Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 29 - 11. februar 2010 Mánadagin løgdu tveir næmingar úr 10. flokki á Venj­ ing ar skúlanum og Kommunu skúlanum, Sasho Bjartsson og Harald Joensen, fram eina verkætlan um ung og happing í Perlu ni í Havn HAPPING Marin H. Eidesgaard Sigurbjørg Fríða Nielsen Hetta var ikki nøkur vanlig fram løga, tí serliga nógv var gjørt burtur úr. Teir høvdu arbeitt við hesum í tríggj ar mánaðir og ikki bert í eina viku, sum bólkar flest. Teir høvdu leigað Perlu na til framløguna, sum teir høvdu fylt við lista verk um, ið høvdu ein sym bolsk an boðskap um hap p ing. Millum lista verk­ ini var ein bátur, ið ongar árar hevði, ið lá og rak mill­ um aldur og slapp ikki á land. ­ Hetta symboliserar ein, ið verður happaður og er rikin ov langt út til at sleppa inn aftur, honum tørv ar okkara hjálp, greiddu teir frá. Eisini høvdu teir fylt tveir dunkar við vatni, sum teir kallaðu happarin, og tann, ið verður happaður. Stórur dentur varð lagdur á, at dunkurin við tí, ið varð happ aður, var tyngri enn hin. Eisini vóru málningar, modell ir og livandi ljós runt ymsa staðni. Framløgan sjálv var við power point á stórskíggja í Perlu ni, og sangi, ið Sasho sjálv ur sang. Teir vóru í klædn ingi, og á slipsinum stóð skrivað »Ung og happ­ ing« og høvdu báðir mikro­ fon. Eisini høvdu teir dekk­ að væl upp til áskoðararnar, millum annað var ein soda­ vatn at fáa, ið teir nevndu »Happuss«. So fóru teir í gongd og greiddi øgiliga ná greiðiliga frá, um hvussu teir høvdu stákast hesar tríggj ar mánaðirnar, og hvat teir vóru komnir fram til. Teir tóku alt tað týdn­ ing ar mikla við, so sum, hvussu happarin og tann, ið verður happaður, kenna tað, og hvat fólk flest gera, tá ið tey síggja happing fara fram. Eisini høvdu teir tosað við Mentamálaráðið um yms ar kanningar innan fyri happ ing og høvdu gjørt eina stabbamynd við pro­ sen t um. Ein filmur var eisini at síggja. Hann var faktiskt gjørd ur út frá einum brævi, ið ein ung genta hevði skriv að inn til eg.fo. Grundin til at teir valdu hetta evnið er, at teir vilja hava Føroyar at leggja størri dent á happing. Teir meina, at tað fer øgiliga nógv fram í dag, og eingin ger nakað við tað. Tí hildu teir verkætlanina vera eitt gott høvi at siga teirra hugs an. ­ Føroyar hava eina um ­ hvørv is viku hvørt ár, har alt snýr seg um um hvørv ið, og hvussu tað skal viðfarast. Vit halda tað hevði verið gott við einari viku, ið bara snúði seg um happing, og hvussu fólk skulu viðfarast, siga Sasho og Harald álvar­ samir. Viðmerkjast kann, at á skoð arar og lærarar vóru sera væl nøgdir við fram­ Ein heldur øðrvísi framløga So kallaðar livandi, men stillar standmyndir stóðu runt ymsa staðni í Perluni Harald Joensen og Sasho Bjartsson løgdu fram um ung og happing SAS til reiðar til samanlegging SAS er til reiðar at sleppa sjálvstøðu síni. Tað sigur samtaksstjórin, Mats Jansson, eftir at flogfelagið júst hevur sett í verk eina spariætlan á knappliga 1,5 milliardir krónur. Soleiðis er skandinaviska flogfelagið við at fyrireika seg til eina sølu, skrivar Børsen. Tað er ikki eitt mál í sjálvum sær at vera sjálvstøðugur. ­ Tá vit aftur er væl koyrandi og komin gjøgnum resessiónina, so rokni eg við, at vit fara at standa okkum best við at samstarva við ein annan partnara, sigur Mats Jansson. Sum møguligir keyparar verða nevnd Lufthansa sum mest sannlíka, meðan Air France­KLM og í triðja lagi Finnair eisini verða nevnd sum møguligir keyparar. ­ Eg meti, at konsolidering er tað besta fyri SAS, slær Mats Jansson fast. Áðrenn eina møguliga sølu skal stóra fíggjarliga holið tó latast aftur. Mánadagin vísti ársroknskapurin hjá SAS fyri 2009, at pengarnir fossa úr felagnum við milliardum hvørt ár. Í 2009 kostaði tað 2,2 milliardir krónur at reka SAS.