týsdagur 9. februar 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 - 9. februar 2010
15
viðmerkingar
Uttan nakað hóvasták
eru áirnar við Norðskála
tiknar upp í vatnorku
skipanina við Eiðisvatn.
Hvat fingu vit burturúr,
og hvussu sær út?
Sum ein eik hevur Stórá
við Norðskála ligið í lend
inum í túsundi av árum.
Rótin á Móstøðuni í Sund
inum, og bulurin úr sjóar
málanum og niðan í Skála
gjógv niðanfyri landsvegin.
Omanfyri landsvegin savn
ast greinarnar úr ymsum
ættum.
Undan Gráakletti og
Gráasteini fyri norðan
kemur Daláin so smoykin.
Tippisá við sínum løkum
kemur av Skálaskarði,
om an ígjøgnum Ovaru
foss ar og Niðaru fossar og
Fossagjógv. Stundum er
fossurin í Fossagjógv ein
lítil løkur, sum sigur stillar
søgur um blómur og fuglar
á leiðini. Aðrar tíðir sum
froysandi ódjór, ið vil taka
trøllið í fossinum við sær í
ferðini, men enn stendur
tað líka treiskt, sum tað
hevur staðið í øldir.
Síðani leikar Tippisá
oman í Dal, har niðurfalnu
kráarløgini standa tøtt fram
við áar¬bakk¬anum, og
boða um lív í farnum tíð
um. Niðri í Tippi leggjast
greinar afturat undan
Fossabrúgv og Breiðateigi.
Skarðsá kemur av Skarð
inum undir Nøvini oman
móti Tingheyggi, og fellur
niður í Gjønna sunnanvert
Tingheygg. Skálá savnar
sær løkir úr lendinum
undir Stórarókshamri og
Lokkafelsryggi. Hon
savnar eisini løkir úr
Lokka felsduri, sum í øldir
hava grivið sær legu ígjøg
num Lokkafelsrygg. Skálá
fellur somuleiðis í stór bar
um fossi niður í Gjønna
sunnanvert Tingheygg. Úr
Gjønni gongur leiðin oman
á Túvu.
Í tronganum við Djúpa
kassarygg renna áirnar
sam an, og fara froysandi
oman í Djúpakassa, Skála
gjógv, Antarvað og á
Móstøðuna. Ósan, sum
einaferð var verdur eina
mørk, tí har vaks kræk
lingur í ríkum meingi. Har
heilsast áin og havið.
Vatnorkuútbygging
Fyri nøkrum árum síðani
varð farið at gera vatntunil
millum Svínáir og Norð
skála, soleiðis at vatnið úr
áunum við Norðskála
kundi leiðast norður til
Eiðisvatn. Henda verkætl
anin verður ofta nevnd
Eiði2.
Vegur varð gjørdur til
munnan til vatntunil nakað
sunnanfyri og niðanfyri
tunnilin á landsvegnum við
Norðskála. So varð farið at
spreingja. Bygdarfólkið
við Norðskála kvakk við
av ristingum og fjalladuni
bæði á degi og nátt í langa
tíð. Henda ófrætta fráboð
anin fjaraði so líðandi
burt ur, so hvørt sum
arbeiðið kom longur
norður. Skjótt lá stór rúgva
av sprongdum gróti frá
tunlinum oman eftir
Tunguni.
Næsta fráboðanin kom
seinasta vetur og vár, tá
Stórá rann tjúkk í evju í
langa tíð. Evjan rann út á
sjógv og litaði Sundið grátt
út á miðjuna og suður móti
Brúnni um Streymin. Allur
vøkstur í fjøruni var avtak
in av evju úr tunlinum.
Seinasta summar varð
farið at gera vatntøkurnar í
áunum. Smáar byrgingar at
samla vatnið í slokurnar.
Tyrla fleyg sum klokku
pendil millum vegin og
áirnar við betongi. Ikki
bara stóru áirnar, men hvør
løkur fekk sína vatntøku.
Sjey tøkur frá Skálá til
Tippisá umframt nakrar
norðanfyri Tippisá.
Um árskiftið seinasta
varð sagin sett á. Allar tær
ovaru greinarnar til Stórá
vóru kvettar av. Ikki ein
vatndropi sleppur framvið.
Stórá liggur nú sum ein
skerd eik eftir í lendinum,
har krúnan er kvett
omanav. Sært tú myndina
av fólnaðu innantómu
eikini?
Einki hóvasták
Uttan nakra nærri fráboðan
vórðu áirnar við Norðskála
knýttar upp í vatnorku skip
anina við Eiðisvatn. Einki
hóvasták. Eingin snórur
kliptur. Eingi hálovandi
tíðindafólk og eingi
mynda fólk. Hendingin er
ikki ein gongd nevnd á
heimasíðuni hjá eigara
num, okkara elfelag!
