hósdagur 11. februar 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 11. februar 2010
15
Eitt sindur um søgu. Eg
havi stóra virðing og alsk
fyri søguni, bæði heims- og
Føroya søga, og tískil haldi
eg søguavnoktan, søgu-
manipulatión og søgufalsan
vera sera álvarsamt og
andstyggiligt. Vit mugu
ongantíð gloyma, at bumb-
an brast í Tinghúsinum í
1945, líka so lítið, sum vit
mugu gloyma, at Føroya
fólk atkvøddi fyri loysing í
1946; ikki so Virgar? Og
danska stjórnin beindi Løg-
tingið til hús, sum óarga-
ungar - so nógv virdu teir
fólkaræðið í Føroyum.
Harafturat skal nevnast, at
amtmaðurin bað donsku
stjórnina um at herseta Ting-
húsið, og í hesum sambandi
kom eitt danskt herskip til
Føroya; til reiðar at loypa á
og niðurberja eina møgu-
liga føroyska mótstøðu.
Heldur ikki eiga vit at
gloyma - vit mugu jú ikki
»fortrongja søguna«, Virgar
- at føroyingar ongantíð
hava latið Føroyar upp í
danskar hendur. Føroyar
vóru bara tiknar sum
»herfongur« eftir Noreg.
Faroe-Disney
Virgar og Rolf tykjast ongan
veruligan áhuga at hava í
føroyskum politikki; teir
vilja bert hava, at Føroyar
ongantíð broytast. Føroyar
skulu ongar ambitiónir hava,
onga burðardygga vinnu
(tað kann blokkurin klára),
bert miðaldarliga veiði- og
seyðamentan við øllum tí
friði og hugna, sum har til
hoyrir. Best var eisini, um
einki Løgting var - eingin
politikkur. Føroyar skulu
vera eitt danskt amt og
liggja óbroyttar í útnorði,
sum eitt feriupláss hjá
teimum og teirra. Eitt slag
av Disneyland, ikki eitt
samfelag, men eitt feriustað
- eitt Faroe-Disney.
Til hetta skal sigast, at
Føroyar, fyri okkum, sum
búgva her, ikki bert er eitt
sorgblítt minni ella eitt
hugnaligt stað at ferðast til.
Hetta er okkara heim; okk-
ara uppruni, lív og framtíð.
Hetta er okkara byrjan og
endi, okkara alt. Vit, sum
ynskja fullveldi, við tilhoyr-
andi avbjóðingum, fyrimun-
um, arbeiði og ábyrgd, hava
ikki í sinni at oyðileggja
nakað fyri nakran. Vit
ynskja bert at byggja,
menna og reka landi sjálv.
Hví er hetta so trupult at
skilja og góðtaka? Tað hevur
altíð verið so millum
menniskju, og so vil altíð
vera.
Eftirmeting
Eg veit ikki hvussu nógv
ein skal siga um slíkt kjak
og slíkar menn. Eg skrivaði
ikki til Virgar, fyri at gera
meg inn á persónin, men
helt máliskurnar og navna-
kallingina vera óneyðugt
ljóta, og tað meini eg fram-
vegis. Tað er at fara yvir
um mark, tá ið fólk, sum í
dag hoyra eina fullveldis-
rørslu til, vera kallað brots-
menn og vera javnsett við
terroristar, vegna einkultar
persónar, ið fyri 60-70
árum síðan møguliga
gjørdu okkurt ivasamt -
eingi prógv, eingin dómur
og eingin sekur. Dømi um
fordómar fáast ikki betur,
enn tey frá Virgari og Rolfi.
Ynskja vit ein illgitingar-
storm og juridiskt kaos, so
er bert at geva Virgari og
Rolfi rætt í teirra
postulatum.
Eftir sjálvrannsókn og
eftirmeting av farnu skriv-
ing millum Virgar, Rolf,
meg og onnur áhugaði, má
eg ásanna, at hetta kjak
hevur verið ov lítið sakligt
og handla ov nógv um
persónar. Tískil haldi eg
eisini, at evnini í kjakinum
hava vantað sakliga við-
gerð, og hevur kjakið so-
statt havt ov lítlan relevans
samfelagsliga eins og
fólksliga. Hetta hevur, eftir
mínum tykki, tískil verið
eitt ófruktabært kjak, sum
hevur givið mær lítlan
lærdóm og einki nøgdsemi.
