Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. februar 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 28 - 10. februar 2010 Ein av fyrilestrarhald­ arunum á ráð­­stevn­ uni, ið­­ SeWave skipað­­i fyri í Norð­­urlanda­ húsinum í gjár, var enski serfrøð­­ingurin innan aldu og streym­ tøkni, Thomas Thorpe RÁÐSTEVNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Uppgávan hjá Thomas Thorpe var bundin sum so. - Eg var biðin um at geva eitt yvirlit yvir alduorku og yvir ta tøkni, ið er tøk á økinum, eins og tær av- markingar, ið eru, sigur Thomas Thorpe. Somuleiðis skuldi hann greiða frá, hvussu ætlaða tøknin fyri alduorku í Føroyum virkar. - Og har haldi eg, at hend- an tøknin er ein góður hátt- ur at byggja alduorkuverk, sigur Thomas Thorpe. Tað er einki at taka seg aftur í, at vit í Føroyum hava nógva aldu og nógvan streym, men tað er ikki altíð bara av tí góða. - Tit hava jú eisini nógv illveður, men sæð út frá einum alduorku sjónarmiði, eru Føroyar sum skaptar til endamálið, sigur Thomas Thorpe. Hann heldur, at nóg mik- ið er til at aldu í Føroyum, og hartil er streymurin á summum firðum og millum summar oyggjar so mikil, at góður møguleiki er fyri sjóarstreymorku eisini. Verður neyðugt Men heldur serfrøðingurin innan aldu og streym tøkni, at vit innan rímiliga tíð fara at verða minni tengd at oljuni. - Tað noyðast vit. Eg haldi, at vit longu framleiða so nógva olju, sum vit kunna globalt, og tá kines- isku og indisku búskapirnir fara at krevja meiri olju, verður prísurin hareftir. Eg kenni á mínum egna kroppi, at bensinprísurin er hækk- aður 30% í Onglandi bara seinasta árið, sigur Thomas Thorpe. Hann heldur, at alduorka í tí líki, sum SeWave ætlar, ljóðar áhugavert. - Eg haldi, at ætlanin við tunnilsloysnini innan aldu- orku ljóðar sera áhugaverd. Hon krevur góða føroyska verkfrøði, og í mun til vindorkuna fer hon ikki at skemma tykkara vøkru nátt- úru, sigur Thomas Thorpe. Og serliga tað við umhvørvinum heldur enski professarin hevur týdning. - So avgjørt. Í onglandi, haðani eg komi, vóru fyrstu vindmylluparkirnar settar upp í sera vørkum um- hvørvi, og tað skapti eina rúgvu av mótmælum. Hetta hevur eisini ført til fordømi fyri at seta vindmyllur upp í Onglandi. So tað hevur stóran týdning at fremja verkætlanir á røttum stað, sigur Thomas Thorpe. Neyðugt við varandi orku Thomas Thorpe var ein av fleiri áhugaverdum fyrilestrarhaldarum á ráðstevnuni hjá SeWave í Norðurlandahúsinum í gjár Mynd: Leo Poulsen Tað­­ var dóttirfelagið­­ hjá SEV, SeWave, ið­­ skipað­­i fyri ráð­­­ stevnuni í Norð­­ur­ landahúsinum, »Seminar on Wave Energy in the Faroe Islands«. Verkætlanin Alda er komin so væl í fyrireikingunum, at væntandi kann farast til verka um hálvt ár RÁÐSTEVNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Væl av fólki hevði leitað sær niðan í Norðurlanda- húsið í gjár til ráðstevnuna, sum SeWave skipaði fyri. - Tað snýr seg um at varpa ljós á møguleikarnar fyri alduorku í Føroyum, eisini sæð við altjóða brill- um. Og í tí sambandi hava vit fingið ógvuliga áhuga- verdar fyrilestrarhaldarar at greiða frá hesum møgu- leikum, sigur Páll á Reyna- túgvu, nevndarformaður í SEV. Fyrilestrarnir vórðu hildnir út frá vísundaligum sjónarmiði og út frá vinnu- ligum sjónarmiði. - Eg vóni, at hetta so kann geva afturljóð, bæði til tað føroyska politiska lands- lagið, eins og til vinnuligar