Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. februar 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 9. februar 2010 – Nr. 27 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Tríggir flogbóltsdystir verða spældir í Eik-liguni hjá kvinnum í annaðkvøld, og har kann tað gerast sera spennandi, tí toppurin kann bæði víðkast og tódna Hóast fá munnu ivast í, at SÍ verður annað liðið í FM-finalunum hjá kvinn u num, so er enn hørð kapping um hitt finaluplássið. Umførini fæk- ka, og nú hava summi lið fýra og onn ur fimm dystir eftir, áðrenn greitt er, hvussu finalurnar eru mann að ar og hvør flytur niður. Sum støðan er í løtuni, hava TB og Mjølnir ein lítlan fyrimun fram um Drátt, sum eisini er við har frammi, tí tey bæði feløgini hava spælt ein dyst minni. Men allíkavæl er sera tætt millum tey fremstu, og sum tað sær út í løtuni, kann í veruleikanum alt henda. Í annaðkvøld verða tríggir dystir, og alt eftir úrslitunum, kann støðan bæði gera meira og minni spenn an- di. Kombinatiónsmøguleikarnir eru nógv ir, men tað kann gerast alt frá, at eitt av teimum trimum fer eitt sind ur frá hinum ella at tvey gera tað, og eisini er møguligt, at øll trý trunka seg saman, so bara eitt stig er millum nummar tvey og fýra. Tveir torførir dystir SÍ, sum alt kappingarárið hevur ver- ið oddalið, tekur í Sørvági ímóti Mjøl n ir, sum fyri tað nógva hevur ver ið næstfremst, men síðstu tíðina hev u r fingið harða kapping frá TB. Á heima vøllinum í Sørvági hevur eing in veruliga fingið gjørt nakað við SÍ, sum bara hevur tapt tann eina dystin, ið var á útivølli ímóti TB. Men trýstið liggur á Mjølnir, sum óivað fer at gera sítt besta, tí tvey óvænt að stig kunnu vera nógv verd, nú endaspurturin er farin í gongd. Í Trongisvági tekur TB ímóti Fleyr, sum hevur havt eitt sera svingandi og vánaligt kappingarár, har úrslitini slett ikki hava staðið mát við vón ir- nar. Fleyr er meira ella minni á ein- um síðuspori og darlar aftanfyri, nú hini meira beinleiðis kappast um at koma í FM-finalurnar. TB má tí rokn- ast sum favorittur, men skal helst spæla væl, skal tað eydnast at basa Fleyr, ið fyrr ella seinni kann koma fyri seg. Triði dysturin verður á Giljanesi, har Dráttur tekur ímóti ÍF, sum er næst niðast og bara hevur tvey stig. Tí má sigast, at av teimum trimum li ð unum, ið kappast um næstfremsta pláss ið, hevur Dráttur tann lættasta dyst in í annaðkvøld og má roknast sum favorittur. Spurningurin er tí helst minst líka nógv, hvat hendir í hin um báðum dystunum, tí tey úrs- lit ini kunnu hjálpa Drátti heilt fram ígjøgnum. Í Eik-liguni hjá monnum verður kanska avgjørt í annaðkvøld, hvørji tvey lið koma í FM-finalurnar. Um Fleyr ikki vinnur, missir liðið sín finalumøguleika Nú kappingin í Eik-liguni hjá monn- um nærkast endanum, er stórt sæð bara eftir at finna útav, hvørji tvey av trimum møguligum liðum kunnu koma í FM-finalurnar. Har stendur kapp ingin fyrst og fremst millum Mjøl nir og SÍ, sum eru næstan jøvn, með an Fleyr er seks stig aftan fyri SÍ. Tá dysturin í Sørvági í annaðkvøld millum SÍ og Fleyr er spældur, eru bara tríggir dystir eftir at spæla, og tí er kravið hjá Fleyr, at liðið vinnur í annað kvøld, skal finalumøguleikin fram vegis haldast á lívi. Vinnur Fleyr, mink ar munurin upp til SÍ niður í fýra stig, so tá er framvegis teoretiski møgu leikin at fara eftir, so leingi seks stig eru eftir at spæla um. Men vinnur SÍ, so merkir tað sam- stundis, at sigast kann við fullari vissu, at FM-finalistarnir verða Mjøl- nir og SÍ. Teir írestandi dystirnir koma tá bara at hava týdning fyri, hvat av