hósdagur 11. februar 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 29 - 11. februar 2010
Bygdamenning
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Skálavík: - Vit eru beint nú
í ferð við at seta sperrurnar
upp í hesum summarhúsin-
um, sigur Johannes Kristen-
sen av Sandi.
- Vit ætla, at tey verða
innilokað í hesi vikuni!
Hann starvast sum hand-
verkari og altmuligmand
hjá fyritøkuni “Multitænast-
an” á Sandi, sum serliga
hevur lagt seg eftir at gera
smærri og størri arbeiðir á
Sandoynni.
Teirra styrki er, at við-
skiftafólkini verða tikin við
upp á ráð, áðrenn eitt
arbeiði verður sett í verk.
Kemur ein við eini tekn-
ing til eini hús, so verður
henda gjøgnumgingin, onk-
ur broyting verður kanska
gjørd í tekningini, soleiðis
at besta úrslitið fæst burtur-
úr.
- So gera vit tað sum tey
ynskja, og laga okkum eftir
hvørjum øðrum, greiðir
hann frá.
Hann og ein annar maður
eru til arbeiðis í Skálavík
beint nú. Her er talan um
eitt øki sum er avsett til
summarhús. Pláss er fyri
seks húsum, og eru teir í
løtuni í ferð við fjórða
summarhúsið á økinum.
3-4 mánaðir aftrat
Johannes Kristensen arbeið-
ir hjá Multitænastuni, og
sum navnið so greitt sigur,
veitir fyritøkuna tænastu á
mongum økjum.
Teir gera vanligt timbur-
arbeiði, teir leggja flísar á
hjá fólki, stoypa, grava,
leggja kloakk, mála og
tapetisera fyri kundar, men
bert á Sandoynni.
Teir hava haraftrat átikið
sær ymisk størri arbeiði. Í
fjør smíðaðu teir eini hús
fyri ein kunda heima á
Sandi. Og nú eru teir so í
ferð við eini onnur hús mið-
skeiðis í Skálavík - á tí tey
nevna Oyravegnum.
Her er talan um eini hús
sum
Starvsmannafelagið
letur byggja. Teir byrjaðu
uppá arbeiðið fyri lítlum
mánaði síðani, eftir at aðrir
høvdu planerað grundøkið.
- Vit eru tveir mans til
arbeiðis í dag. Og gongst
soleiðis sum vit ætla, fer
tað at taka einar 3-4 mánaðir
aftrat, greiðir Johannes íðin
frá.
Multitænastan skal somu-
leiðis mála og tapetisera
innan. So tá teir eru lidnir
við sítt arbeiði, kann felagið
fáa handaðan lykilin til hesi
snotuligu húsini.
- Vit hava eitt sindur at
gera, men tað er kortini so
mikið at vit klára okkum!
Barnavinarligt
umhvørvi
Tá Sosialurin vitjaði í Skála-
vík týsdagin vóru Johannes
og ein annar maður í holt
við at seta sperrurnar upp.
Her er sum nevnt talan
um eini summarhús hjá
Starvsmannafelagnum, og
húsini eru tí innrættað á
bestan hátt til at røkka hes-
um endamáli.
Húsini eru í tveimum
hæddum. Í niðaru hæddini
verða køkur og stova í ein-
um, trý kømur, fýrrúm og
gangur.
Men í ovaru hæddini verð-
ur ein hemsur, ið kann nýt-
ast til ymisk endamál, alt
eftir hvat tørvurin nú eina-
ferð verður.
- Hesin hemsurin verður
helst eitt fínt stað hjá børn-
um at spæla inni í, sigur
hann brosandi.
Hinvegin
liggur
hetta
summarhúsið sera væl fyri
í landslagnum: Tað liggur
nakað burtur frá vegnum,
men er kortini niðri í sjálv-
ari bygdini, í nánd av øðrum
summarhúsum.
Er veðrið til vildar, ber
væl til hjá børnunum at
spæla sær í ánni sum rennur
beint framvið. Ella tey fara
niðan á fótbóltsvøllin við
bygdarskúlan, ið bert liggur
eitt lítið hanagleiv frá summ-
arhúsinum.
Eitt ynski frá felagnum
var, at øll skuldu kunna
nýta húsini, óansæð likam-
ligan førleika.
- Vit fara tí at gera eina
rampu, soleiðis at fólk, sum
eru illa gongd, eisini kunnu
gera brúk av teimum, sigur
Johannes Kristensen.
Hamarsløgini
gella aftur
í Skálavík
Ein multi-maður
- Ein skal duga mangt og hvat, tá ein arbeiðir hjá
Multitænastuni, sigur Johannes Kristiansen við einum
brosi.
Sjálvur er hann útbúgvin sum - halt tær nú fast - land-
búnaðarmaskinmekanikari, sum tað eitur á hampiliga
góðum føroyskum máli. Ella í stuttari útgávu: traktor-
mekanikari.
Hann kom til Føroyar í síni tíð sum húskallur hjá
einum bónda heima á Sandi. Hetta var í 1994, og
arbeiddi hann fyrst eitt ár í fjósinum. Síðani hevur hann
m.a. arbeitt í smiðjuni hjá Statoil og hjá J&K Petersen,
har hann sigldi við flakanum “Borarin” í tvey ár.
- Eg kom tá suður aftur til Sands, og byrjaði hjá Multi-
tænastuni, greiðir Johannes Kristiansen frá.
- So tú skilir, at eg havi prøvað eitt sindur av hvørjum!
Tað er ikki gerandiskostur at hoyra hamarssløgini gella fyri
nýbygdum húsum í Skálavík. Í hesum døgum eru menn
tó í ferð við at byggja fleiri hús mitt í hugnaligu bygdini á
eystursíðuni á Sandoynni. Talan er um summarhús
”
Ein skal duga
mangt og hvat, tá
ein arbeiðir hjá
Multitænastuni
Kunnu tosa danskt
Í Grønlandi fær uppskotið hjá Siumuts um, at tingmenn og
landsstýrismenn skulu tosa grønlendskt á røðarapallinum í
Landstinginum, ikki undirtøku. Landsstýrið hevur boðað
frá, at tað tekur ikki undir við uppskotinum, og tað sama
sigur hin andstøðuflokkurin, Atassut. Kuupik Kleist,
landsstýrisformaður, segði í gjár, at tað eru fólk í
Grønlandi - eisini grønlendingar, sum ikki tosa
grønlendskt, og at uppgávan hjá myndugleikunum er at
geva øllum somu møguleikar og karmar. Hann boðaði
samstundis frá, at landsstýrið fer at koma við einum
uppskoti um málpolitikk.