Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. februar 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 9. februar 2010 Tá talan er um sam sýn­ ing fyri tað, sum verð ur avrikað á fót bólts vølli­ num, er Lionel Messi bæði tann besti og best lønti Viðurkenda hollendska fót bólts­ blaðið, Voetbal International hev ur nú roknað seg fram til hvørjir fót­ bóltsspælarar hava tað hægstu lønar inntøkuna. Yvirlitið fevnir bert um lønina spæl ar nir fáa frá sínum feløgum. Lýs ing arinntøkur og persónligar spon sor inntøkur eru ikki roknaðar uppí. Norska sjónvarpsstøðin, TV2 hev ur umroknað yvirlitið til norsk­ ar krónur. Yvirlitið yvir teir 10 fót­ bólts spælarnar sum fáa mest í løn í heiminum er hetta : Venjarin, sum annars hevur vunnið tað mesta, har hann hevur verið, sær seg ikki føran fyri at lyfta VÍF av botnsessinum, og tí hevur hann latið stýrisvølin frá sær Gongdin hjá VÍF hevur verið sera tung í ár, og mansliðið er í løtuni á niður flytingarplássi í Atlantic Air­ ways­deildini. Sunnudagin tapti liðið stórt móti KÍF, og við tveimum vikum at fyri­ reika seg til næsta dyst, varð hetta av fleiri mett sum rætta løtan, um eitt venjaraskifti skuldi fremjast. Í gjárkvøldið kom so tíðindaskriv frá VÍF, har felagið boðaði frá, at venjarin hevur ynskt at verða loystur úr starvi. Eitt ynski, sum leiðslan gekk honum á møti. Nú uppsøgnin er avhendað, tykist tað vera ein hampuliga avkláraður Jónleif Sólsker, sum gevur sína met­ ing um støðuna. ­ Hatta er væl ein av teimum støðu num, har tað tænir liðnum best, um onkur annar sleppur fra m­ at. Eg kundi jú sjálvandi valt at halda fram og treiskast, men mín kensla er, at tað her og nú skal onkur broyting til. ­ Samstundis eru 14 dagar til kom an di dystin, so skuldi hetta stig­ ið takast, so skuldi tað verða nú, og ikki tá tað bert vóru kanska tveir dyst ir eftir, sigur Jónleif Sólsker, sum ikki ivast í, at VÍF hevur liðið til at halda sær i deildini. ­ Eg havi sagt tað fleiri ferðir, og mín meting er framveigs, at spæl ar­ ar nir eru alt ov góðir til at liggja har, sum teir liggja. Eg veit, hvat teir stan da fyri, og eg síggi, hvat teir levera undir venjing. Men onkur ­s­ vegna samsvarar hetta als ikki við tað, sum verður avrikað til dystirnar, sigur Jónleif Sólsker. Jónleif givin í Vestmanna Bjørk Herup Olse og Sam Vang vunnu gull, tá kappast varð um FM í cross­renning Kappingin varð hildin leygar morg­ unin á Stovugólvinum, sum er økið norðanfyri Svangaskarð á Toftum. Hjá monnunum var lagt upp til dyst millum Guttorm Sørensen, Sam Vang og afturvenda Hall Holm. Sam vann seinasta vikuskifti í Streymnesi, með an Guttorm bleiv nummar trý. Hall ur luttók aftur í kapping fyri fyrstu ferð síðani síðsta summar. Sam og Gutti løgdu seg á odda og fylgdust frá byrjan við Halli tætt í hølu num. Henda støða helt sær til sætta umfar, men tá var Hallur dragn að ur eitt sindur. Tá teir fóru út á sjeynda umfar setti Sam ferðina upp og slapp leysur frá Guttormi, sum ikki megnaði at svara aftur. Tann støðan helt á mál og kundi Sam Vang á fyrsta sinni renna á um mál strikuna sum føroyameistari í cross. Guttorm bleiv nummar tvey og Hallur nummar trý. Bjørk var einsamøll kvinna, men hon rann sera væl. Hjá veteranunum var tað Borgar Biskopstø, sum gjørd­ ist føroyameistari fram man fyri Flem m ing Petersen og Poul Poul­ sen. Bjørk og Sam bestu cross­ rennararnir 10 teir best løntu heris@sosialurin.fo Heri Simonsen 1 Lionel Messi Barcelona 89,9 mió kr. 2 Samuel Eto’o Inter 85,8 mió kr. 3 Cristiano Ronaldo Real Madrid 81,9 mió kr. 4 Zlatan Ibrahimovic Barcelona 73,0 mió kr. 5 Kaká Real Madrid 73,0 mió kr. 6 John Terry Chelsea 73,0 mió kr. 7 Emmanuel Adebayor Manchester City 69,1 mió kr. 8 Fernando Torres Liverpool 64,0 mió kr. 9 Robinho Manchester City 63,0 mió kr. 10 Steven Gerrard Liverpool 61,0 mió kr. jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Jónleif Sólsker er ikki longur venjari hjá besta mansliðnum hjá VÍF. Venjarin, sum áður hevur vunnið gull við StÍF og Kyndli, valdi í gjár at takka fyri seg. Eitt stig, sum hann heldur tænir liðnum best