Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. desember 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 246 - 20. desember 2001 Nr. 246 - 20. desember 2001 13 VIÐMERKINGAR Karla Gaard Severin Strømsten hevur ongantíð verið horvin, øll hava vitað hvar hann var. So tað er líka lítið í tí, sum í so mongum øðrum, sum er at lesa í hesum ótespiliga lesnaði. Tað mátti sagt eitt sindur um Severin sjálvan, at hann skal hava verið noyddur at flýggja til Bra- silia undan pápa sínum 31 ára gamal. Og so at varta upp við lygnum og ónd- skapi, har hann skírir abba fyri at vera horbukk, drank- ara og húsbøðil, hvat hvørki vit, sum búðu har, ella oyrarfólk annars kenna nakað til. Abbi doyði í 1977, so í 1978 fekk Seve- rin tað sama í arv sum hini systkini hjá honum, 35.000 krónur. Tá var Severin heldur ikki burtur. Teir tríggir menninir, sum fóru til Brasilia í heyst at leita eftir Severin Strøm- sten, mundu hava eina lætta uppgávu, teir høvdu bæði adressu og telefonnummar við heimanífrá. So kemur Gesturin í Sjónvarp Føroya, og tað er Grækaris Magnussen, sum sigur frá ferðini og sínum samrøðum við Severin. Millum annað skuldi Seve- rin hava nevnt, at hann var bittur inn á systur sína, sum var deyð, at hon hevði livað eitt óvanligt lív. So sigur Grækaris Magnussen, at tað er dóttir hennara, sum er í øðini um bókina. Ja, Gud havi lov, at eg eri dóttir hennara og ikki dóttir Grækaris ella Severin. Eg skal gera Grækaris púra greitt, at mamma okk- ara skal hava frið at liggja í sínari grøv, bæði fyri hon- um og brøðrum hennara. At Severin má flýggja 31 ára gamal í februar 1947 má vera nakað, hann sigur fyri at vaska hendur sínar. Mamma okkara doyði í september 1947, og tá fekk abbi foreldrarættin yvir okkum, sum tá vóru 4 - 7 og 10 ára gomul, og vuksu vit trý systkin upp har hjá ommu og abba, og tað sluppu ikki øll í okkara støðu, so tað kunnu vit takka ommu og abba fyri. Vit høvdu ongan annan at halla okkum afturat, og vóru vit har til vit kundu klára okkum sjálv, men vit fóru væl áðrenn vit vóru 31 ár, og alt annað, sum Grækaris skrivar um oyrar- fólk, er ókent fyri øll tey oyrarfólk, eg kenni, sum eg havi tosað við. Ja, víst hevði abbi feilir sum vit øll onnur, men at hansara egnu synir vilja vera við til at hunddálka minnið um foreldur síni, tað er langt úti. Lukkuligur er hann, sum livir eitt langt lív, og eingin plettur er á. Um bókina »Horvin føroyingur« Jórun Høgnesen formaður í Mentunnar- nevnd Klaksvíkar Býráðs Mikukvøldið 5. desember bjóðaði Klaksvíkar Býráð foreldrum til fundar um ungdómsviðurskifti í bý- num. Foreldrini tóku væl undir við ætlanum Býráð- sins, og Býráðið fer í næst- um at skipa fyri fundi, har ungdómurin sleppur at siga sína hugsan. Lat meg byrja við at sláa fast, at vit eiga ein deiligan ungdóm í Klaksvík, og at tað unga fólkið hevur uppiborið eina góða og trygga ungdómstíð. Hetta hevur stóran týdning fyri samfelag okkara, tí eina- ferð verður tað teirra ábyrgd at føra alt virksemið í samfelagnum víðari, og tí ræður um at brynja og stuðla tey so væl sum gjørligt. Ungdómspolitikkur orðast Seinastu árini hevur ofta verið at hoyrt, at ungdóm- urin í Klaksvík saknar eitt stað at hittast í, sum er teirra, og at onki er at fara til. Tey keða seg og fara út at vála uttan mið og mál. Um tað veruliga er so galið kann helst diskuterast, men vit sleppa ikki uttan um, at vit ongan orðaðan ung- dómspolitikk hava. Ein slík orðing finst ikki í Føroym