týsdagur 9. februar 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 - 9. februar 2010
13
Ein vegleiðing til foreldur
um, hvussu tey kunnu
stuðla og hjálpa børnum
og ungum, so tey kunnu
ferðast tryggari á inter
netinum
Vit skulu læra børn og ung
góðan fólkaskikk á netinum.
Eins og vit sum foreldur hava
uppalt tey til at bera seg at í
veruliga lívinum, skulu vit nú
uppala tey til at taka ímóti
avbjóðingunum í talgilda
heiminum. Tað snýr seg serliga
um hugburð og um at vera
ansin.
Dátueftirlitið fær javnan fyri
spurningar frá bæði teimum
ungu sjálvum og foreldrum,
sum kæra sína neyð, tí børnini
verða útspilt, happað, víst fram
o.s.v. á netinum.
Føroysk kanning í
fólkaskúlunum
Ein nýggj kanning, sum Dátu
eftirlitið hevur gjørt í 3.4. og
8.9. flokkum kring landið,
vísur, at talið av børnum og
ungum, sum nýta sosial netverk
á internetinum er vaksandi.
Sambært kanningin eru 78%
av næmingunum á internetinum
hvønn dag ella næstan hvønn
dag, og hyggja vit efti tølunum
fyri 3. flokk, so eru 55% av
næmingunum á netinum hvønn
dag ella næstan hvønn dag.
Kanningin vísir, at heili 90%
av næmingunum hava ein profil
á internetinum, í 3. flokki hava
72% ein profil á netinum. Tær
best umtóktu síðurnar eru
Facebook. Arto og MSN.
Tað at talið av næmingum í
fólkaskúlanum, sum hava ein
profil á netinum ger, at tað
hevur stóran týdning, at børn og
ung verða kunnað um, hvørj ar
skrivaðar og óskrivaðar reglur
eru galdandi fyri sosiala lívið á
netinum. Hetta setur krøv til
bæði skúlar og for eldur, bæði at
læra tey ungu, hvussu stóran
týdning tað hevur at verja sínar
upp lýsing ar á netinum, og
hvørjar reglur eru galdandi fyri,
hvussu tey kunnu handfara
upplýsingar og myndir um
onnur.
Kanningin vísir, at umleið
fjórði hvør næmingur í 3. og 4.
flokki, hevði vent sær til
foreldur ella lærara, um tey
høvdu fingið eitt sms ella eina
viðmerking á teirra profili, sum
gjørdi tey kedd ella súr.
Hetta setur krøv til, at bæði
foreldur og lærarar eru ílatin til
uppgávuna og vita, hvussu tey
skulu hjálpa børnunum at verja
seg og síni rættindi. Samstundis
átti kttrygd og persónsvernd
eftir mínum tykki at verið ein
partur av undirvísingini í fólka
skúlanum.
Kanningin verður almanna
kunngjørd tann 9. februar, sum
eisini er Tryggari Internetdagur,
har tað verður varpað ljós á
tryggari internet nýtslu á
ymiskan hátt.
Góð ráð til foreldur
Sum foreldur er tað ofta trupult
at vita, hvussu vit skulu bera
okkum at viðvíkjandi spurn ing
inum um børn á internetinum,
og tí verða her nøkur góða ráð
til foreldur endurgivin:
Góðtak at elektroniskir sam
skiftismiðlar eru vorðnir ein
partur av gerandisdegnum hjá
børnum og ungum. Fartelefonin
og internetið eru komin fyri at
vera, og tú kanst eins væl taka í
hondina á barninum og leiða
tað gjøgnum vandarnar á netin
um. Vís vegin – eins og í
ferðsluni.
Tosa við tey. Sum foreldur
hevur tað týdning at hava áhuga
fyri, hvat børnini gera, tá tey
eru á netinum og at tosa við tey
um tað fyri á henda hátt betur
at skilja, hvat tey fáast við á
netinum, og hvussu tey nýta
fartelefonina.
Kunna teg og fylg við. Vitja
tær síður, sum tey ungu vitja
Kjatta send ein sms, spæl við –
royn sjálv. Vís áhuga í staðin
fyri ótta, sum ofta kemur av
vantandi kunnleika til hesar
nýggju samskiftismøguleikar.
Lat vera við at seta forboð –
men set ístaðin realistisk mørk.
Ger t.d ein politikk fyri nýtslu
av interneti, fartelefon, mynda
tólinum í telduni, spølum v.m
saman við børnunum.
