Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. februar 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 28 - 10. februar 2010 Fyri hvørjar seks íbúgv ar, sum fáa nýtt pass í Føroyum, er bert tann eini, sum vel ur grøna, føroyska pass ið. Hinir fimm vilja heldur hava tað reyða ES passið, og hvørt ár velja alsamt fleiri grøna passið frá Pass Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Grøna, føroyska passið hev ur beina leið móti at av taka seg sjálvt. Tað vísa hag tøl frá Løgregluni, sum um situr og útvegar pass í Før o yum. Samstundis vel­ ja alsamt fleiri at fáa sær eitt reytt ES­pass. Eftir nógva togan aftur og fram og drúgt kjak gjøg­ n um fleiri ár, gjørdist tað á vári 1997 møguligt hjá før­ oy ingum at velja, um teir vildu hava eitt reytt danskt ES­pass, ella eitt av grønu, føroysku passunum. Men nú gott 13 ár seinni, sær tað út sum, at føroyska pass ið er við at avtaka seg sjálvt so lýðandi, og at tað í al samt størri mun verður tað danska ES­passið, sum før oyingar helst vilja nýta. Av teimum 5122 passu­ num, sum vórðu útskrivað í 2009, vóru bert 722 pass av teim um grønu føroysku, með an hini 4400 passini vóru tey reyðu donsku ES­ pass ini. Býtið er 16,4 pro­ sent móti 83,6 prosentum. Hetta merkir tað sama sum, at fyri hvørji seks, sum biðja um pass, biðja fimm um eitt ES­pass og ein um eitt føroyskt pass. Støðug gongd At býtið millum føroysk og ES­pass er so markant er ikki nøkur nýggj støða. Í 2008 vórðu 5198 reyð ES­pass og 887 grøn pass út skriv að, svarandi til at 17,66 prosent eru grøn, með an hini 82,34 prosentini vóru reyð. Árið fyri, í 2007, vóru tað uppaftur fleiri, sum val­ du grøna passið. Tá vóru 5404 ES­pass útskrivað, með an talið av grønum pass um var 1107 pass. Tá var prosentbýtið 79,5 pro­ sent reyð pass og 20,5 pro­ sent grøn pass. Vekk um 12 ár Hvør orsøkin til hesa gongd ina er, er ilt at gita um. Staðfestast kann tó, at tað ganga nógvar søgur um bæði passini. Eitt nú siga fleiri, at tey velja tað reyða ES­passið, tí tað skal vera verri at sleppa inn í summi lond við tí grøna passinum. Onnur sigast velja reyða passið, tí tað eru bert »tjóðskaparligir tjóðveldismenn«, sum velja grøna, føroyska passið. Hinvegin sigur onkur, at með an Muhammeds­ krepp an stóð við, var fræga ri at hava eitt grønt pass, tí danir vóru í ringum ljósi nógvastaðni í heimi­ num júst tá. Men óansæð hvør orsøkin man vera til, at fólk held ur velja at fáa sær reytt pass, kann staðfestast, at við verðandi gongd, har mink ingin í býtinum av før­ oysku passunum er góð 1,36 prosent um árið, verð­ ur síðsta føroyska passið út skrivað um góð 12 ár, ella í 2022. Kina heldur ikki COP15-samtyktina Amerikanska stjórnin vil vera við, at Kina og fleiri av teimum stóru menningarlondunum royna at skáka sær undan veðurlagsfráboðanini, sum bleiv samtykt á toppfundinum í Keypmannahavn í desember. Amerikanski samráðingarleiðarin í veðurlagsmálum, Todd Stern, sigur, at Kina, India, Brasil og Suðurafrika royna miðvíst at avmarka týdningin av fráboðanini. Todd Stern ávarar Kina og hini londini ímóti at velja tað lætta burtur úr fráboðanini og at vraka tann torføra partin. Mótmæli í Grikkalandi Nógvir túsund grikkar hava í dag gingið mótmælisgongu ímóti spariuppskotunum, sum stjórnin hevur lagt fram, og sum tjóðartingið samtykti í dag. Samtyktin ber í sær, at tað almenna skal spara í minsta lagi seks milliardir krónur longu í ár fyri at forða fyri, at kreppan, sum landið er í, skal gerast uppaftur verri. Fleiri fakfeløg á tí almenna arbeiðsmarknaðinum høvdu lýst arbeiðssteðg í 24 tímar fyri at mótmæla sparingunum, og seinni í mánaðinum fara fakfeløgini á tí privata arbeiðsmarknaðinum í verkfall. Grøna passið vekk um 12 ár Býtið millum reyð og grøn pass 2007 - 2009 Ár Reyð Grøn %-reyð %-grøn 2007 5404 1107 79,52 % 20,48 % 2008 5198 887 82,44 % 17,66 % 2009 4400 772 83,59 % 16,41 % FAKTA Fimm av seks passum útskrivað í 2009 vóru ES-pass, og talið er minkandi hvørt ár Mynd: Álvur Haraldsen