í dag. Mín hugsan er, at Klaksvíkar Kommuna skal orða ein ungdómspolitikk, sum skal verða skrædd- araseymaður til viðurskift- ini í Klaksvík. Tað er neyðugt við eini tílíkari orðing, sum greitt sigur hvat vit vilja og hvørji mál vit skulu seta okkum, tí einki má gerast tilvildarligt. Fundur við ungdómin Foreldrafundurin um ung- dómsviðurskifti, sum var í Býráðshøllini var góður og viðkomandi, og prógvaði, at foreldrini taka undir við hesi ætlan. Eisini luttók Carl August Arge frá Rús- drekka- og Narkotikaráð- num á fundinum, tí vit vilja gera púra greitt, at ætlaða ungdómshúsið skal vera rúsfrítt. Fyri at hetta arbeiði skal eydnast so væl sum gjørligt, fer kommunan at skipa fyri einum fundi afturat, og tá verða tað tey ungu, sum skulu hoyrast, tí tað er av størsta týdningi at fyrireika hesa verkætlan væl, um hon skal eydnast væl. Tað er umráðandi, at allir partar siga sína hugs- an. Nær og hvar fundurin verður, verður lýst seinni. Fjøltáttað tilboð til ungdómin Í Klaksvík eru fleiri feløg, sum beinleiðis venda sær til børn og ung, og gera øll hesi eitt stórt arbeiði, sum hevur stóran týdning fyri trivnaðin í býnum. Hetta hevur stórt virði fyri okkum øll, og eiga tit stóra tøkk uppiborna fyri tað arbeiðið tit gera. Mín vón er, at øll hesi tilboð, saman við tí ungdómshúsi, ið kommunan fer at taka stig til, fer at gera Klaksvík til ein bý, har ungdómurin trívist. At enda fari eg at nýta høvið at ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harr- anum vælsignað nýggjár. Ungdómur í Klaksvík Í Býin Tinghúsvegur • Tórshavn • Tlf. 31 56 28 Fríggjakvøldið Leygarkvøldið Café'in hevur opið mán.-frí. 17.00-24.00 og leyg.-sun. 14.00-24.00 Club 20 Café Írskur búffur v/chips, salat & whiskeysós 69,- EISINI TANN BESTI Í LANDINUM Hóskvøldið DJ Annfinn Gaard DJ Eyfinn Drewsen DJ Annfinn Gaard www.club20.fo ladies night Fótbóltur á stórskíggja HESA VIKUNA Felagið Tórshøll Hetta vikuskiftið spæla Felagið Tórshøll Sverrisgøta 22 Tlf. 31 15 65 NÁTT- T- T B hjá Øssuri Christiansen Leygarkvøldið : • Vetsm.-Tórsh. kl. 23.30 • Tórsh.-Vetsm. kl. 00.30 órsh. kl. 03.30 • Tórsh.-Vestm. kl. 04.30 (Koyrt ver ívík og Kollafj rð Onnur kv ld kann avtalu Tlf. 424254 Tlf.286254 Í Býin - hvønn hósdag AUTO 1234 TO 311234 TO 123 AUTO -Dag & nátt- Hýra bil - ring 311234 BENZIN DIESEL KIOSK -Alt døgnið- AUTO 311234 DANSUR Í KVÍVÍK Góður dan verður í Kv 2. jólakvøld Arne Emil spælur C M Y K 13 12 Í Býin Hafnia Lounge Gløgg kr. 30,- Eplaskivur kr. 15,- Stór vafla við róma og súltutoy kr. 15,- Kaffi við dagsins køku kr. 38,- Størri úrval á menukorti Opið frá kl. 14.00 Tlf. 31 32 33 · Fax 31 52 50 Frá nú av fram til jóla hava vit m.a. Bíleggið borð á telefon 223000 ella 457680 Hugnalig nýggj Italiensk matstova Borðbílegging á tlf 31 96 96á tlf. 319696 Vel millum 30 fjølbroyttar: Forverðar, suppur, pasta, pizza, fiskaverðar, kjøtverðar, barnamenu og dessertir Opið er frá kl. 12.00 Ársins jóladansur við Eyðun og Terja verður á Kambsdali leygarkvøldið 22. desember. Ja nú hava øll fingið jólafrí - lagt er upp til eitt gott dansikvøld Møguleiki verður at keypa toast og sodavatn Mat- seðilin Hósdagin 20. des.: Karbonadir Fríggjadagin 21. des.: Nakkasteik Leygardagin 22.des.: Enskan búff Hósdagin 27.des.: Fiskafrikadellur Fríggjadagin 28.des.: Hamburgarrygg Leygardagin 29.des.: Kalkunbringa *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 19,95 Maxiburgari ella Búffsandwich 25,00 Matstovan í Hoyvík