mikudagur 10. februar 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 28 - 10. februar 2010
Drepara-alligator skotin
Ein fimm metrar langur alligator, sum fyri fáum døgum síðani
drap og át eina 11 ára gamla gentu er nú skotin og dripin. Hann
hevði framvegis restir av gentuni í kjaftinum. Alligatorurin leyp
á 11 ára gomlu gentuna, tá hon sunnudagin baðaði saman við
nøkrum vinfólkum í einum áarósa við býin Guajará-Mirim í
norðrara parti av Brasilien. 16 ára gamli bróður gentuna kundi
bara síggja hjálparleysur at, meðan lítlasystir varð drigin undir
vatnið av 350 kilo tunga alligatorinum. Eitt bjargingarlið fann
seinni dýrið, sum varð skotið og dripið, skrivar ekstrabladet.dk.
Havanissa afturkomin
Fyri 13 árum síðani hvarv ein havanissa sporleyst frá havanum hjá
Doris og Denis Heards í Leeds. Parið fekk eitt postkort frá horvnu
nissuni, sum eftir øllum at døma var í Devon, men síðani hevur
einki verið at frætt um keramiska dvørgin. Til nú. Eftir 13 ára sam-
vitskukvalum hevur tjóvurin nú sent parinum eina nýggja havanissu
og eitt bræv við einari umbering. »Eftir at eg eri vorðin vaksin og
havi fingið mín egna hava, plágar samvitskan meg illa um, at eg
havi stolið frá tykkum og tykkara hava. Vónandi taka tit ímóti
mínari umbering og hesari nýggju havanissuni«, skrivaði tjóvurin.
78-ára gamli Denis Heard hevur nú takkað samvitskufulla tjóvinum
í The Yorkshire Evening Post, skrivar DR á heimasíðu síni.
ni gerast leguhús hjá børnum
Stórarbeiði
Páll Poulsen, ið er kendur
innan brøðrasamkomuna í
Føroyum, er ein av monn-
unum aftanfyri Kaamasoq.
Hann sigur, at teir í fjør
summar tóku hesar tríggjar
bygningarnar í Føroyinga-
havnini niður og fluttu alt
tilfarið við skipi hjá Sand-
grevstri í Fuglafirði til eitt
pláss í Suðurgrønlandi, tætt
uppat niðurlagda bónda-
garðinum.
- Hetta var eitt rættiliga
stórt arbeiði, tí alt mátti tak-
ast niður og flytast við
handamegi. Við staðið, har
leguhúsið skal byggjast, er
heldur eingin bryggja, og
haðani mátti alt tilfarið
eisini flytast niðan á økið,
har tilfarið nú liggur.
Páll sigur, at tað tók
góðar tríggjar vikur at taka
húsini niður og flyta tey.
- Í byrjanini var eg einsa-
mallur, men síðan vóru vit
fleiri, sum vóru saman um
hetta stórarbeiði, leggur
hann aftrat.
30 børn á legu
Niðurtiknu bygningarnir í
Føroyingahavnini skulu reis-
ast uppaftur og verða karmur
um leguhús hjá børnum í
Grønlandi og starvsfólkahús
hjá teimum, sum hjálpa til á
barnalegunum.
Páll Poulsen sigur, at
nýggja leguhúsið verður
einar 300 fermetrar stórt og
fer at kunna taka ímóti 30
børnum í senn. Starvsfólka-
húsið verður góðar 100 fer-
metrar stórt og kemur at
hava 8 kømur.
- Samkoman hevur eisini
skip í Grønlandi, sum koma
at flyta børnini til og heim-
aftur av legunum, leggur
hann aftrat.
Tekningar eru gjørdar av
verkætlanini, og nú bíðar
grunnurin eftir, at øll loyvi
skulu koma upp á pláss.
