týsdagur 9. februar 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 27 - 9. februar 2010
viðmerkingar
Nýggjar inntøkur,
sparingar og reformar
Formaður Fólkafloksins leggur, í fjølmiðlunum, alstóran
dent á at sparingar og samskipan av ymsum stovnum, í
samband við komandi fíggjarlóg. Áhuga vert, at hann
nevnir sparingar og samskipan innan nærum øll økir,
uttan tey, ið hann sjálvur umsitur. Eisini er tað sera
áhugavert, at hann metir, at betri umstøður hjá vinnuni
fara at syrgja fyri restini. Her nevnir hann, at
fiskastovnarnir eru við at koma fyri seg aftur, at vit skulu
draga útlendskar íløgur til Føroyar, menna ferðavinnuna
og so framvegis.
Nýggjar inntøkur
Jørgen Niclasen nevnir ikki eitt orð, um ein tann størsta
trupuleikan, ið hetta samfelagi hevur. Ein trupuleika sum
Fólkaflokkurin liggur og svevur omaná, nevniliga trupul
leikarnir í okkara høvuðsvinnu.
Nærum hvørt mannsbarn í Føroyum ásannar, at neyð
ugt er við nøkrum grundleggjandi broytingum í fiski
vinnuni. Vit mugu tillaga okkara fiskivinnu, so hon aftur
verður høvuðsvinnan, í orðsins sanna týdningi. Ein
burðar dygg vinna, bæði lívfrøðiliga og fíggjarliga. Hesar
broytingar, hevur Fólkaflokkurin nú í tvey ár havt høvi til
at taka upp til viðgerðar og gera nakað við. Men hvørki
orð ei heldur neyðug stig verða tikin.
Sparingar
Javnaðarflokkurin vil fegin vera við til sparingar, men tað
skal vera á økjum, har játtannir eru í so ríkiligar. Vit
kunnu byrja við at hyggja at sjálvum uttanríkisráðnum,
og samanbera tað við onnur aðalráð viðvíkjandi játtan,
starvsfólkatalið og arbeisuppgávum.
Ráð Játtan 2010
Fulltíðarstørv
Fíggjarmálaráðið
8,3 mió
12,8
Mentamálaráðið
18,1 mió
25
Almannamálaráðið
10,9 mió
15
Uttanríkisráðið
23,4 mió
32,5
Kelda: Fíggjarlógin 2010 hesi tøl vóru lækkað 2% tá ið fíggjarlógin var samtykt.
Hyggja vit nærri at hesum tølum, so síggja vit, at fíggjar
málaráðið, er tað ráðið, ið er ringast fyri bæði viðvíkjandi
játtan og tal av starvsfólkið. Ráðið hevur, síðan 2008,
fingið fleiri uppgávur at fyrisita. Kann nevna kommunu
øki og eina nýggja játtannarlóg, ið krevur munandi meira
av ráðnum enn frammanundan. Hetta er hent, uttan at
starvsfólkatalið er økt samsvarandi.
Mentamálaráðið og Almannamálaráðið umsita, saman
við Heilsumálaráðnum, ¾ av fíggjarlógini. Haldi ikki at
talið av starvsfólkum í hesum ráðum, stendur mát við tær
nógvu, og mangan tungu, umsitingarligu uppgávurnar.
Uttanríkisráðið hevur dupult so nógv starvsfólk sum
Almannaráðið og tvífalt so stóra játtan. Starvsfólkini á
sendistovunum eru ikki tald við. Hendan samanbering
talar fyri seg sjálva.
Javnaðarflokkurin vil fegin spara. Vit halda, at
Uttanríkisráðið er eitt ráð, har tað hevði borið til at framt
sparingar. Hinvegin halda vit, at man átti at uppraðfest
Fíggjarmálaráðið, og møguliga okkurt av hinum ráðun
um. Páhaldi um, at Javnaðarflokkurin ikki vil spara, har
ið tað ber til at spara, heldur ikki.
Reformar
Hinvegin siga vit nei til, at halda fram við at klípa nøkur
oyrir av her og har, serliga innan almannaøki. Tílíkar
sparingar, hevur Fólkaflokkurin rætt í, at vit siga nei til at
halda fram við. Vit krevja, at farið verður undir at
endurskoða hvørja tí einastu almennu skipan og veiting.
Er skipanin tíðarhóskandi, tænir hon sínum endamálið,
skal hon inntøkuregulerast í framtíðini. Tílíkar
spurningar, og endurskoðanir, vilja vit fegin vera við til at
fremja.
