mikudagur 10. februar 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Nr. 28 - 10. februar 2010
Tað komu nakrar óhepnar
útsagnir um okkara sjó
menn og høvuðsvinnuna
nú um dagarnar.
Har sagt varð, at sjó
mannsfrádrátturin skuldi
vekk, og at inntøkutrygdin
skuldi verða fíggjað av
reiðarum og sjómonnum.
Eg eri harmur um, at
man ger eina óvissu rund
an um okkara høvuðs
vinnu, mínir tankar fara til
føroysku heimini, sum til
dømis hava tann føroyska
línuflotan sum álit fyri at
fáa mat á borðið og at
gjalda sítt heim fyri.
Hvat hugsa hesu fólk,
sum ikki fáa endarnar at
røkka saman, helst eru tey
ólukkulig.
Alt hetta meðan tey
almentsettu fingu 3% í
lønarhækkan, eisini eg
sjálvur.
Vit eiga og skulu inn á
tann partin hjá tí almenna
at spara pening, ikki so, at
eg vanvirði tað arbeiði,
sum verður gjørt av teim
um almentsettu. Men her
hugsi eg um tær útreiðslur,
sum eru av, at fólk ferðast
uttanlands fyri almennar
pengar.
Vit skulu øll liva í hesum
landinum og ikki bara tey
við maskettknappum.
Hetta við aftur og aftur
at gera ótryggleika uttan
um okkara siglandi fólk,
ber ikki til.
Latið okkum nú av øll
um alvi royna at fáa
arbeiði til allar hendur.
Tað gera vit við at landið
setur arbeiðir í gongd, tað
var jú meiningin sambært
ólavsøkupakkanum.
Og ikki minst at lata
kommununar sleppa at
útbyggja, nú prísirnir eru í
botni, heldur enn at hava
kvørkratak á teimum, tí tað
er tað sum verður gjørt nú.
Vit vita væl, at tað er
fiskavinnan, sum ber nógv
bygdarsamfelag og eisini
býarsamfeløg uppi.
Taki eg Sandoynna sum
dømi, ja her eru tað flaka
virkið, Lívfiskastøðin, út
róðrarmenn, sjómenn og
onkur smáídnaður og handl
ar. So vælsignaði, latið okk
um sum ráða fyri borgum
lata vera við at hótta við at
taka matin úr munninum á
teimum, sum stríðast í
okkara høvuðsvinnu.
Latið okkum royna at fáa
fólk í vinnu, tað er loysnin.
Tað gerst bara við at land
og kommunur seta arbeiðir
í gongd.
Sjómannafrádrátturin
løgtingsmaður
Gerhard
LoGnberG
Tíðindaskriv
Hvussu kunnu vit á besta
hátt skipa økið Børn og
ung, so tey, ið hava serligan
tørv, kunnu fáa nøktandi
tilboð í Føroyum? Spurn
ingurin er torførur, men
átrokandi neyðugur at fáa
svaraðan. Um fáar vikur
kemur arbeiðsbólkur við
sínum tilmælum.
Í summar setti Rósa
Samuelsen arbeiðsbólk at
eftirmeta,
útgreina
og
endurskoða tey tilboð og
tænastur til børn, sum
landsstýriskvinnan
á
almannaøkinum varðar av.
Talan er um eina røð av
tilboðum til børn, ung og
teirra familjur, sum á
ymsan hátt hava serligan
tørv.
Við
støði
í
útgreiningini ger bólkurin
tilmælir um hvussu økið
skal skipast frameftir.
Yvirskipaða málið hjá
samgonguni er, at vit skulu
skapa umstøður, so børn
við serligum tørvi í minst
møguligan mun verða send
av landinum. Heldur eiga
tey at fáa nøktandi menn
ingartilboð í Føroyum.
Ein av avbjóðingunum er
at skipa soleiðis fyri, at
tilboðini og tænasturnar er
smidligar og nøkta ein
skiftandi tørv. Eina tíð er
stórt trýst á ávísan stovn,
meðan aðrar tíðir verður
stovnurin so at siga ikki
brúktur. Samstundis má
økið samskipast so skyn
samt
sum
gjørligt,
so
starvsfólkaorkan og hølis
umstøðurnar verða gagn
nýttar á allar besta hátt.
Í arbeiðsbólkinum sita
umboð fyri barnaverndar
tænasturnar, Barnaverndar
stovuna, Almannastovuna,
Nærverkið og Almanna
málaráðið.
Álitið hjá arbeiðsbólk
inum fer til hoyringar hjá
avvarðandi pørtum í vikuni
og verður handað lands
stýriskvinnuni um hálvan
mars.
Almannamálaráðið
Framtíðar bygnaður á
Barna- og ungdómsøkinum
Tíðindaskriv
Yrkistænastan er eitt nýtt átak, sum skal virka fyri at styrkja sambandið millum
føroyska arbeiðsmarknaðin og tey lesandi. Yrkistænastan er ein skipan, sum
vendir sær beinleiðis til føroyingar undir útbúgving við upplýsingum um leys
størv. Allir arbeiðsgevarar kunnu nýta hesa tænastu, sum fer at virka frá í dag.
