Vejlegård Kirke, Ishøjboulevard 1, Ishøj. Jarðarferðin verður lýst seinni. Elsba Hardlei, Tórshavn, fer til gravar úr Havnar Kirkju mikudagin kl. 13.00. Erika Jacobsen úr Haraldssundi andaðist á Norðoya Røktarheimi sunnudagin 7. februar, 85 ára gomul. Jessy Ryggstein, Skopun, fødd Vestergaard Christi­ ansen, ættað úr Hørg, Sumba, andaðist á Áargarði 8. februar, 81 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaða dóttir, systir og svigarinna Anja í Lambanum Fuglafirði brádliga andaðist og varð jarðað. Tøkk til tykkum øll, sum vóru um okkum í sorgini, tøkk til tykkum, sum komu inn á gólvið, ringdu og sendu heilsan. Tøkk til Ælabogan sum spældi í kapellinum, tøkk til Siloakórið og Teir 8, sum við sangi gjørdu jarðarferðina serliga hátíðarliga. Tøkk til samkomuna í Siloa og til Fuglafjarðar kirkju fyri hjartaliga umsorgan og praktiska hjálp til jarðarferðina og ervið. Tøkk til øll tykkum, sum á ymsan hátt vóru har, tøkk til tykkum sum bakaðu til ervið og hjálptu til á annan hátt. Tøkk til øll, sum vildu minnast Anju við at lata pening til tónleikabólkin Ælabogan. Og at enda, tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Malena, Steinbjørn, Sandy og Jana Sagt verður frá, at okkara elskaða kona, mamma, omma, langomma og vermamma Elsba Hardlei Tórshavn andaðist fríggjadagin 5. februar, 70 ára gomul. Jarðarferðin verður mikudagin 10. februar kl. 13.00 úr Havnar Kirkju. Fyri tey avvarðandi Jan Merkisdagar 50 ára føðingardagur 18. feb. verður Símun Poulsen, Bøgøta 15, Klaksvík, 50 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 20. feb í Skálanum frá kl. 17, har øll eru hjartaliga vælkomin. Tey í vilja gleða Símun við at koma í føðingardag, kunnu siga frá á tlf. 221265 ella 220109 innan 14. feb. 75 ára føðingardagur Fríggjadagin 12. feb. verður Arni Johannesen, Tórshavn, 75 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 13. feb. millum kl. 11­ 16 hjá soninum í Faksagøta 5 á Norðasta Horni. 90 ára føðingardagur Leygardagin 13. feb. fyllir Eivind Gudmundsen, Sandavágur, 90 ár. Dagurin verður hildin í SÍF­húsinum frá kl. 16 til 21. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Hósdagin 4. feb. hava Oda og Árni Frederiksberg, á Strondum, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin fíggjakvøldið 19. feb. frá kl. 18 í Kelduni í Skálafirði. Diamantbrúdleyp Fríggjadagin 12. feb. hava Hanna og Eirik Justinussen, Leirvík, diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin hjá dóttrini á Dalavegi 40, Tórshavn, millum kl. 14 og 18. Mánadagin 1. februar vóru 30 ár liðin síðan Per Skov Christensen gjørdist polit­ istanæmingur í 1980. Per Skov Christensen er føddur 9. august 1953 í Viborg í Danmark. Eftir lokna útbúgving gjørdist hann politistur í Keypmannahavn, til hann 1. oktober 1986 varð settur sum polistur í Havn. Síðan 1. mars 1991 hevur hann arbeitt á kriminaldeildini. 30 ára starvsdagur Fríggjadagin 29. januar kundu trý av starvsfólkunum hjá Solar Føroyum hátíðar­ halda sín 25 ára starvsdag í fyritøkuni. Tey eru Finn Jørgensen, sum er stjóri í dag, Anna Petersen, skrivstovukvinna, og Sven Stensborg fíggjar­ leiðari. Solar Føroyar varð stovn­ að í januar 1985. Tá helt fyritøkan til í bygninginum hjá Thomas Dam á Hálsi. Í dag heldur Solar Føroyar, sum hevur 12 fólk í starvi, til í egnum virkisbygningi við Vegin Langa í Hoyvík. 25 ára starvsdagar Finn Jørgensen, Anna Petersen og Sven Stensborg hava arbeitt hjá Solar Føroyum í 25 ár Mynd: Jens Kristian Vang