Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 29 - 11. februar 2010 Keypssamtøkan í Hoyvík FK í Hoyvík sóknast eftir Fólki at sita við kassan at byrja 1. mars Arbeiðstíð: mánadag - fríggjadag: Frá 8.45 til 14 leygardag: 8.45 - 14.30 frí annanhvøn leygardag, - miðalarbeiðstíð 23 tímar um vikuna Løn: Sambært sáttmálan við S & K Nærri fæst at vita við at venda sær til Bent Lundsgaard, tel 214016 Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. februar: FK Hoyvík Brekkutúni 9 FO 188 Hoyvík att: Bent Lundsgaard 214016 - bl@fk.fo Sól og frost Tá slík arbeiðir eru í gongd her á landi, er spurningurin altíð, hvussu er við veðrin­ um og ta ávirkan, sum hetta hevur á tíðarætlanina fyri byggingini. Sigast kann, at teir hava verið rættiliga hepnir við veðrinum. Allar dagarnar í hesi vikuni hevur viðrað av tí allarbesta, ­ eisini týsdag­ in, tá Sosialurin vitjaði í Skálavík. ­ Jú, veðrið hevur verið sera gott, eisini í síðstu viku og tá vit forskallaðu. Men tá vit stoyptu fundamentið, tá kom frostur á okkum. Tá máttu vit dekka alt til, so tá steðgaði arbeiðið eitt sindur upp, greiðir hann frá. ­ Men tað tók kortini ikki skaða av tí, sigur Johannes Kristensen. Samstarv við aðrar Multitænastan hevur nøkur ár á baki, men longu í dag finnast prógv fyri teimum arbeiðunum sum teir hava staðið fyri. Sum nevnt bygdu teir eini sethús heima á Sandi í fjør. Umframt hetta arbeiðið, tóku teir eisini yvirtromina av einum øðrum húsum, reistu tey og løgdu nýtt tak á. Eitt annað spennandi samstarv er fingið í lag við fyritøkuna Norðsetur í Hvalvík, sum bæði átekur sær stórar uppgávur og smáar. Her í Sandoy hevur Multitænastan virkað sum undirveitari av tænastum hjá hesi størri fyritøkuni. ­ Vit innrættaðu trý hús fyri teir í fjør, sigur Johannes. Óhugsandi er ikki, at okkurt annað arbeiði liggur og bíðar, tá hetta arbeiðið í Skálavík er liðugt. ” Hesin hemsurin verður helst eitt fínt stað hjá børnum at spæla inni í Tað er langt millum at sethús verða bygd í Skálavík. Nú eru teir hjá Multitænastuni á Sandi í holt við eini summarhús í bygdini. - Hetta er fjórða húsið á hesum økinum, sigur handverkarin, Johannes Kristensen Mynd: Jens Kristian Vang Hesa vikuna hava teir sett sperrurnar upp í summarhúsunum hjá Starvsmannafelagnum. - Vit verða lidnir hesa vikuna, sigur Johannes Kristensen Mynd: Jens Kristian Vang Rentan fer at hækka Amerikanski tjóðbankastjórin, Ben Bernanke, sigur, at nú altjóða fíggjarkreppan hasar av, fer rentan at hækka. Hann sigur, at tað verður ikki leingi, til amerikanska rentan fer at hækka, og tað kann ávirka rentuna í Evropa. Hægri renta fer at trýsta húsamarknaðin, men hon kann samstundis virka sum eitt tekin um, at heimurin hevur fingið tamarhald á fíggjarkreppuni, so grundarlag verður fyri búskaparligum vøkstri, sigur DR. Tjóðbankar í USA og Evropa hava hildið rentuni niðri fyri at forða fyri einum veruligum búskaparskrædli.