hósdagur 11. februar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 29 - 11. februar 2010
Vanligur miðalprísur á
Fiskamarknaði Føroya
liggur millum 13 og 14
krónur fyri kilo. Hetta
veldst tó um, hvussu
stórar nøgdir av hvørj
um fiskaslagi sær eru
á marknaðinum, tá
selt verður. Seinastu
dagarnar hevur verið
afturvendandi, at
havtaska og toskur
lyfta væl undir
miðalprísirnar
Marknaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fiskamarknaður
Føroya
seldi í gjár tilsamans 168,7
tons av fiski fyri stívliga
2,3 miljónir krónur.
Nógv tær størstu nøgdirnar
á marknaðinum í gjár vóru
toskur, hýsa og havtaska.
Av hesum stívliga 168
tonsunum, vóru eini 75 tons
toskur, 35 tons hýsa og sløk
30 tons havtaska.
Rættiliga javnan, tá Fiska
marknaður
Føroya
selir
hampiligar nøgdir av fiski,
og fiskasløgini eru rímiliga
blandað, síggja vit, at miðal
prísurin fyri øll fiskasløgini
samanlagt liggur millum góð
ar 13 og 14 krónur fyri kilo.
Soleiðis var eisini við
søluna í gjár, tá miðalprísur
in fyri øll fiskasløgini sam
anlagt var 13,80 krónur fyri
kilo.
Toskur og havtaska
Tað er serliga toskurin, sum
lyftir undir miðalprísin á
marknaðinum ein vanligan
søludag. Hetta er bæði tí, at
nøgdirnar av toski javnan
eru tær størstu – og tí, at
toskaprísurin vanliga liggur
omanfyri miðalprísin, sum
annars er á marknaðinum.
Onkrar dagar hava nøgdir
nar av havtasku verið lut
falsliga størri enn nøgdirnar
av eitt nú toski og hýsu, og
tá síggja vit aftur ein hægri
miðalprís, sum kann liggja
um einar 1718 krónur fyri
kilo.
Størstu einstøku nøgdir
nar á marknaðinum í gjár
var toskur 3. Her fóru góð
32 tons fyri miðalprísin
14,46 krónur fyri kilo. Næst
størstu nøgdirnar vóru av
toski 4, og her fóru góð 28
tons fyri miðalprísin 9,83,
sum ikki kann sigast at vera
serliga góður toskaprísur.
Taka vit dýrasta fiskaslag
ið á marknaðinum í gjár,
undantikið kalva, fingu 16
tons av havtasku 3 miðalprís
in 23,31 krónur fyri kilo.
Lágur hýsuprísur
Sølan á Fiskamarknaði Før
oya í gjár vísir enn einaferð,
at prísirnir á hýsu hava ilt
við at hála seg uppeftir.
Nógv hevur verið frammi
um stongsul í Bretlandi fyri
virkaðari hýsu úr Føroyum,
og tí fer hýsa, sum verður
útflutt til Bretlands, heil og
óvirkað av landinum.
Við søluna á Fiskamarkn
aði Føroya í gjár fóru 22,4
tons av hýsu 2 fyri miðal
prísin 9,04 krónur.
Næst størstu nøgdirnar
vóru í støddini hýsa 3, og her
fóru 10,5 tons fyri miðal
prísin 10,18 krónur fyri kilo.
Besti miðalprísurin á hýsu
í gjár var 11,84 krónur fyri
kilo, og hetta var fyri tann
størsta fiskin, tó bert 2,5
tons.
Hóast vit halda, at prísirnir á
hýsu sum heild eru lágir í
Føroyum, segði formaðurin í
Ráfiskakeyparafelagnum,
Símun P. Jacobsen, herfyri, at
prísirnir á føroyskari hýsu ikki
eru lægri enn tann prísur, sum
eitt nú íslendingar og norð
menn fáa fyri sama fiskaslag.
Havtaska
og toskur
lyfta undir
prísirnar
Tað eru línuskipini og útróðrarflotin, sum veiða mestu hýsuna
Mynd: FMF
Nýggjar myndir frá 11.09.
Í USA hava myndugleikarnir almannakunngjørt fleiri túsund
myndir av yvbirgangsatsóknini á New York tann 11. september í
2001. Talan er um myndir, sum tyrlur hjá løgregluni tóku, meðan
tær sveimaðu uppi yvir World Trade Center fyri at vita, um fólk
kundu hava bjargað sær upp á takið. Myndirnar hava verið
loyniligar, men herfyri bað sjónvarpið ABC um innlit og fekk
myndirnar útflýggjaðar. Samstundis hava amerikanskir
søgufrøðingar fingið myndirnar. Álopið 11. september í 2001
kostaði 2.752 mannalív, skrivar AP.
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í gjár landaðu partrolararnir
Eysturbúgvin og Vesturbúgv
in.
Teir
høvdu
umleið
180.000 pund av upsa tilsam
ans. Eysturbúgvin landaði á
Sandi og Vesturbúgvin í Vest
manna. Sum skilst, hava skip
ini roynt eystanfyri og sunn
anfyri hendan túrin.
Eingin rokveiða
Veiðan hjá partrolarunum
er ikki hin sama, sum hon
hevur verið, tá hon var best
í fjør vár. Men framvegis
gera skipini hampiliga góð
ar túrar.
Fyri nøkrum árum síðan
var upsin rættiliga smáur,
men nú er fiskurin, sum skip
ini fáa, væl vaksin aftur.
Hinvegin
órógvar
tað
menn eitt sindur, at rættiliga
lítið tykist vera av smáum
upsa, eitt nú upsa 5 og 6.
Hvat hetta kemur at merkja
fyri veiðina frameftir, er ilt at
spáa um í løtuni.
Skip á Sørvági
Í dag landar landingarmið
støðin í Sørvági trolbátin
Skálafoss, sum er heimahoyr
andi í Vestmanna. Skálafoss
ur, sum er systirskip til trol
bátin Hansu Mariu, ið er
heimahoyrandi á Toftum,
hevur eini 26.000 pund til
samans, harav eini 12.000
pund er havtaska, og megin
parturin av restini er upsi.
Sambært heimasíðuni hjá
Jóannisi
Nielsen
landaði
Fiskivarði
eisini
umleið
30.000 í Sørvági miðskeiðis
í hesi vikuni.
Eingin rokveiða hjá partrolarunum
Fyrr í hesi vikuni vóru eisini
aðrar landingar í Sørvági,
har eitt nú Vesturvarði og
Vesturskin vóru inni
Mynd: Birgir W. Høgnesen