Nakrar myndir eru nú á
www.varvasteinur.net
Eingin tíðindafundur um,
hvussu ótrúliga stóran
týdning hesar áirnar hava
fyri grøna immiggið hjá
Føroyum. Einki um fyri
munir og vansar fyri
náttúru og umhvørvi á
staðnum. Einki um fyri
munir og vansar fyri
vinnuvirksemið í Sunda
lagnum. Eingi fram leiðslu
tøl og einki um, hvussu
nógvar CO2 eindir færri
verða sleptar út í lofthavið
við Føroyar, nú hesar
árinar afturat renna norður
í Eiðisvatn. Bara tøgn,
deyðatøgn.
Hvussu sær út?
Beint niðanfyri vatntøk
urnar er so at siga ikki ein
dropi av vatni í áunum.
Eisini sjálvt um tað hevði
regnað náttina framman
undan, eg kom framvið.
Fossarnir upp í Gjønni
sunnavert Tingheygg eru
so at siga heilt turrir, men
niðanfyri fossin rennur ein
lítil løkur, sum helst stavar
frá keldu har. Í Gjønni er
friður nú, kirkju garðs
friður!
Tippisá er serliga turr
meira enn hálva leið oman
móti Tippinum, men foss
urin í Fossagjógv slapp
undan, tí vatntøkan liggur í
gjómunnanum. Inni í
Fossagjógv ber enn til at
hoyra fossin siga søgur og
kvøða kappakvæði.
Nógv lendið setir til
áargreinarnar niðanfyri
vatntøkurnar, so væntandi
var, at nakað av vatni fór at
vera í ánni, tá vátt var um.
Ein vanligan vátan vetrar
dag rennur Stórá í turrari
summarfylling frá lands
vegnum omanfyri Norð
skála og oman á Móð
støðuna. Í turrari summ
arfylling mitt um veturin.
Tað er lítið at bjóða
fremmandafólki.
Nú kavin liggur, er
nakað tað sama av vatni í
ánni, tá hon kemur oman
til landsvegin, sum tá tað
hevur regnað. Uppi í
Gjønni sunnanvert Ting
heygg var løkurin ikki
deyðakaldur, men hevði so
frætt av jarðarfløga, at
hann bræddi kavan, og var
opnari her uppi enn longur
niðri.
Væntandi verður Stórá
sera lítil, tá turkur er um
summarið. Fossarnir í
Skálagjógv og í Antarvað
verða tá bert nøkur hým,
sum flaksa í líggja lotinum.
Eisini teir. Livst, so spyrst.
So skerdu teir eikina Stórá
– um vatnorku útbygging í Eysturoy
Vatntøka í Skálá
Fossur í Gjønni í regni
Stórá
Ingvard
FjallsteIn
Fossur í Gjønni 2010
Dýrar tryggingar?
Um eingin kapping er um
kundan, verða
tryggingarnar ov dýrar.
Frí og opin kapping á
tryggingarmarknaðinum,
er besta trygd fyri at
kundin ikki kemur at
gjalda yvirprís fyri
tryggingar.
Ein sínámillum avtala
um prísir á marknaðinum,
har bert tvey feløg eru,
kann einans skaða kundan
og í longdini eisini
tryggingarfeløgini. Vandin
kann tá verða, at vit ikki
koma at standa okkum í
kappingini og gerast
taparar fyri útlendskum
feløgum.
Í hesi og komandi viku
er val til umboðsráðið fyri
Ognarfelag Tryggingar
takaranna, har eg eri
valevni.
Eg vil virka fyri, at
kapping framhaldandi er á
tryggingarmarknaðinum,
til frama fyri teg sum
kunda og harvið í longdini
eisini fyri tryggingar felag
ið.
Fyri at náa bestu úrslit
um og bíligast tryggingum,
er týdningarmikið, at vit
javnan máta og dagføra
dugna skap okkara í mun til
bestu aktørar á marknað
inum (Benchmarking).
Niðanfyri er í stuttum
onnur mál eg eisini vil
arbeiða við:
• Betri gjøgnumskygni so
tryggingartakarin fær
innlit og kann fylgja við.
• At vit vísa virðing - fyri
fakinum,
tryggingartakaranum og
starvsfólkunum.
• At smærri íleggjarar fáa
arbeiðsfrið og
ognarfelagið arbeiðir har
aðrir ikki røkka.
• At virksemið í mesta
mun kemur føroyska
samfelagnum tilgóðar.
• At umsita ognir við dugna-
skapi og virðing fyri
tryggingartakarunum.
Tey, sum hava onkra trygg
ing hjá “Trygg ingar felagið
Føroyar” pr. 01. januar í ár,
hava rætt at atkvøða.
Atkvøðuseðilin kemur
ikki av sær sjálvum, tú skal
biðja um at fáa hann send
andi, fyri at tú kann at
kvøða.
Atkvøðuseðilin kann
umbiðjast á telefon
345600, á tbræv
umbodsradsval@trygging.fo
fax 345604 ella við at
fara inn eina av deildunum
hjá Tryggingar felagnum
Føroyar.
»Sjáldan fast tað í lag, ið
kemur í drag«, tí er umráð
andi at fáa hetta avgreitt
beinan vegin.
Eg vil við hesum biðja
um tín stuðul til Um boðs
ráðs valið.
Tórshavn, valevni
til Umboðs ráðið
fyri Ognar felag
Tryggingartakaranna
andrass
skaalum