Vit ynskja sosialar reformar heldur enn tilvildarligar
sparingar. Málið skal verða at varðveita og styrkja tær
almennu tænastur, ið vit hava fyri neyðini, á einum
rímuligum støði.
Fyri at taka samanum, skal eg einaferð enn staðfesta, at
Javnaðarflokkurin vil spara, har ið tað ber til. Vit vilja
hava reformar innan almannaøki og fiskivinnuna. Og vit
vilja verða við til at økja um inntøkuskapanina í sam
felagnum. Við at nýta øll hesi amboð saman leggja vit
lunnar undir at framtíðartryggja vælferðina.
Vit hava merkt ein for
vænt ning til, at vit skulu
hava eina meining um
Frískúlan Kelduna. Tí hava
vit skrivað hetta tíðinda
skriv, sum eisini stendur á
heimasíðuni hjá okkum:
Í Føroyum er fólkaræði
og talufrælsi. Harafturat
kunnu vit føroyingar
trúgva akkurát tað, okkum
lystir... ella kunnu vit tað?
Vit kunnu ivaleyst semjast
um at vit hava persónligt
frælsi í Føroyum, men
trúgv fyllir nógv í sam
felagnum. Tað munnu vera
fá, sum ikki hava hoyrt um
Frískúlan Kelduna, kanska
serliga orsaka av átrún
aðarliga hallinum hesin
skúli hevur.
Gudloysi hevur onga
politiska meining vv
privatisering av skúlum,
men vit raðfesta trúða
frælsi sera høgt. Vit eru
ógvuliga fegin um, at tað
er eydnast Kelduni at koma
í gongd við sínum frískúla.
Frískúlin Keldan fer saman
við foreldrum at veita
næmingunum eina kristna
og siðalagsliga uppaling,
og fer ivaleyst royna at
kappast við fólkaskúlan á
júst hesum øki, fyri at veita
eina betri tænastu.
Sambært fólkaskúla
lógini er tað krav at allir
1.9. floks skúlar, privatir,
sum almennir, at veita hesa
tænastu, so tað er ivasamt
júst, hví Keldan følir ein
tørv á at leggja dent á júst
hetta. Tað virka tey tó at
halda, og so leingi fakliga
støðið ikki er verri enn tað
í fólkaskúlanum (og tað
verður tað ivaleyst ikki), so
er bara at gleðast um hetta
nýggja tilboð.
Vónandi kann hesin
kristni frískúli eisini lætta
um átrúnaðarliga trýstið á
fólkaskúlan. Fyri at øll
børn skulu føla seg líka
vælkomin har, átti ein
almennur fólkaskúli ikki at
verið í parti við nøkrum
ávísum átrúnaði. Hetta
hevði verið nógv lættari at
ført út í lívið, um trúgvandi
foreldur høvdu møguleikan
at koyra sítt barn í ein
skúla, sum styðjaði upp
undir júst teirra trúgv. Tí
halda vit í Gudloysi, at
frískúlar sum tann hjá
Kelduni eru frálíkir.
Vit eru tó eitt sindur
forharmað um, at ístaðin
fyri at fokusera á kvalitetin
av undirvísingini í bæði
fólkaskúlanum og frískúl
um, so fer alt kjak um
frískúlar at handla um
átrúnað. Í hesum PISA
døgum halda vit tað hevur
meira at siga at tryggja, at
øll børn í Føroyum fáa
dygdargóða undirvísing,
óansæð hvørjum skúla tey
ganga á.
Um tit hava nakrar
spurningar, eru tit væl
komin at skriva til okkara.
Spurningar til landsstýrið
um betri trivna hjá
løntakarunum.
Føroyski arbeiðsmarkn að
urin broytist alsamt, eins
og tað gerst alt meira van
ligt, at fólk ynskja at liva
meira í samljóði við
familju lívið og teir møgu
leikar og avbjóðingar, sum
gerandislívið hevur at
bjóða. Hetta hevur við sær,
at fólk seta fram fleiri krøv
til arbeiðsmarknaðin, eins
og fólk ynskja møguleika
at skipa síni viðurskifti
soleiðis, sum tað hóskar
teimum best. Hesi ynski,
fevna m.a. um ein smidlig
ari arbeiðsmarknað, so
leiðis at lættari verður at
sameina arbeiðslív og
familjulív, seta krøv til
allar partar av føroyska
arbeiðsmarknaðinum.
