týsdagur 9. februar 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Nr. 27 - 9. februar 2010
Minni óvirkað av landinum
Teir seinastu mánaðirnar hava íslendingar sent munandi minni av
óvirkaðum fiski av landinum enn somu mánaðir fyri einum ári
síðani. Tøl hjá fiskivinnustovuni í Reykjavík vísa, at tíðarskeiðið frá
september í fjør til januar í ár fóru góð 14.900 tons av óvirkaðum
fiski av landinum. Frá september í 2008 til januar í 2009 var nøgdin
næstan 21.000 tons. Samanborið við heildarveiðina minkaði tann
óvirkaði útflutningurin úr 12,8 í 9,4 prosent. Taqð sigur
fiskivinnustovan vera hugvekjandi, tí síðani 2003 er ein støðugt
størri partur av heildarveiðini farin av landinum óvirkað.
Arktisk ráðstevna
Kanadiska stjórnin ætlar, at Kanada skal hava tann leið
andi leiklutin í samstarvinum millum londini í tí arktiska
økinum. Tí hevur stjórnin boðið umboðum fyri USA,
Noreg, Danmark/Grønland og Russland á ráðstevnu í
næsta mánaði. Kanadiski uttanríkisráð harr in, Lawrence
Cannon, sigur, at ráðstevnan skal umrøða nýhugsan innan
búskaparligu menningina í tí arktiska økinum. Eitt nú
skulu londini tosa um møgu leikarnar at vinna olju og
gass í økinum, men um hvørv ið og ikki minst umhvørvis
vernd verður ovarlaga á skránni, sigur ráðharrin.
Ein meiriluti í Fasta Gerð
ar rættinum er við at undir
grava eina sera týdningar
mikla siðvenju í føroyskum
kollektivum arbeiðs markn
aðarrætti og hevur gjørt seg
inn á samráðingarrættin.
Við at áseta verkfallsfreistir,
hava fýra dómarar sett til
viks ein av hornasteinunum
í føroyska kollektiva ar
beiðsrættinum.
Í seinastu viku var dómur
feldur í Fasta Gerðarrætt
inum, sum sigur; »at ar
beiðssteðgur og verkfall
skulu lýsast við einari freist,
ið eigur at vera hóskandi
eftir tí arbeiðsøki, talan er
um. Ein tílík freist er ikki
ásett í nøkrum føroyskum
sáttmála...«
Seinni í sama broti sigur
sami gerðarrættur, at hetta
er ein samráðingar spurn
ing ur, men heldur kortini
fast um, at ein freist skal
vera sum er »nøktandi«.
Freistir
Tann eini gerðarrættar dóm
arin, Vígdis Johannesen,
heldur fast um, at tað er ein
siðvenja á føroyska ar
beiðsmarknaðinum at verk
fall kann setast í verk uttan
freist.
Hinir fýra dómararnir
Halgir Winther Poulsen,
Gurið Joensen, Maria á Dul
og Torleivur Hoydal føra
fram, at talan ikki er um
rættarsiðvenju.
Hvat hesi fýra leggja í
orðið siðvenju er ilt at meta
um, men tað undrar í øllum
føri, at skjalprógvað 100
áragomul venja ikki hevur
nakað at týða.
Arbeiðarafeløgini halda,
at hava hesir dómarar ikki
innlit í eina so grund leggj
andi siðvenju á føroyska
arbeiðsmarknaðinum,
og
hvønn virknað hetta hevur,
so eru hesir fýra dómarar
ikki búnir at sita og døma í
Fasta Gerðarrættinum.
Grundgevingarnar
Dómurin og grundgeving
arnar fyri dóminum er eisini
burtur úr vón og viti. T.d.
verður nevnt at; » Fasti
Gerðarrættur (hevur) ongar
ætlanir um at seta nakra
kollvelting í gongd á før
oyska
arbeiðsmarkn að in
um, men hevur ætlað og
ætlar framvegis at koma
við sínum íkasti til nú tím
ansgerð av føroyska ar
beiðs marknaðarrættinum
til tess at fáa hann at svara
betri til nútíðarviðurskifti
og tey krøv, ið eitt fram
komið samfelag setir…«
Víðari sigur Fasti Gerð
arrætturin; »Hvat viðvíkur
freistum fyri at byrja verk
føll eru tílíkar bindandi
freistir galdandi í øllum
Norðurlondum, og Fasti
Gerðarrættur heldur fram
vegis, at neyðugt er við
tílík um reglum í einum
framkomnum
sam felagi
…«
Hvør er leikluturin hjá
Fasta Gerðarrættinum?