møguleikar í Føroyum, sigur Páll á Reynatúgvu. Sum nevnt var rættiliga fitt av fólki til ráðstevnuna, og tað kom eitt sindur óvart á fyrireikararnar. - Vit høvdu roknað við, at hetta bert gjørdist ein lítil ráðstevna, men her er fólk úr øllum herðashornum. Frá landsstýrisfólkum til privatfólk, her er umsiting og vinna umframt sjálvandi fólk frá SEV. Talan er um eina breiða samanseting, og tað ger tiltakið bara so mikið meiri áhugavert, sigur Páll á Reynatúgvu. Prominent nøvn Sjey framstandandi mans! hildu fyrilestrar á ráð- stevnuni hjá SEV. Útlend- ingarnir vóru George Lane, stjóri í SeWave, George Laird frá Dresser-Rand og Thomas Thorpe, ein av leiðandi serfrøðingunum innan aldu og streym- orkutøkni. Umframt Páll á Reyna- túgvu – sum er formaður í nevdunum fyri ávikavist SEV og SeWave – ið bjóðaði vælkomin og setti ráðstevnuna, vóru føroysku fyrilestrarhaldararnir Tór- finn S. Simonsen, KT-stjóri frá Landsbyggifelagnum, Signar Heinesen, stjóri í Data Quality Systems, Ólavur Gregersen, stjóri í SeWave og Hákun Djur- huus, stjóri í SEV. - Vit hava fingið fatur á útlendsku nøvnunum gjøgnum okkara sambond umvegis SeWave, sum upp- runaliga var saman við WaveGen, sigur Páll á Reynatúgvu. Alda á veg Ítøkiliga verkætlanin, sum arbeitt verður við, kallast Alda. Talan er um eina so- nevnda TWEC-ætlan (Tunnelled Wave Energy Converter), har tunellir verða borðaðar inn í bergið og aldan økir og minkar so um trýstið í tunellini og tað skal so konverterast til orku. Men hvussu langt er hendan verkætlanin komin? - Tað er um tað lagið, at allar fyrireikingarnar eru komnar upp á pláss. Nú er spurningurin um at fáa endaligu fíggingina upp á pláss. Sigast kann, at ætlan- in er fýrabýtt, SEV rindar ein fjóðring, ES hevur játtað at rinda ein fjóðring og so vóna og vænta vit, at landið rindar ein fjórðing. Tá skuldi ikki verið trupult at fingið útlendskar íleggj- arar til seinasta fjórðingin, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann heldur, at innan fyri hálvt ár eigur at bera til at siga, um fíggingin er komin upp á pláss. - Og er hon tað, so er klárt at fara til verka, sigur Páll á Reynatúgvu, nevnd- arformaður í SEV. Seta gongd á um hálvt ár Ráðstevnan gjørdist nógv størri, enn fyrireikararnir av fyrstan tíð høvdu roknað við Mynd: Leo Poulsen Samskipari í Vinnuframagrunninum 1. februar byrjaði Aimi Gudmundsdóttir Justinussen í starvinum sum samskipari í Vinnuframagrunninum. Aimi G. Justinussen er útbúgvin marknaðarøkonom og hevur nomið sær MBA við Edinburgh Business School. Hon hevur starvast í 8 ár sum Skrivstovufyrisitari hjá oljufelagnum Amerada Hess, har hon hevði samskifti við umsøkjarar og myndugleikar um hendi, í sambandi við, at felagið lat pening til førleikamenning í Føroyum. Eisini hevur hon eitt skifti starvast á marknaðardeildini hjá Eik, og sum ráðgevi og nevndarskrivari hjá Atlantic Petroleum. 15 væl skikkaðir umøkjarar vóru til starvið. “Vinnuframagrunnurin er umskipaður soleiðis, at nú verður ikki stjóri settur, men ein samskipari. Samskiparin skal vera bindiliðið millum umsøkjar- an við tí góða hugskotinum og stýrið. Ætlanin er, at Vinnuframagrunnurin skal gerast ein meiri opin grunnur, har bindiliðið millum umsøkjara og stýrið verður styrkt, so grunnurin í enn størri mun stuðlar tí góða hugskotinum til vinnuátak”, sigur Regin W. Dalsgaard, stýrisformaður í Vinnuframagrunninum.