teimum báðum endar fremst í landskappingini, tí tað frem ra fær rætt til heimavøll í einum møgu ligum triðja finaludysti. Fleyr hevur í allan vetur verið tað minst støðuga av teimum trimum frems tu, og haraftrat má sigast, at eydn an heldur ikki hevur verið við. Til samans er tað fimm ferðir blivið til fimmsettarar ímóti Mjølnir og SÍ, og bara ein av teimum hevur Fleyr vunn ið. Hann var júst ímóti SÍ í Sør- vági, so tað kanska gevur Fleyr eitt sind ur av trúgv upp á tað undan dysti num í annaðkvøld. Claus hugsar um at gevast Claus Bech Jørgensen og Blackpool góvust við at samstarva í summar. Eftir hetta var hevur hann í stytri skiftum roynt seg bæði í Port Vale og Fleet- wood Town, umframt at hava royndarvant við danska felagnum AC Horsens. Teir báðar seinastu mánaðirnar hevur Claus Bech Jørgensen vant við Cheltenham í League Two í Onglandi, men sáttmáli spurdist heldur ikki burtur úr hesum. - Í løtuni liggur alt stilt, men ein umboðsmaður arbeiðir fyri meg. Hann hevur tosað við fleiri feløg, og áhugin hevur verið har. Men støðan er óvanlig, tí hóast afturmeldingarnar frá feløgunum eru góðar, so eru pengarnir ikki til staðar, umframt at fleiri feløg ikki hava pláss fyri fleiri leikarum í hópinum, sigur Claus Bech Jørgensen við bold.dk. a Mancini miðar høgt Hóast Roberto Mancini longu hevur tapt eins nógvar dystir í Premier Lea gue sum Mark Hughes, so er núverandi Manchester City venjarin vísur í at røkka einum topp fýra plássi í Premier League. Tá Manchester City í viku skifti num tapti fyri Hull City, var tað tap nummar tvey hjá Roberto Mancini sum venjari hjá Manchester City, men tað tekur ikki mótið frá Mancini. Man cini sigur at hóast fleiri skaðar hevur liðið spælt væl, og hann vónar at fáa fleiri av spælararinum klárar aftur skjótt. Tað fer at gera góðan mun í royndini at røkka málinum. Hann vantar at kappingin fer at standa millum Arsenal, Liverpool, Tottenham, Aston Villa og teir sjálvar um triðja og fjórða plássi. Manchester City eru trý stig aftanfyri Liverpool, sum er á fjórða plássinum, men hava spælt tveir dystir minni. Endur- skoða flog- bólts- reglur Flogbóltssambandið er farið í hold við at viðgera leikreglur fyri bæði yngru og eldru deildirnar, og í hesum sambandi er áheitan send feløgunum um at velja eitt umboð í ein bólk, sum til aðalfundin í apríl skal endurskoða leikreglurnar. Støða er enn ikki tikin til, um leikreglurnar hjá teimum yngru og teimum eldru skulu endurskoðast undir einum ella hvør sær, men tað er millum annað hetta, ið breiði arbeiðsbólkurin skal viðgera og gera sínar viðmerkingar til. Jákup Fjallsbak hevur gjørt uppskot um, hvussu reglurnar fyri vaksnamannadeildirnar og barnaflogbóltin kunnu síggja út, og Flogbóltssambandið hevur eisini heitt á hann um at vera við í arbeiðinum. Málið er í fyrsta umfari, at bólkurin skal kunna leggja eitt liðugt uppskot um leikreglurnar fyri aðalfundin, sum verður í apríl. Ein av nevndarlimunum í Flogbóltssambandinum fer saman við skrivaranum at samskipa arbeiðið. hil Dystir miku- kvøldið Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur 10/02 18.30 SÍ-Mjølnir 10/02 19.00 Dráttur-ÍF 10/02 19.30 TB-Fleyr Eik-ligan, menn 10/02 20.30 SÍ-Fleyr Alt kann henda Fleyr má vinna einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Høgni Viderø, Sune Juul Pedersen og hinir í Fleyr spæla fyri sínum seinasta møguleika, tá teir í annaðkvøld møta SÍ í Sørvági Mynd: Hilmar Jan Hansen Tvey av trimum teimum fremstu liðunum í Eik-liguni hjá kvinnum møtast í Sørvági í annaðkvøld, tá SÍ tekur ímóti Mjølnir Mynd: Hilmar Jan Hansen