Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. februar 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 28 - 10. februar 2010 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Andlát og jarðarferðir Móðir okkara, vinkona mín og systir mín Ingibjørg Johannesen fødd á Skála 4. oktober 1930 doyði í Reykjavík 22. januar 2010. Jarðarferðin hevur verið. Jón Ásgrímur Ásgeirsson, Halldóra Ásgeirsdóttir og Ingibjørg Ásgeirsdóttir Eirikir Bjarnason og Leivur Merkisdagar 50 ára føðingardagur 18. feb. verður Símun Poulsen, Bøgøta 15, Klaksvík, 50 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 20. feb í Skálanum frá kl. 17, har øll eru hjartaliga vælkomin. Tey í vilja gleða Símun við at koma í føðingardag, kunnu siga frá á tlf. 221265 ella 220109 innan 14. feb. 70 ára føðingardagur Mánadagin 15. feb. verður Maria Jacobsen á Langanesi, á Glyvrum, 70 ár. Dagurin verður hildin á Sjókafeini leygardagin 13. feb. kl. 18.30. 75 ára føðingardagur Fríggjadagin 12. feb. verður Arni Johannesen, Tórshavn, 75 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 13. feb. millum kl. 11- 16 hjá soninum í Faksagøta 5 á Norðasta Horni. 80 ára føðingardagur 28. feb. verður Hildigarð Nattestad, Hvalba, 80 ár. Dagurin verður hildin 20. feb. í gistingarhúsinum í Øravík, kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin. 90 ára føðingardagur Leygardagin 13. feb. fyllir Eivind Gudmundsen, Sandavágur, 90 ár. Dagurin verður hildin í SÍF-húsinum frá kl. 16 til 21. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Hósdagin 4. feb. hava Oda og Árni Frederiksberg, á Strondum, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin fíggjakvøldið 19. feb. frá kl. 18 í Kelduni í Skálafirði. Diamantbrúdleyp Fríggjadagin 12. feb. hava Hanna og Eirik Justinussen, Leirvík, diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin hjá dóttrini á Dalavegi 40, Tórshavn, millum kl. 14 og 18. Fríggjadagin 12. februar hava mamma og pápi verið gift í 60 ár. Mamma er ættað av Sandi, dóttir Kolbjørnu og Jens Clementsen. Pápi er føddur og uppvaksin í Leir- vík, sonur Elspu og Tummas Justinussen. Eg vil við hesum fáu orð- um ynskja tykkum báðum hjartaliga tillukku við dia- mantbrúdleypsdegnum. At liva saman í seksti ár er ikki bara sum at siga tað. Mamma og pápi giftust inn til ommu og abba á Garði, meðan hús teirra stóðu í gerð. Fluttu so í nýggj hús árið eftir. Barnaheim okk- ara kom at verða úti á Egg ella á Áargarði í Leirvík. Okkara fitta hvíta hús, sum er mær so kært, var eisini karmur um ein stóran barna- flokk - níggju í tali. Tit bæði, mamma og pápi, stríddust fyri at fáa okkum øll undan, og eru øll gift út í dag. Esther giftist til Havnar, Anni gift á Sandi, Jógvan giftur í Leirvík, Erhard á Skipanesi, Kristian giftur í Namibia, Æta er gift í Syðrugøtu og so Ellintur er giftur í Strandby. Tveir av beiggjum okkara eru farnir í Harrans hendur. Sum hjá teimum flestu tá í tíðini, passaði mamma hús og børn, tí har var so ríkiligt at takast við í tí dagliga. Pápi búleikaðist stórta partin av lívinum á sjónum sum skipari á Eystnes og Klakki, bátar hjá Kjølbro, sála. Tey seinastu árini tó sum havnarfúti við Leirvík- ar Havn, til hann legði frá sær vegna aldur. Vit menniskju hava tað av lyndi at samla upp á eitthvørt. Nógv samla upp á silvur, onnur gull, tey fægstu upp á diamantar, tí teir eru so dýrir og ringir at fáa fatur á. Sama er við hjúnalagnum, nøkur náa silvurbrúdleyp, onnur gullbrúdleyp, men tey fægstu náa diamantbrúdleyp. Tá er sum oftast heilsan farin at bila, tí árini eru so mong. So góða mamma og pápi - tit hava í dag nátt diamantið... flott. Hóast tit eru komin høgt til árs, og ellið er farið at gera um seg, og holdið er viknað nakað, skulu tit bæði eiga eitt; tit bera aldurin avbera væl. Sum pápi so mangan hevur sagt: »Skinnið er gam- alt; men sinnið ungt« So er... so er. Í skrivandi stund kom hetta ørindi mær til hugs, og passar tað væl til tykkum bæði. Bæði hann stigar gomul og ung Breytina fyri teim greiðir Fylgir hann við á míni ferð Einki mær tá til skaða ger Tøkk havi Gud fyri lívið. Vóni eg, at Harrin, sum tit hava sett tykkar álit á her í lívinum, sum hevur stykt tykkum bæði tá tað hevur gingið við og ímót, gevur tykkum eitt gott lískvøld, so tit bæði fáa loyvi at síggja sólina seta í Djúpini. Sum so mangt vakurt sólseturskvøld, tá babba hevur spælt fyri tær mamma, upp á sína gomlu mandolin framman fyri køks- vindeygað úti á Egg. »Eitt tekin um kærleika«. Enn einaferð hjartaliga tillukku. Dóttir tykkara Esther Diamantbrúðarparið Hanna og Eirik Justinussen í Leirvík Preben John Olsen, Ballerup, maður Jonhild Glerfoss úr Mikladali, andaðist leygardagin 6. febr. á Herlev sjúkrahúsi, 71 ára gamal. Jarðarferðin verður týsdagin 16. febr. kl. 13 frá Vestkirken, Platanbuen 6, Ballerup. Sonja Jungehag í Vági andaðist mánadagin á Suðuroyar Sjúkrahúsi, 73 ára gomul. Elsebeth Wood, vanliga nevnd Ebba, ættað úr Tórs­ havn, búsitandi í Corby í Englandi andaðist leygardagin, 86 ára gomul. Kistan við Eriku Jacobsen fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mikudagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr heiminum í Haraldsundi hósdagin kl. 12.30 í Kunoyar kirkju. Fríggjadagin 12. februar kl. 16 til 19 letur ein framsýning við málningum hjá Amariel Norðoy upp í Galerie Focus í Gríms Kam- bansgøtu 20 í Havn. Til ferniseringina spæla Edvard og Uni Debess. Framsýningin verður opin til 14. februar, allar dagarnar frá kl. 16 til 19. Amariel Norðoy er málari og grafikari. Hann hevur sýnt fram ymsa staðni í Europa, USA og Japan. Afturvendandi tema hjá honum eru skiftandi ljósið, báturin og útróðrarbørn. Amariel í Galerie Focus Amariel Norðoy hevur framsýning í Galerie Focus 12. - 14. febr.