Vanliga dámar mær væl at
kjakast, tí tað er avbjóðandi
og læruríkt. Í hesum føri
hevur tað ikki givið mær
tann »geist« og nøgdsemi,
sum eg vanliga kenni við
skriving og kjaki.
Tað er trupult og drúgt at
byggja eitt hús, men skjótt
at ríva tað niður. Soleiðis er
eisini við skriving; tað er
drúgt og krevur nærlagni og
hegni at skriva væl og
konstruktivt, og er hetta
sera gevandi, tá ið tað
eydnast væl. Hetta kjak
hevur roynst heldur illa, og
fari eg tí at gevast við
hesum, og heldur halda á
fram við onkrum øðrum
evni. Eg eri samdur við
Virgari og Rolfi um týdn-
ingin av at kenna, virða og
minnast søguna; eins og eg
við tokka ásanni tolsemi og
virði trúar- og talufrælsið.
Eg fari ikki at luttaka í
slíkum kjaki aftur, sum
snýr seg meira um at vera
grovur í kantinum, enn tað
snýr seg um virðiliga og
sakliga viðgerð av einum
evni, sum kann geva
okkum, ið kjakast, og teim-
um, sum lesa kjakið, víðari
sjónarring og størri innlit í
og fatan av evninum
Síðstu orðini
í hesum kjaki
Talufrælsið er eitt høvi til
alment at siga nakað við
okkara leiðarar, javnlíkar
og medmenniskju, sum er
ein serrættur, ið ein lítil
brotpartur av okkum
menniskjum upp gjøgnum
øldirnar hevur havt høvið at
notið gott av. Tit báðir hava
verið skúlalærarar. Tit hava
einaferð verið við til at
hjálpt børnum og ungum til
kunnleika og førleika. Tað
er eingin orsøk at gevast
við tí, nú tit í tykkara otium
hava tíð til at hugsa í friði.
Eg havi deils verið vón-
brotin og argur av hesum
kjaki, men eg fái altíð vón-
ina og árræðið aftur. Eg
havi ikki hug til at enda
hetta kjak við ljótum ella
deilandi orðum, tí tað er
ikki í mínari náttúru. Hesi
verða míni síðstu orð í
hesum kjaki:
Walt Whitman segði:
»(…) the powerful play
goes on, and you will
contribute a verse.«
»The powerful play« er
lívið á jørð, meðan
»versið« er títt lív; títt
ískoyti til »máttmikla
leikin«. Hvat verður okkara
vers, okkara ískoyti til
heimin; til okkara samfelag
og okkara kæru? Hvat vers
liggur eftir okkum til
samtíð og eftirtíð? Mítt
vers, vóni eg, setur gongd í
ein jaligan tanka, hjálpur
eitt sinn í iva, kveikir eina
góða gerð og vinnur okkurt
hjarta. Hóast vit eru ill,
ónøgd og ósamd til tíðir,
kunnu vit siga okkara
hugsan á ein virðiligan hátt.
Einki hjarta verður vunnið
við ókrúti. Einki sinn
verður syft við harðskapi
ella hørðum orðum. Vit
kunnu upplýsa og hugvekja
onnur, men ikki noyða tey.
Ein maður kann leiða
hestin til ánna, men tjúgu
manns kunnu ikki noyða
hestin at drekka. Uttan etik
og estetik eru vit bert
intelligent beist.
Farið væl við tykkara
medmenniskjum, Virgar og
Rolf, og havið tað gott.
Greinin, ið bleiv til eitt træ
- annar og síðsti partur
Hósvík
DáviD isfelD
- Bruttoløn til poltikarar-
nar, so vit fáa gjøgnum-
skygni
Nú arbeiða politikararnir
við nýggjari pensiónsskipan
til vanlig fólk.
