Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. februar 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 28 - 10. februar 2010 Sambært Jákupi Reinert, fiskifrøðingi, kann hýsuveiðan verða burðardygg um tvey ár, um eins nógv verður veitt, sum tað verður í dag Fiskidagar Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Jákup Reinert, fiskifrøð­ing­ ur og leið­ari á fiskideildini á Havstovuni, stað­festir, at í løtuni verð­a ikki ov nógvar hýsur tiknar út stovninum í mun til ásetingina hjá ICES, at 20 prosent kunnu takast úr stovnunum. Trupulleikin er hinvegin við­ burð­ardygd, at gýtingar­ stovnurin skal vera oman fyri eitt ávíst lívfrøð­iligt minstamark, og tað­ var hann ikki við­ seinastu stovnsmeting, ið­ varð­ gjørd í 2009. – Gýtingarstovnurin er ov lítil, men við­ verandi veið­utrýsti kann hýsuveið­an verð­a mett at vera burð­ar­ dygg um ein tvey ár, sigur Jákup Reinert, og leggur aft­ urat, at tað­ er av týdningi, at hýsan veksur væl í vekt fyri tíð­ina. Hann vísir tó eisini á, at so skjótt nakað­ av toski verð­ur at fáa, so verð­ur eisini størri partur av hýsuni veiddur. Toskurin er um at koma fyri seg, og hetta kann tí ávirka hýsuna. – Men fyri bæð­i tosk og hýsu er galdandi, at dagatalið­ hjá flotanum er ov stórt, og fyri at toska­ og hýsuveið­an eisini upp á sikt kunnu vera burð­ardyggar, so er neyð­ugt at stilla dagatalið­, so at tað­ gerst hóskandi. – Tað­ hevð­i hjálpt at tikið­ dagarnar burtur, sum komu ov nógvir inn í fiskidaga­ skipanina, beint eftir hon var gjørd, sigur fiskifrøð­­ ingurin. Men vísir á, at tað­ er sera óvist, um tað­ er nóg mikið­, tí tá varð­ mið­að­ eftir, at tað­ í mið­al skuldu fiskast eini 33% í tali burtur úr stovnun­ um av ávikavist toski, hýsu og upsa. Hetta er í meira lagi fyri toska, og alt ov nógv fyri upsa og serliga hýsu. Hetta er í tráð­ við­ tað­, sum Reið­arafelagið­ vísir á sum ein møguleika. Tað­ merkir nevniliga, at bátarnir undir 15 tons skulu missa ein stóran part av døgum sínum. – Fólk hava ta fatan, at smábátar ikki kunnu ávirka nakran stovn. Men um royndin hjá teimum er ov stór, so er tað­ sjálvandi ikki rætt, sigur Jákup Reinert, fiskifrøð­ingur. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, vil ikki koma við nakrari konkretari loysn, men staðfestir, at tað verður viðgjørt, hvussu fiskidagaskipanin kann rættast Fiskidagar Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Bæð­i vinna og serfrøð­i eru so at siga samd um, at polit­ iska skipanin má gera rætt­ ingar í fiskidagaskipanini, men Jacob Vestergaard, lands­ stýrismað­ur við­ fiskivinnu­ málum, vil bert siga, at tað­ verð­ur arbeitt við­ málinum. Um hugsanina hjá Auð­unn Konráð­sson, formanni í meginfelag útróð­rarmanna, sum í tíð­indunum á Rás2 í gjár, stað­festi, at tað­ kann geva teimum, sum liva av fiskivinnum trupulleikar, at hvør fjøl fer á flot, tá nakað­ er at fáa, og hugsanina hjá Viberg Sørensen, formanni í Reið­arafelagnum, sum merk­ ir, at dagarnir hjá bátunum undir 15 tons mugu skerjast. Umframt spurnarteknið­ á heimasíð­uni hjá reið­arafel­ agnum, um tað­ er rætt, at tað­ er so rúmsátt í tí bólk­ inum, at hvør mað­ur kann fara á flot hvørja ferð­ stovn­ urin kemur fyri seg, sigur Jacob Vestergaard, at hann illa dugir at ímynda sær, at tey, sum partvíst hava vinnuveg at fara til útróð­rar, skulu missa hendan rættin. – Eg havi sagt, at í Føroy­ um eigur mann at sleppa á flot, sigur Jacob Vestergaard, men við­gongur, at tað­ eisini verð­ur hugt uppá, hvussu hetta skal skipast. Vil stongja øki – Vit arbeið­a við­ ymiskum møguleikum, og ein er at stongja ymisk øki, har smá­ fiskur er. Ongin er heldur áhugað­ur at fiska gillur, sigur landsstýrismað­urin. Hetta kann setast útsagnir frá Havstovuni, sum vísir á, at nógvur smátoskur verð­ur tikin við­ Føroyar. Hinvegin heldur lands­ stýrismað­urin, at smáu bátarnir hava lítla ávirkan á hýsuna og vísir til hagtølini seinastu árini. – Tað­ eru línuskipini, sum fara við­ mestu hýsuni, sigur Jacob Vestergaard. Hýsan burðardygg um tvey ár Fiskimálaráð- harrin vil regulera í fiskidagaskipanini Ovfiska rækjustovnin Á hvørjum ári veið­a skip nógv meiri rækjur í grønlendskum sjógvi, enn vísindin heldur vera ráð­iligt. Grønlandsposturin skrivar, at grønlendsku rækjuskipini fiska munandi meiri, enn fiskifrøð­ingarnir hava mælt til, og tað­ hevur sambært blað­num havt við­ sær, at rækjustovnurin gerst minni og minni, sum árini ganga. Grønlandsposturin skrivar, at í tíð­arskeið­inum frá 2004 til 2008 vat tilmælið­ hjá fiskifrøð­ingunum, at veið­an mátti ikki fara upp um 630.000 tons. Kortini fór veið­an upp um 760.000 tons ella 21 prosent oman fyri tilmælið­ frá vísindini, skrivar blað­ið­. Skulu tosa grønlendskt í Landstinginum Í Grønlandi hevur andstøð­uflokkurin Siumut skotið­ upp, at tingmenn og landsstýrismenn skulu tosa grønlendskt, tá teir fara upp á røð­arapallin í Landstinginum. Í dag fekk flokkurin unsirtøku frá fakfelagnum SIK. Formað­urin í felagnum, Jess G. Berthelsen, sigur við­ fjølmið­larnar, at 30 prosent av tí grønlendska fólkinum tosa bara grønlendskt, og at hesi ofta verð­a sett til viks í teirri almennu kunningini. Eftir uppskotinum hjá Siumut skulu tær nýggju málreglurnar koma í gildi í 2013. IA, sum nú situr í samgongu, hevur fyrr talað­ fyri, at á tingsins røð­arapalli skulu fólk tosa grønlendskt. Sambært Jákupi Reinert, fiskifrøðingi og leiðara á fiskideildini hjá Havstovuni, hava smábátarnir stóra ávirkan á fiskin kring Føroyar Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, staðfestir, at ráðið í løtuni arbeiðir við at tillaga fiskiskapin kring Føroyar, men enn er onki heilt klárt