hósdagur 20. desember 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 20. desember 2001
15
15
ÚT AT KOYRA
Lesa vit tíðindabløðini, ið greiða
frá ferðsluvanlukkum, síggja vit,
at sambært teimum standast
ferðsluvanlukkurnar ofta av broti
á ferðslulógina, ov nógvari ferð,
støðuni hjá bilføraranum,
mjørka, kava ella ísi.
Spurningurin er, um orsøkin til
flestu ferðsluóhappini er
manglandi førleiki hjá
bilføraranum til at handfara eina
hættisliga støðu
FERÐSLUTRYGD
Magnus Gunnarsson
Tað er lætt at síggja, at eingin ferðslu-
vanlukka hevði verið, um ferðin var null.
Við einum sera einfaldum hugsunarúrsliti
ber sostatt til at siga, at ferðin - ella í
minsta lagi ein óhóskandi ferð - er orsøk til
allar ferðsluvanlukkur. Um vit spyrja hví
ferðin var óhóskandi, er svarið sum oftast
at bilførarin ikki fylgdi teimum reglum, ið
vóru galdandi. Eisini tí at ferðin var
óhóskandi til tað vánaliga veðrið, koyrium-
støðurnar ella annað. Tað eru eingi
viðurskifti í ferðslutrygdargranskingini, ið
eru so væl skjalprógvað sum sambandið
millum ferð og vanlukkutíttleikan.
Kelda: RFF
VR Bilar, ið umboðað
Volvo og Renault
bilarnar, bleiv stovn-
að fyri einum árið
síðan. Gongdin hevur
verið nógv betur enn
væntað, og teir hava
longu nú selt hundr-
að bilar, ið er meira
enn tvær ferðir tað
sum teir høvdu sett
sær sum mál
BILAR
Magnus Gunnarsson
Tá VR Bilar bleiv stovnað í
fjør, settu teir sær sum mál
at selja 40 bilar fyrsta árið,
seinni varð talið sett til 70,
men gongdin bleiv nógv
betur enn væntað, og bilur
nr. 100, ein Renault Kan-
goo, er seldur til nýstovn-
aðu heilsøluna, H.J. Heil-
sølan, ið selur klæðir til
virkir o.a.
Stór vøruskrá
Síðan teir byrjaðu eru fleiri
nýggjheitir
komnar
á
marknaðin, sum til dømis
Renault Laguna, og tað at
Renault eru komnir við
stórari dieselskrá. Umframt
at Volvo eisini fást við
stórum 5 syl. dieselmotor-
um við 130 og 163 hk.
Annars eru teir mest seldu
bilarnir: Renault Mégane,
Volvo S40 og S60. Býtið
millum av Volvo og Re-
nault er helvt um helvt. Av
stórum bilum hava teir selt
6 Volvo lastbilar og ein
býbuss. Nýggju Volvo last-
bilarnir sum koma á mark-
naðin komandi ár, fáast við
motorum upp til 500 hk.
Nøgdur við gongdina
Fyri at kunna veita góða
tænastu hava teir fingið ein
væl útgjørdan hjálparbil,
sum hevur alla neyðuga
útgerð til at veita bráð-
feingis hjálp til lastbilar,
bussar og entreprenørar.
Tað var 20. november í fjør
at persónbila og lastbila-
verkstaðurin læt upp, með-
an bilasølan byrjaði 1.
januar í ár. Stjórin á fyri-
tøkini, Sverri Steintún, er
sera væl nøgdur við gongd-
ina higartil.
VR Bilar – selt hundrað bilar fyrsta árið
Ferðin er orsøk til flestu ferðsluvanlukkurnar
Sverri Steintún, høgru megin, handar her bil nr. 100, ein Renault Kangoo, til Hans Fróða Hansen frá H. J. Heilsøluni
Á hesi myndini eru nevndar tær ferðslutrygdarábøtur, sum eru týdningarmiklir tættir til tess at
náa null-hugsjónini
Ferðin er tann ferðslufaktorur, sum mest er tengdur at deyða og fólkaskaða
Nr. 246 • hósdagur • 20. desember 2001 • 75. árg.
Liðugt við
Camaro
Framleiðslan av Chevro-
let Camaro, ið hevur
verið á marknaðinum í
36 ár, steðgar í 2002.
Camaro er ein av ameri-
kansku kappingarneyt-
unum hjá Ford Mustang.
Kelda: Motor Magasinet
Toyota og
PSA í
Kekkia
Ætlanin var at Toyota og
Peugeot (PSA) skuldu
hava eina felags verk-
ætlan í Póllandi. Nú sær
út til at hendan bilverk-
smiðja verður í Kekkia,
har teir koma at fram-
leiða 300.000 bilar ár-
liga.
Kelda: Motor Magasinet
Fiesta í
Køln
Framleiðslan av nýggja
Ford Fiesta er byrja í
Køln í Týsklandi, men
bilarnir koma ikki á
danska
og
føroyska
marknaðin fyrr enn síðst
í 2002.
Kelda: Motor Magasinet
Nissan Primera, ið av-
loysti Bluebird í sín-
ari tíð, kemur nú við
einum heilt nýggjum
modelli, ið ger upp
við alla vanahugsan
um hvussu ein
Primera plagar at
síggja út
BILAR
Magnus Gunnarsson
Bæði innan og uttan er
nýggi Primera ein smartur
bilur, sum kemur at gera
um seg millum kappingar-
neytarnar. Bilurin er bygd-
ur yvir ein heilt nýggjan
plattform og er nakað størri
enn forgangarin. Størsta
broytingin innan er at in-
strumentini eru í miðjuni á
instrumentborðinum,
og
allar funktiónirnar eru eis-
ini í eini konsoll í miðjuni.
Fýra motorstøddir
Fýra ymiskir motorar verða
at velja ímillum: 1.6 ltr.16V
við 109 hk, 1.8 ltr. 16V við
116 hk, 2.0 ltr.16V við 140
hk og ein 2,2 ltr. common-
rail dieselmotorur við 126
hk. Teir, sum hava royndar-
koyrt dieselmotorin, siga,
at hann kraftar sera væl og
larmar lítið. Sum tann
einasti í sínum klassa kann
Primera leverast við fart-
piloti, sum altíð heldur
røttu frástøðuna til bilin
sum koyrir frammanfyri.
Sedan, stationcar og
hatchback
Við nýggja Primera hava
Nissan gjørt alt fyri at sam-
eina sportligar og kom-
fortablar koyrieginleikar í
einum elegantum bili. Tá
Primera kemur á danska
marknaðin í mars, verður
tað sum sedan og station-
vognur, og í august kemur
ein hatchback við fimm
hurðum. Frá bilasøluni hjá
Meinhardt Arge verður
sagt, at nýggi Primera verð-
ur her hjá okkum um hálv-
an mars.
Nýggjur Nissan Primera
– premieru í mars
Tað er ikki nett soleiðis vit kenna Nissan Bluebird. Bilurin hevur smart design, sum ger upp við alla vanahugsan um, hvussu ein Primera plagar
at síggja út
Aftan tekur Primera seg væl út. Bilurin fæst við
einum sjónvarpsskýggja sum vísir hvat flytir seg
aftan fyri bilin
Trý rund instrument í miðuni á instrumentborðin-
um. Konsollin í miðjuni er designað sum eitt teldu-
knappaborð
Sum stationvognur er Primera elegantur. Aftan
minnir hann ikki sørt um Renault Laguna
stationvognin
C
M
Y
K
14