Er samsvar í millum, hvat
politikarar betala sær sjálv-
um í pensión, og tað, vanlig
fólk betala í pensión?
Hvat er virði av pensión-
ini hjá politikarum?
Eg vil samanlíkna pen-
siónina hjá vanligum fólk-
um, tingfólkum, landsstýris-
fólkum og tænastumonnum.
Procentvirðið av pensión-
ini hjá hesum bólkum er:
Vanlig fólk
15%
Tingfólk
4,5%
Landstýris fólk
9%
Tænastumenn
2,5%
Í okkara roknistykki seta vit
realrentuna til 0.
Vanlig Fólk
Tað er ógvuliga vanligt at
fólk betala 15% í pensión.
Hesi procent verða býtt á
fylgjandi hátt:
Trygging við deyða,
óarbeiðsføri og har umframt
administratión: 5%
Pensión: 10%
Hetta merkir at 10% av
tryggingini verður nýtt til
pensión, ið verður útgoldin
tá persónurin er 67 ára
gamal.
Um ein sigur, at hesin
vanligi persónurin skal
kunna liva sum pensionistur
við 60% av síni løn, sær
roknistykkið soleiðis út.
Antal arbeiðsár at fíggja
eitt ár sum pensionistur:
(100/10) x 0,6 = 6 ár
Persónurin skal sostatt
arbeiða í 6 ár fyri at
finansiera seg sjálvan eitt ár
sum pensionistur við 60% í
pensión.
Í dag kann ein fara frá við
pensión sum 67 ára gamal.
Um vit seta miðal
livialdurin til 82 ár, so eru
tað 15 ár sum ein skal spara
pensión upp til.
Hetta merkir, at ein skal
betala inn til sína pensión í
90 ár. (6 x 15 ár)
Ein miðal persónur í dag
er á arbeiðsmarknaðinum í
umleið 40 ár. (27-67 ár)
Her sæst, at 10% í
pensión er ov lítið, av tí at
vit liva í miðal 15 ár sum
pensionistar.
Út frá hesum má pen-
siónin tí hækkast til 22,5%.
(90/40) x10)
Leggja vit so tey 5% aftr-
at, ið verða brúkt til deyða,
óarbeiðsføri og umsiting, so
skulu vanlig fólk betala
22,5 +5 =27,5% í pensión.
Eitt vanligt fólk skal
betala 27,5% í pensión
fyri at finansiera 15 ár
sum pensionistur við
einum útgjaldi, ið er 60%
av mánaðarlønini.
Politikarar og tænastumenn
Pensiónin til politikarar skal
roknast út á ein heilt annan
hátt. Politikarin fær nevnliga
síni procentir hvørt ár hann
er pensionistur.
Fylgjandi procent satsir
eru galdani:
Løgtingslimur: 4,5% um árið.
Landsstýrisfólk: 9 % um árið.
Tænastumaður: 2,5% um árið.
Í tí fylgjandi vilja vit rokna
út, hvussu nógv virði liggur
í pensiónini, sum politikar-
arnir vinna.
Dømir:
Politikarin/tænastumaðurin
verður pensioneraður, tá
hann er 67 ára gamal. Eisini
hann fær í miðal útbetalt
pensión í 15 ár. Men hend-
an útrokningin verður tó
ørvísi, enn útrokningin hjá
tí vanliga fólkinum, av tí at
vunnin % í pensión verða
útbetalt hvørt ár í 15 ár.
Virðið av pensiónini hjá
løgtingslimi verður sostatt:
15 x 4,5% = 67,5%
Virðið av pensiónini hjá
landstýrsfólki verður
sostatt: 15 x 9% = 135%
Virðið av pensiónini hjá
tænastumanni verður
sostatt: 15 x 2,5% = 37,5%
Í krónum er virði
av pensiónini:
Løgtingslimur fær 34.000
kr/mðr.: 34.000 x (67,5
+5)/100 = 24.650 kr/
mánaðin í pensión.
Landstýrismaður fær
53.000 kr/mðr.: 53.000 x
(135+5)/100 = 74.200 kr/
mánaðin í pensión.