Tað er ein sannroynd, at føroyska samfelagið einans kann bjóða ein part av
teimum útbúgvingum, ið eru neyðugar í dagsins samfelagi. Tí er tað sera um
ráðandi, at føroyingar leita sær út um landoddarnar at nema sær førleikar, sum
kunnu vera við til at bera okkara land framá. Men tað er samstundis ein
trupulleiki fyri føroyska samfelagið, at føroyingar ikki venda heimaftur eftir
lokna útbúgving uttanlands. Yrkistænastan er amboðið, sum tryggjar sambandið
við føroyingar, meðan teir eru uttanlands í útbúgvingarørindum. Tílíkar skipanir
eru eisini at síggja í londunum rundan um okkum.
Tað er Uttanríkisráðið, Vinnuhúsið, Stuðulsstovnurin og Meginfelag Før
oyska Studenta, sum standa fyri hesum átaki. Sí fleiri upplýsingar um, hvussu
tú sum arbeiðsgevari kanst nýta tænastuna
Uttanríkisráðið
Føroyskir arbeiðsgevarar
røkka nú teim lesandi
Tíðindaskriv
Føroya Skipara & Naviga
tørfelag hevur avgjørt, at
limirnir í framtíðini kunnu
velja millum tveir eftirløn
arveitarar. Í hesum sam
bandi er avtala nú gjørd
við eftirlønar og lívstrygg
ingarfelagið Betri pensjón.
Avtalan er galdandi frá 1.
januar 2010, og stendur tað
sostatt limunum frítt at
velja frá hesum degi.
Limirnir í Føroya Skip
ara & Navigatørfelag fáa
nærri kunning um nýggju
avtaluna
í
nærmastu
framtíð.
Eyðstein Djurhuus, for
maður í Føroya Skipara &
Navigatørfelag, sigur, “at
limirnir í longri tíð hava
eftirspurt hesum valmøgu
leika. Økt kapping á eftir
lønarøkinum kann bara
gagna limum okkara. Men
vit leggja dent á, at eftir
lønin bert kann inngjaldast
til góðkendar skipanir.”
Mortan Poulsen, stjóri í
Betri pensjón, fegnast um
nýggju avtaluna og leggur
afturat, “vit fara at leggja
okkum eftir einum góðum
samstarvi, og at veita eina
gjøgnumskygda eftirlønar
skipan til limirnar hjá Før
oya Skipara & Naviga
tørfelag. Ein skipan, sum
tryggjar framhaldandi væl
ferð, tá ið farið verður frá
fyri aldur, ella um okkurt
óvæntað hendir áðrenn
eftirlønaraldur.”
Føroya Skipara & Nav
igatørfelag og Betri pen
sjón, 9. februar 2010.
Vísandi til grein hjá Randi Jacobsen í
Sosialinum 9. februar, við heitunum
“Vakmyndatól í Svimjihøllina í Klaks
vík” og “Klaksvík áhugað í Bládýpi
num”, havi eg hesar viðmerkingar
Randi Jacobsen ringdi tíl mín, tí hon á
postlistanum sá eitt mál “Vakmyndatól
til Svimjihøllina”. So sum vit skiltust í
telefonini, so var hetta einki at skriva
heim um – heldur ikki um Bládýpið.
Svimjihøllin
Tá ið tað verður sagt í greinini, “at tey
hava leingi havt varðhugan av, at fólk
ofta hava verið inni í høllini, tá ið høllin
annars ikki hevur verið opin”, so er hetta
ikki rætt. Vit halda okkum vita um eitt
dømi, har fólk hava verið inni, tá ið
høllin annars ikki hevur verið opin.
Tess vegna, og sum liður í vanligum
trygdarsiði, hava vit valt at seta talgilda
lásaskipan upp og so annars
vakmyndatól, sum vit hava fingið loyvi
til frá Dátueftirlitinum.
Bládýpið
Tá ið eitt mál kemur upp at venda í
umsitingini verður tað vanliga skrásett
og endar so á postlistanum, sum verður
lagdur út á heimasíðuna.
Málið um Bládýpið er reint umsiting
arligt, har ein sera óforpliktandi fyri
spurningur er settur Helga Fossadal fyri
tíð síðan, um møguleikan fyri møguliga
at fáa bingjuna til Klaksvíkar. (Hon
hevur fyrr ferðast víða). Men so leingi
ógreiða er um ognarrætt ella staðseting
av Bládýpinum millum Trónda Paturs
son, stýrið fyri Listasavnið og stjóran
annars, gera vit einki meira við málið og
tí er onki í tí, at: “Næsta stigið hjá Klaks
víkar býráð verður at tosa við Trónd
Patursson”.
Málið hevur ikki verið til nakra
politiska viðgerð, tí tað er ikki búgvið til
tað enn.
Rætting
mentanarleiðari
dávur
Winther,
Føroya Skipara- &
Navigatørfelag
gjørt avtalu við
Betri pensjón