Ásannandi, at ávís tiltøk
átti at verðið sett í verk til
tess at brynja føroyska
samfelagið til komandi
avbjóðingar á arbeiðs
marknaðinum, setti undir
itaði í 2007 eina kommis
sión, sum skuldi viðgera
hesi viðurskifti.
Kommissiónin skuldi
serliga seta fokus á týdn
ingin av javnvág millum
arbeiðslív og familjulív, og
skuldi hon gera uppskot
um, hvussu betri javnvág
kundi fáast millum
arbeiðs og familjulív, har
endamálið við uppskot un
um frá kommissiónini
skuldi vera at økja um
trivnaðin hjá løntakarunum
í arbeiðinum og heima
soleiðis, at sínámillum
samskiftið millum familju
lívið og arbeiðið gjørdist
so positivt sum gjørligt.
Gott familjulív
Málið var at røkka einum
góðum og mennandi
familjulívi, soleiðis at
arbeiðsmarknaðurin sum
úrslit av hesum fekk væl
motiveraðar og innovativar
løntakarar.
Talan var um umfatandi
arbeiði. Kommissiónin var
mannað við umboðandi
arbeiðsmarknaðin, trúðar
lívið og onnur viðkomandi.
Formaðurin var fólka
lívsfrøðingur og rektari á
Fróðskaparsetri Føroya.
Arbeiðið skuldi vera
verða liðugt 1. januar
2009. Kommissiónin
hevði tveir fundir, men
varð arbeiðið lagt stilt
aftaná valið í januar 2008,
og var kommissiónin avtik
in av CHEsam gonguni.
Ætlanin var, at politiski
myndugleikin og partarnir
á arbeiðsmarknaðinum
skuldu fáa eitt idékatalog
at skipa framtíðarpolitikkin
eftir. Av politiskum orsøk
um gjørdist hetta av ong
um. Nú tvey ár eru runnin,
er arbeiðið framvegis ikki
tikið uppaftur, og hevur
undirritaði tí sett hesar
spurningar til landsstýris
manninum í vinnumálum:
1) Hvønn týdning sær
landsstýrismaðurin í
smidligari arbeið
marknaði fyri at betra
um møguleikarnar at
samskipa arbeiðs og
familjulívið?
2) Heldur landsstýris mað
urin, at við øktum
trivnaði á arbeiðs
markn aðinum, at síná
millum samskiftið
millum familjulívið og
arbeiðið gerst meira
positivt?
3) Heldur landsstýrismað
urin, at kommissjóns
arbeiðið frá 2007, við
sínum greiðu arbeiðs
setningum, var eitt
skilagott átak?
4) Ætlar landsstýris mað
urin at seta kommis
sjóns arbeiðið í gongd
aftur, so úrslit spyrts
burtuúr, sum betur
kann sameina arbeiðs
og familjulívið?
Tað er gleðiligt at hoyra at
Edmund Joensen er vorðin
demokratur. Annað kann
síðsta útmeldingin frá
orakl inum á Oyrarbakka
ikki týða.
Tað hann sigur er, at vit
skulu hava fólkaatkvøðu
um eina møguliga nýggja
vallóg. Eftir øllum at døma
heldur hann, at løgtingið
so verður bundið av tí svari
tað fær frá veljarunum.
Fyri at so skal vera, er
neyðugt at løgtingið fyrst
tekur tað svar til eftirtektar,
sum Føroya fólk gav, tá vit
í 1946 av partamonnunum
hjá Edmundi vórðu spurd,
um vit vildu hava heima
stýri ella fullveldi. Tá vóru
tað 50,7%, sum vildu hava
fullveldi, meðan bert
49,3% vildu hava heima
stýri. Hetta var greið tala.
Tíverri hevur tað gingið
nakað trekt við at seta
fólkins vilja í verk, men nú
Edmund er vorðin for
sprák ari fyri enn einari
fólkaatkvøðu, so er ikki at
drála við at loysa, fyri
síðani at hava fleiri fólka
atkvøður, sum politikar
fara at boyggja seg fyri.
Edmund skal tí vera
hjartaliga vælkomin í liðið
av demokratum í Føroyum!
Gudloysi
løgtingsmaður
Bjarni
Djurholm
tingkvinna
Javnaðarflokkurin
Eyðgunn
SamuElSEn
ÁSa johannESEn
ZakariaS
Wang
Arbeiðs- og familjulívið í javnvág?
Fólkaatkvøða