Hvat merkir tað, at fasti
gerðarrætturin
ætlar
at
koma við sínum íkasti til
nú tímansgerð av føroyska
arbeiðs marknaðar r ættin
um?
Hvat merkir tað, at Fasti
Gerðarrætturin heldur at
neyð ugt er við tílikum regl
um í einum framkomnum
samfelagi?
Ætlar fasti gerðarrætturin
t.d. at innføra ein fast lønar
sáttmála á fiskavirkjunum,
tí tað er ein fastlønarsáttmáli
t.d. í Danmark og í Íslandi,
og ein slíkur átti at verið
galdandi í einum fram
komnum samfelagi?
Ætlar Fasti Gerðarrætturin
at innføra, at foreldur hava
loyvi at vera heima hjá
sjúk um barni við løn, tí
summi hava henda rætt og
onnur ikki, og ein slíkur átti
at verið galdandi í einum
framkomnum samfelagi?
Ætlar Fasti Gerðarrætturin
at innføra, at øll skulu hava
rætt til 14 daga sjálvvalda
førleikamenning, tí hetta er
á danska arbeiðs markn að
inum, og ein slíkur átti at
verið galdandi í einum
framkomnum samfelagi?
Ætlar Fasti Gerðarrætturin
at innføra, at onnur væl
ferðarrættindi fyri at familj
ur betur kunna samansjóva
arbeiðslív og familulív, og
ein slíkur átti at verið gald
andi í einum framkomnum
samfelagi?
Hvar gongur markið fyri,
hvat Fasti Gerðarrætturin
kann innføra? Um grund
gev ingarnar »at nútímans
gera
føroyska
arbeiðs
marknaðarrættin«
vera
nýttar, so er einki mark fyri,
hvat Fasti gerðarrætturin
kann gera, men var hetta nú
veruliga ætlanini við Fasta
Gerðarrættinum?
Verkfallsfreistir
Spurningurin um freistir í
verkfallsrættinum er reistur
fleiri ferðir, og har eru
nøkur fakfeløg, sum hava
eina verkfallsfreist í sátt
málanum.
Verkfallsfreistir
eru
vanligar á danska arbeiðs
marknaðinum, sum hevur
arbeiðsrætt. Flestu føroysku
fakfeløgini hava avvíst at
hava verkfallsfreistir, og
vanligt hevur verið, at tá ið
verkfall verður lýst, er
fráboðanin galdandi, tá ið
fakfelagið sigur hon er
galdandi.
Onkutíð er freistin í somu
stund sum fráboðanin er
sett, og onkutíð eru nakrir
tímar til farið verður í
verkfall.
Dømi um hetta er verk
fallini hjá Fiskimanna felag
num í 1953, 1954 og 2007,
hjá útróðrarmonnunum í
1975, hjá arbeiðarafeløg
unum í 1985, 1987, 2001
og 2003, hjá Starvs manna
felagnum í 1995, 1999 og
2005,
hjá
Skipara
og
Navigatørfelagnum í 1992
og 2002 og hjá Maskin
meistarafelagnum í 2005,
bara fyri at nevna nøkur
dømi.
Ein rúgva av styttri verk
føllum eru eisini lýst við
lítlum og ongum freistum.
Tað skal eisini nevnast,
at freistir heldur ikki eru
galdandi, tá ið tað er lock
out.
Sáttmálakrøv
Tað er staðfest í hópin av
dómum , at um tú reisir eitt
mál sum sáttmalakrav, so
kanst tú ikki vinna í gerð
arrættinum um sama spurn
ing.
Dømi um hetta er Maskin
meistarafelagið, sum í 2003
tapti mál móti Fíggjar mála
ráðnum, tí Maskin meist
arafelagið hevði sett hetta
fram
sum
sáttmálakrav
framman und an.
Tað tykist, sum meirilutin
í
Fasta
Gerðarrættinum
fullkomiliga
hevur
sæð
burtur
frá,
at
arbeiðs
gevaraumboðini fleiri ferðir
hava sett fram sum sátt
málakrav, at t.d. verkfall
skal fráboðast við ávísari
freist, áðrenn verkfallið
kann setast í verk.