- Tey, sum áttu garðin og
sita á lendinum á leiðini,
hava einki ímóti, at leguøkið
verður bygt. Ætlanin verður
soleiðis framd í samráð við
tey, eins og kommunalu
myndugleikarnir hava góð-
kent byggiætlanina.
Páll Poulsen sigur, at enn
bíða tey eftir grønlendska
heimastýrinum um ”arealtil-
deling”, sum tað verður
rópt, og fyrr enn hesi viður-
skifti eru greið, er byggi-
loyvið ikki tøkt.
- Eg vildi ynskt, at vit
sótu við byggiloyvinum nú,
so vit kundu farið í gongd,
sigur hann.
Næsta summar
Páll Poulsen væntar, at um
endaligu loyvini ikki fara at
draga alt ov langt út, fer
nýggja leguhúsið og starvs-
fólkahúsið í Grønlandi at
standa uppi, soleiðis at tey
kunnu byrja barnalegurnar
í nýggja umhvørvinum á
sumri næsta ár.
Nærmasti býurin til før-
oyska leguøkið í Suðurgrøn-
landi er Juliannehåb, sum
liggur einar 12-15 sjómíl
haðani.
Tað eru umleið 35 ár, síð-
an brøðrasamkoman í Før-
oyum av fyrsta tíð fór undir
at skipa fyri barnalegum í
Grønlandi.
Páll Poulsen sigur, at tá
brøðrasamkoman í sínari
tíð byrjaði við barnalegum í
Grønlandi, vóru eisini eini
gomul hús tikin niður í
gomlu Føroyingahavnini og
bygd uppaftur til leguhús.
- Veðurlagið í Grønlandi
er soleiðis háttað, at timbur
heldur sær leingi. Tað er
turt og kalt stóran part av
árinum, og tí kann nógv av
hesum tilfari brúkast aftur,
sigur hann.
Hesi trý húsini, sum nú
eru tikin niður í Føroyinga-
havnini, eru upprunaliga
norsk
elementhús,
sum
norðmenn í sínari tíð bygdu
har yviri.
”
”... eg vildi ynskt, at vit sótu við byggiloyv
inum nú, so vit kundu farið í gongd...
(Páll Poulsen)
Gongst, sum ætlað, fara tríggir av bygningunum, sum hava staðið í Føroyingahavnini, at koma
børnum í Grønlandi til góðar sum leguhús
- Nógv færri koyra
í trygdarbelti í
vanligari býarkoyring
í Havn, enn tey gera
á longri teinunum
millum bygdir,
sigur vakthavandi á
politistøðini í Havn
Kanning
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinnapartin
týsdagin
gjørdi løgreglan grein 13
kanning í Havn.
Umleið 100 bilar vórðu
steðgaðir og kannaðir, har-
av løgreglan skrivaði 67 frá-
greiðingar, sum allar í
minsta lagi geva 500 krónur
í bót.
Millum brotini gav løg-
reglan trý klipp í koyrikortið,
tí børn ikki sótu í trygdar-
belti.
Tilsamans 49 frágreiðing-
ar vórðu skrivaðar um bil-
førarar og onnur í bilinum,
sum ikki sótu í trygdarbelti,
11 førarar tosaðu í fartele-
fon, tríggir høvdu einki
koyrikort uppi á sær, og í
einstøkum føri vóru dekk
og lyktir ikki í lagi.
Umframt
hesar
67
frágreiðingarnar og soleiðis
eisini brot á ferðslureglurnar,
gav løgrelan 11 átalur fyri
ymisk smærri brot.
Í stuttari viðmerking, sig-
ur vakthavandi á politistøð-
ini, at nógv færri koyra í
trygdarbelti
í
vanligari
býarkoyring, enn tey gera á
longri teinunum millum
bygdir.
At børn sita óbundin
gevur klipp í koyrikortið
Løgreglan “fangaði” nógvar
bilførarar á skeiva beininum í
Havn í gjár, tá hon gjørdi grein 13
kanningar