Minst til at forvitni og at
royna, hvussu langt tú kanst
fara, eru nátúrlig, og at tín
ábyrgd ikki bara er at siga nei,
men at vera tann vaksni,
ábyrgdar fulli sparringspartn
arin, tá mørk skulu roynast.
Lurta eftir børnunum, tá tey
royna at taka teg við. Lurta
eisini eftir tí, sum ikki verður
sagt. Legg merki til broytingar í
teirra atburði. Eru tey kedd ella
stúrin?
Ella sagt við øðrum orðum:
Tosa saman. Besta keldan til
kunnleika um, hvat títt barn ger
á netinum, er barnið sjálvt. Tosa
og lurta. Hvørjar síður vitja
tey? Hvønn eru tey vinir við?
Hvønn eru tey ikki vinir við?
Hvat gera tey, um tey koma út
fyri onkrum keðiligum ella
ótespiligum á netinum, hvønn
tosa tey tá við? Á hendan hátt
fært tú ein betur kunnleika til
online lívið, tey liva, og kanst
betur hjálpa og stuðla teimum.
Lær tey um persónsvernd.
Tosa við tey, um at tey hava
ábyrgdina av tí, tey hava lagt út
á internetið, eins og blaðstjórar
hava ábyrgdina av tí, sum
verður skrivað í bløðunum. Tað
hevur stóran týdning, at tey
hugsa seg væl um, hvørja ferð
tey skriva um seg sjálvi ella
onnur í kjatti, bloggum,
heimasíðum og øðrum á
netinum. Sama er galdandi fyri
myndir. Tað er altíð ein góður
skikkur at fáa samtykki frá tí,
sum er á myndini, áðrenn hon
verður løgd á netið. Ofta er
hetta eisini eitt lógarkrav.
Tað hevur týdning, at tey fáa
at vita, at ongin er anonymur á
netinum og at vit øll lata elek
troniskar slóðir eftir okkum.
Slóðir, sum onnur kunnu nýta
ella misnýta, um ein er óhepp
in.
Tryggari internetdagur
9. februar 2010
– Børn á netinum
tíðargreinin
Ingunn Eiriksdóttir
stjóri í Dátueftirlitinum
Tíðargreinin
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
10 góð ráð um góða siðvenju á netinum
1. Gev ongantíð einum, tú ikki kennir, navn og bústað tín
2. Tú kanst hava eitt kelinavn ella geva teg út fyri at vera okkurt
annað, um tú bert hevur góðar ætlanir
3. Minst til, at tann tú kjattar við, ikki altíð er tann, hann ella hon
sigur seg vera
4. Ikki siga nakað, sum tú ikki meinar, tí tað kann enda galið, um
tann tú sigur tað við, ikki skilir tað
5. Tú mást ikki málbera teg rasistiskt, tí tað er í roynd og veru
ólógligt
6. Ikki arga nakran við teirra útsjónd, tí tað kann vera ógvuliga
særandi
7. Lat vera við at happa ella arga onnur - heldur ikki til stuttleika
8. Hugsa teg um, áðrenn tú sendir ein teldupost ella sms, tí tá
móttakarin hevur sæð hann, vendist ikki aftur
9. Ikki hótta onnur til stuttleika, tí tað kann vera trupult at finna
útav, at tú ikki meinar tað.
10. Ikki halda onnur uttanfyri, uttan so at tú hevur eina góða
grund.
Reglurnar eru gjørdar av Medierådets børneambassadør www.
medieraadet.dk
Kjatta trygt
1. Set tíni mørk
2. Tú mást ongantíð hitta ein kjattvin einsamallur/einsamøll
3. Gev ikki frá tær persónligar upplýsingar
4. Reagera og goym prógv
5. Tosa við onkran, tú hevur álit á
Les meira um evnið á www.datueftirlitid.fo
»Tá ein situr heima
við afturlatnari hurð
er lætt at gloyma,
at á internetinum
stendur hurðin ofta
heilt opin.«
»Persónsvernd á netinum snýr seg í stóran
mun um at finna óskrivaðar reglur fyri góðum
fólkaskikki. Vit lúra ikki gjøgnum lyklarhol, vit
lata ikki brøv upp hjá øðrum o.s.fr., og á sama
hátt hevur tað stóran týdning at hugsa seg væl
um á netinum. Tað er ov seint at angra, tá trýst
er á enter.«