Tá ið sáttmálasamráðing
ar vóru í 2007 millum
arbeiðarafeløgini
og
arbeiðsgevarafeløgini
var
eitt
av
krøvunum
frá
arbeiðs gevarunum, at ein
høvuðsavtala skuldu gerast
millum partarnar.
Hetta stóð í sáttmála
krøv unum
frá
Føroya
Arbeiðsgevarafelag, ið var
handað arbeiðarafeløgunum
13. Apríl 2007. Í hesum
sambandi var greitt frá, at
verkfallsfreistir skuldu vera
partur av høvuðsavtaluni.
Semja var ikki um hetta
krav (eins og fleiri onnur
krøv) og kom hetta tískil
ikki í sáttmálanar millum
arbeiðarafeløgini
og
arbeiðsgevarafeløgini.
Leggið frá tykkum
Dómurin
um
verkfalls
freist irnar
ørkymlar
av
álvara arbeiðarafeløgini.
Hóast ein meiriluti av
dómararunum siga, at tey
ikki hava gjørt seg inn á
rættin at fara í verkfall, so
er tað júst tað, ið dómurin í
Fasta Gerðarrættinum ger.
Við dóminum um, at tað
skulu vera freistir og nú
tímans minstukrøv galdandi
í Føroyum hevur Fasti
Gerðarrætturin gjørt seg
inn á eina 100 ára gamla
siðvenja í føroysku arbeiðs
marknaðarsøguni.
Dómurin ger seg eisini
inn á samráðingarrættin hjá
fakfeløgunum.
Undirritaðu arbeiðara fe
løg heita inniliga á teir fýra
dómararnar Halgir W. Poul
sen, Guðrið Joensen, Thor
leivur Hoydal og Mariu á
Dul um at leggja frá sær
eftirsum hesir hava ikki nóg
hollan kunnleika til før
oyskan arbeiðs marknaðin.
Feløgini meta heldur ikki,
at hesi hava skilt sín leiklut
sum
dómarar
í
Fasta
Gerðarrættinum
og/ella
leiklutin hjá Fasta Gerðar
rættinum.
Føroya
Arbeiðarafelag
Havnar
Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag
Leggið frá tykkum
NEATA-festivalur
á Akureyri
Tíðindaskriv
Meginfelag áhugaleikara Føroya
NEATAfestivalurin verður í ár hildin á Akureyri í
Íslandi. Boðin við eru áhugasjónleikarabólkar úr
Norðurlondum, Baltalondum og øðrum londum.
Ætlanin er at senda ein føroyskan bólk á stevnuna.
Áhugaðir bólkar kunnu venda sær til Meginfelag
áhugaleikara Føroya (MáF), undir Pisuvarða 2, tlf.
315624, maf@maf.fo. Fleiri upplýsingar á íslendsku
heimasíðuni, www.leiklist.is.
Verða fleiri bólkar áhugaðir í at fara, er tað nevndin
í MáF, ið velur bólkin. Freistin at tekna seg er 1. mars
2010.
Fyri bólk við 10 fólkum eru gisting og kostur á
Akureyri ókeypis. Somuleiðis flutningur á Akureyri
og atgongumerki til allar leikir á stevnuni. Millumlanda
flutningin og tryggingar gjalda bólkarnir.
NEATAfestivalurin verður hildin annaðhvørt ár, og
hevur higartil verið hildin í Litava, Svøríki, Estlandi,
Føroyum og Lettlandi.
Seinasti NEATAfestivalur, tann fimti, varð hildin í
Riga í Lettlandi, og har luttók ungdómsleikbólkurin
HUÐRAR við leikinum “Othello” hjá William
Shakespeare.
Á NEATAfestivalinum í Føroyum, sum varð hildin
í Tórshavn 2.8. august 2006, luttóku Ísland, Estland,
Noreg, Lettland, Svøríki, Litava, Danmark og 2 bólkar
úr Føroyum, Dramaverkstaðið við leikinum “Youth
and the Underworld” og Havnar Sjónleikarafelag við
”Hørpurímu”. Hetlendingar vóru komnir, men fingu
ongantíð lent vegna vána líkindi, og bæði Grønland og
Hvíta Russland, ið høvdu lagt stórt arbeiði í at koma,
noyddust at sendu avboð í seinastu løtu.
Upplýsingar um NEATAfestivalin í Føroyum í
2006 og myndir frá honum eru at síggja á heimasíðu
MáF’s, www.maf.fo.