Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. februar 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 28 - 10. februar 2010 Coca Cola stórt avlop Er navnið nóg væl kent og góðskan í lagi kann ein vøra standa seg væl, sjálvt um alt annað stríðist við ringa kreppu. Soleiðis tykist tað í hvussu er vera við tí kenda amerikanska sodavatninum Coca Cola. Tí hóast búskaparliga heimskreppu vaks avlopið hjá Coca Cola 17 prosent í fjør og endaði uppi á 35 milliardum krónum. Tað sigur roknskapurin, sum bleiv kunngjørdur í morgun. Í roknskapinum sæst, at tað er sølan í teimum stóru menningarlondunum so sum Kina, India og Brasil, sum gevur Coca Cola tann størsta vinningin. Hinvegin minkaði sølan heima í USA. Minst 230.000 deyð Nú fýra vikur eftir jarðskjálvtan tann 12. januar meta myndugleikarnir í Haiti, at skjálvtin kravdi í minsta lagi 230.000 mannalív. Sostatt kravdi skjálvtin, sum var 7,9 á Richter-stiganum, líka mong mannalív sum flóðaldan í Landssynningsasia á jólum í 2004, skrivar Reuters. Myndugleikarnir í Haiti siga tó, at talið á deyðum er helst væl størri enn 230.000, tí øll tey deyðu eru ikki skrásett enn. Harafturat er vandi fyri, at nógv av teimum, sum fingu skaða í jarðskjálvtanum, fara at doyggja, tí tað eru ov fáir læknar og ov lítil heilivágur. Í fjør summar vórðu tríggir bygningar tiknir niður í Før­ oyingahavnini í Grønlandi og gongst, sum umboð fyri brøðrasamkomuna í Føroyum vilja, verða hesir reistir uppaftur sum karmur um leguhús hjá børnum í Suðurgrønlandi Leguhús Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinnu árini hevur ofta verið frammi, at føroyingar áttu at ruddað upp eftir sær í Føroyingahavnini í Grøn- landi. Myndir av illa farnum húsum og skúrum, sum áður vóru karmur um virksemið hjá nógvum føroyingum har yviri, eru vístar í bløðum og sjónvarpi, og hildið hevur verið, at hetta hevur sæð alt annað enn gott út. Alt hetta hevur sína longu søgu og er neyvan so einfalt, sum mangur hevur hildið. Uttan at fara út alla ta søgu, sum liggur aftanfyri alt hetta, kunnu vit í minsta lagi vísa á, at tað eru ikki bara føroyingar, sum áttu og enn eiga allar bygningar og tað, sum eftir var av atløgubryggju í Føroyinga- havnini. Miðvingurin Kaj Hjal- grímsson eigur í dag fleiri av bygningunum í Føroy- ingahavnini. Hann er ein eldri maður í dag, sum neyv- an hevur teir stóru møgu- leikarnar at gera nakað við alt tað, sum stendur og for- fellir har yviri. Byggja barnalegu Nú bendir so alt á, at nakrir av bygningunum úr Føroy- ingahavnini fara at koma øðrum til góðar – í hesum førinum børnum í Grøn- landi. Kaj Hjalgrímsson læt í fjør tríggjar av hesum bygn- ingum til ein grunn, sum umboð fyri brøðrasamkom- una í Føroyum standa aftan- fyri. Hetta eru fólk, sum gjøgnum fleiri ár hava verið við til at skipað fyri barna- legum og trúboðanar- virksemi í Grønlandi. Grunnurin aftanfyri verk- ætlanina, ið reist verður við ein niðurlagdan bóndagarð í Suðurgrønlandi, kallast Kaamasoq, og tað eru fimm føroyingar, sum standa aftanfyri henda grunn. Bygningar úr Føroyingahavnin ” ... hetta var eitt rættiliga stórt arbeiði, tí alt mátti takast niður og flytast við handamegi... (Páll Poulsen) Páll Poulsen sigur seg vóna, at nýggja føroyska leguøkið í Suðurgrønlandi kann verða klárt at taka í nýtslu næsta ár Mynd: Vilmund Jacobsen Trolbátarnir Hansa Maria og Búgvin seldu á seinasta túri fyri einar 350.000 krónur hvør Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Teir smærru trolbátarnir hava í seinastuni gjørt góðar túrar. Á seinasta túri seldu Hansa Maria og Búgvin, sum eru heimahoyrandi á Toftum, fyri einar 350.000 krónur hvør. Bátarnir høvdu út við 30.000 pund hvør, og størsti parturin av veiðini var havtaska. Prísurin fyri havtasku var út við 29 krónur fyri kilo. Teir høvdu eisini nakað av toski, upsa og longu. Sum skilst, koma bátarnir væntandi innaftur at landa í morgin. Á Landingarmiðstøðini á Toftum verður eisini roknað við, at línuskipini Eystnes og Kambur koma inn at landa fríggjadagin. 17 tons av havtasku lyftu undir miðalprísin við søluna á Fiskamarknaði Føroya í gjár Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár góð 70 tons fyri tilsamans 1,2 miljónir kónur. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 17,22 krónur fyri kilo. Góð 30 tons vóru av toski, og mest var av toski 3, sum fór fyri miðalprísin 14,61 krónur fyri kilo. Sløk 6 tons vóru av hýsu, harav frægastu nøgd- irnar vóru av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 8,54 krónur. Besti hýsuprísurin á marknaðinum í dag var 14,20 krónur fyri kilo. Høvuðsorsøkin til góða miðalprísin á Fiskamarkn- aði Føroya í gjár, var, at eini 17 tons vórðu av hav- tasku, sum fór fyri ein miðalprís, ið nærkaðist teimum 29 krónunum fyri kilo. Góður miðalprísur Gera góðar túrar og selja væl Hansa Maria (mynd) og Búgvin hava gjørt tað væl í seinastuni Mynd: Vilmund Jacobsen