Tænastumaður siga vit
fær 50.000 kr/mðr.: 50.000
x (37,5+5)/100 = 21.250 kr/
mánaðin í pensión.
5% verða roknað sum
trygging við deyða, ólukku
og administratión.
Tann veruliga bruttulønin
tvs. nettoløn + pensión hjá
løgtingslimum, lands-
stýrislimum og tænastu-
fólkum, sær soleiðis út:
Løgtingslimur: 34.000 +
24.650 = 58.650 kr/mánaðin
Landstýris limur: 53.000 +
74.200 = 127.200 kr/mánaðin
Tænastumaður: 50.000 +
21.250 = 71.250 kr/mánaðin
Niðurstøða:
Vanlig fólk betala alt ov
lítið til teirra pensión,
samanlíknað við politikarar/
tænastumenn.
Verandi pensiónsskipan
hjá politikaraum og tæn-
astumonnum goymir tann
veruliga lønarkostnaðin.
Gevið tí politikarum/
tænastumonnum eina
brutto løn. Hetta vil geva
gjøgnumskygni. Vónandi
tekur onkur politikari
hetta hugskot til sín.
Pensiónin hjá politikaranum
og hjá vanliga fólkinum
Martin Pauli
Jacobsen
- tað haldi eg tónleikurin
hevur allar minst
brúk fyri!
Nú hevur í ára tíggir verið
tosað um enn fleiri pengar
og virðing fyri tónleikinum
og mentanini, men nú
tykist kjakið at venda sær
til politisku skipanina við
ynski um, at alt hetta nú
skal snúgva seg um loysing
ella samband – tað harmar
meg, ómetaliga!
Eg haldi, at tað er nógv
fyri, at vit skulu verða vitni
til slíkt, tí tað kann bara
skaða kjakið her heima og
uttanlanda – hetta snýr seg
sanniliga um alt annað enn
tað.
Hvør mín politiska støða
er, er líka mikið í hesum, tí
hetta er sanniliga ein spurn-
ingur, um vit síggja møgu-
leikarnar í teimum fantast-
isku fólkunum, sum, ferð
eftir ferð, vísa seg á
tónleika- og mentanarliga
pallinum.
Latið nú vera við slíkum
– JÁTTIÐ TÓNLEIKI-
NUM OG MENTANINI,
SUM SKAL TIL – so hesi
føla, at tað liggur ein pen-
ingaligur og virðiligur
stuðul aftanfyri teirra avrik!
So kunnu vit kjakast
higani og hvaðar tað skal
verða, um vit skulu loysa
okkum úr ríkisfelagsskap-
inum – tað skal bara ikki
ganga út yvir tónleikin og
mentanina!
Takið tykkum saman og
síggi teir fantastisku møgu-
leikarnar, sum eru okkara
evnum skapandi fólki!
Eg sigi tað einaferð enn
– geva tit tónleikinum og
mentanini tað sum skal til,
eri eg vísur í, at vit ØLL
fara at heysta nógv gott –
bæði innan tað privata og
vinnuna.
Er tað eitt krav, at vit
skulu loysa frá Danmark,
fyri at kunna taka sjálv-
støðugan lut í Eurovision,
er tað ein longri tilgongd,
men lat nú ikki alt fara at
snúgva seg um loysing ella
samband – tað hevur tón-
leikurin so ikki brúk fyri!
Áðrenn vit koma hagar, tá
vit skulu taka støðu til okk-
ara ríkisrættarligu viður-
skifti, er umráðandi at fáa
staðfest, um vit hava møgu-
leika fyri sjálvstøðugari lut-
tøku – tað má verða gongda
leiðin, sum støðan er.
Lat okkum síggja møgu-
leikarnar heldur enn forð-
ingarnar, so vit kunnu gera
tónleikin til eina inntøku-
keldu til samfelagið í hes-
um tíðum – eins og, til døm-
is, svenskara hava gjørt.
Ikki lata tónleikin verða offur
fyri loysing ella samband!
fríðálvur
Jensen
viðmerkingar