hósdagur 11. februar 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 29 - 11. februar 2010
Almennu útreiðslurnar gallopera
Nýggjastu hagtølini
frá Hagstovu Før
oya um almennu
út reiðslurnar
av dúka, at almennu
útreiðslurnar vaksa
skjótari og skjótari
fyri hvørt ár
Hagtøl
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Úr 2,3 prosentum upp í 11
prosent upp á 4 ár. Almennu
útreiðslurnar
eru
farnar
galloperandi uppeftir sein
astu árini, og eingin bremsa
hevur verið á almennu út
reiðslunum frá 2004 til
2008 yvirhøvur.
Frá árunum 2004 til 2005,
vuksu almennu útreiðslur
nar við 2,3 pro sentum, úr
5,83 milliardum upp í 5,96
milliardir krónur. Árið eftir,
í 2006, vuksu almennu út
reiðslurnar upp í 6,19 milli
ard krónur, ella 3,8 pro sent.
Frá í 2007 komu almennu
útreiðslurnar upp á 6,61
milliard krónur, ella góðar
423 milliónir meira, svar
andi til ein útreiðsluvøkstur
upp á 6,43 prosent.
Nú vísa nýggjastu tølini
frá Hagstovu Føroya, at út
reiðsluvøksturin ikki steðg
ar her – tvørturímóti.
Tað almenna kostaði í
2008 7,337 milliardir krón
ur at reka, svarandi til 725
milliónir krónur meira enn
árið fyri. Hetta er ein út
reiðsluvøkstur upp á heili
10,96 prosent eftir einum
einstøkum ári.
Miðalvøksturin fyri tey
sein astu 10 árini er annars
6,28 prosent, sum tað al
menna dýrkar at reka fyri
hvørt ár.
Útreiðsluvøkstur frá 1998 til 2008
Frá 1998 til 1999 - 5,3 prosent.
Frá 1999 til 2000 - 9,35 prosent.
Frá 2000 til 2001 - 6,43 prosent.
Frá 2001 til 2002 - 11,17 prosent
Frá 2002 til 2003 - 2,8 prosent
Frá 2003 til 2004 - 6,64 prosent
Frá 2004 til 2005 - 2,3 prosent
Frá 2005 til 2006 - 3,8 prosent
Frá 2006 til 2007 - 6,84 prosent
Frá 2007 til 2008 - 10,96 prosent
Joachim má spara
Joachim prinsur ætlar at leiga partar av 1200 hektar stóru
lanbrúksjørð síni á Schackenborg Gods í Møgeltønder út,
skrivar boersen.dk. Sambært blaðnum eru fleiri starvsfólk
søgd úr starvi ella eggjað til at finna sær nýggj arbeiði.
Umsjónarmaðurin, Søren Frederiksen, sum hevur verið
høgra hond hjá prinsinum seinastu 17 árini, hevur boðað
frá, at hann gevst á nýggjárinum. Blaðið skilir, at starvið
verður niðurlagt. Joachim prinsur yvirtók Schackenborg
Gods í 1993 og hevur sermerkt seg innan korn og eplir
umframt jólatrø.
91.666 í lønarhækkan
Pensjónsfelagið Danica gevur sínum stjórum eina risa
lønarhækkan, sjálvt um tey 770 starvsfólkini í fjør fóru niður í
bæði løn og tíð. Henrik RamlauHansen, forstjóri í Danica, fekk
í fjør eina lønarhækkan á 30%. Samlaða lønin íroknað pensjón
og firmabil – ein Toyota Lexus – var í 2008 3,7 milliónir
krónur. Í 2009 hækkaði samlaða lønin við 1,1 millión upp í 4,8
milliónor krónur. Við øðrum orðum eina lønarhækkan upp á
91.666 krónur um árið, skrivar boersen.dk.
Verður tað til lands
stýriskvinnuna, fáa
vit nú eitt málráð,
sum fær avgerandi
myndugleika í spurn
ingum um føroyska
málið
Mál
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Fyrrapartin varð stóra mál
álitið,
sum
málstevnu
nevnd in orðaði í 2007, um
síðir lagt til aðalorðaskifti á
tingi.
Í upplegginum til orða
skiftið hevur lands stýris
kvinn an, Helena Dam á
Neystabø,
longu
gjørt
greitt, at ávís tilmæli í álit
in um fáa hægri raðfesting
enn onnur.
Eitt nú hevur eitt samt
løg ting longu tikið undir
við tilmælinum frá mál
stevnunevndini um við lóg
at skipa eitt málráð, har
ym iskar málpolitiskar fat
anir verða umboðaðar, og
sum fær myndugleika at
gera
av
spurningar
av
málsligum slagi. Málráðið
kemur so statt í staðin fyri
núverandi
Føroysku
Málnevndina, ið bert hevur
heimild at vera ráðgevandi
í málsligum spurn ingum.
Evstar málreglur
Sjálv heldur landsstýris
kvinn an tað hava bæði
týdn ing og skund at skipa
eitt slíkt málráð. Tí hevur
hon longu sett ein arbeiðs
bólk, sum skal gera uppskot
til, hvussu vit skipa okkum
við eini mállóg, har heim
ildirnar
hjá
málráðnum
verða lógarfestar. Á tann
hátt kunnu vit tryggja, at vit
hava ein sakkønan myndug
leika, sum til dømis kann
staðfesta eina rættskriving
arorðabók, eitt stavrað og
taka endaligar avgerðir í
máls ligum
spurningum
ann ars.
Hetta kann fáa rættiliga
týðandi avleiðingar, um til
mæli frá málstevnu nevndini
verður fylgt út í æsir. Sam
bært málálitinum skal ein
nýgg
rættskrivingarorða
bók við reglum um rætt
skriv ing og bending nevni
liga løggildast av lands
stýriskvinnuni. Hartil skulu
skúlar og almennir stovnar
hava skyldu til at fylgja
regl unum í nýggju orða
bókini.
Almennan
málpolitikk
Tilmælini í málálitinum eru
øll liðir í, at politiski
myndug leikin umsíðir orðar
ein almennan málpolitikk.
Sambært málálitinum er
yvirskipaða endamálið við
málpolitikkinum at tryggja
føroyskum máli støðu sum
fullkomið og samfelagsbært
mál á øllum økjum. Tað
merk ir, at føroyskt eisini í
framtíðini skal kunna verða
nýtt á øllum økjum í sam
felagnum, og at valið skal
falla á føroyskt í øllum við
urskiftum, har tað ikki er
neyðugt, at fremm andamál
verður nýtt.
Eisini formaðurin í mál
nevndini, Jógvan í Lon,
hev ur víst á, at tørvurin á
ein um yvirskipaðum mál
politikki gerst alsamt meir
átroðkandi, jú størri lut og
prestigu eitt nú enskt tykist
at fáa í ymsum mál høpum.
Tí er alneyðugt, at politik
ararnir nú melda greitt út,
hvat teir ætla at gera fyri at
styrkja og menna føroyska
málið, so tað kann standa
seg
í
kapp ingini
móti
donsk um og ensk um og lata
pengar fylgja við, staðfestir
Jógvan í Lon.
Tað fáa politikararnir so
høvi til nú, ið málálitið lok
sins er lagt til aðalorðaskifti
í løgtinginum næstu dag ar
nar.
Fáa nú evsta myndug-
leika í føroyskum
Longu nú hevur landsstýriskvinnan í
mentamálum, Helena Dam á Neystabø,
sett ein arbeiðsbólk at skipa eitt málráð,
sum fær evsta myndugleika í málsligum
spurningum
Eingin bremsa hevur verið
á almennu útreiðslunum
frá 2004 til 2008 vísa tøl frá
Hagstovu Føroya
Savnsmynd