hósdagur 11. februar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 29 - 11. februar 2010
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Merkisdagar
50 ára føðingardagur
18. feb. verður Símun Poulsen, Bøgøta 15, Klaksvík, 50 ár.
Dagurin verður hildin leygardagin 20. feb í Skálanum frá kl.
17, har øll eru hjartaliga vælkomin. Tey í vilja gleða Símun
við at koma í føðingardag, kunnu siga frá á tlf. 221265 ella
220109 innan 14. feb.
70 ára føðingardagur
Mánadagin 15. feb. verður Maria Jacobsen á Langanesi,
á Glyvrum, 70 ár. Dagurin verður hildin á Sjókafeini
leygardagin 13. feb. kl. 18.30.
75 ára føðingardagur
Fríggjadagin 12. feb. verður Arni Johannesen, Tórshavn, 75
ár. Dagurin verður hildin leygardagin 13. feb. millum kl. 11-
16 hjá soninum í Faksagøta 5 á Norðasta Horni.
80 ára føðingardagur
28. feb. verður Hildigarð Nattestad, Hvalba, 80 ár. Dagurin
verður hildin 20. feb. í gistingarhúsinum í Øravík, kl. 18, har
øll eru hjartaliga vælkomin.
90 ára føðingardagur
Leygardagin 13. feb. fyllir Eivind Gudmundsen, Sandavágur,
90 ár. Dagurin verður hildin í SÍF-húsinum frá kl. 16 til 21.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
Hósdagin 4. feb. hava Oda og Árni Frederiksberg, á
Strondum, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin fíggjakvøldið
19. feb. frá kl. 18 í Kelduni í Skálafirði.
Diamantbrúdleyp
Fríggjadagin 12. feb. hava Hanna og Eirik Justinussen,
Leirvík, diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin hjá dóttrini á
Dalavegi 40, Tórshavn, millum kl. 14 og 18.
Prógv
Jytta Friang Magnusardóttir, Fuglafjørð, hevur tann 29. jan.
lokið prógv sum cand. Med. Á Odense Universitet.
Hósdagin 7. februar 1985
skrivar Sosialurin, at í
vikuni keypti Jákup Joensen
í Lopra Hotel Føroyar við
Oyggjarvegin
fyri
50
milliónir krónur.
Sosialurin fekk eitt prát
við Jákup, áðrenn hann fór
niðan á hotellið, sum hend-
an dagin skifti navn frá
Hotel Føroyar til Hotel
Borg.
Jákup sigur m.a. í sam-
røðuni: Tá eg fyri 14 døg-
um síðan fór til USA á eini
arbeiðsferð, visti eg at
hotellið skuldi seljast, og í
hesum sambandi bað eg um
upplýsingar og tilfar um
hotellið, sum eg kannaði á
ferðini. Tá eg kom heim aft-
ur fríggjadagin, fekk eg at
vita, at seinasta freist at lata
tilboð inn var klokkan fýra
seinnapartin. Við tyrluni
kom eg til Havnar hálvan
tíma áðrenn, so tað var ikki
nógv tíð at umráða seg í.
Tá blaðkvinnan á Sosial-
inum spyr Jákup, sum eigur
bæði trolarar og flakavirki,
um hann heldur at ferða-
fólkavinnan verður ein týð-
andi táttur í samfelagsbú-
skapinum í framtíðini, sigur
hann at tað heldur hann
avgjørt. Hóast veðurlagið
her hjá okkum ikki er sum í
øðrum londum, har ferða-
fólkavinnan hevur virði í
samfelagsbúskapinum, held-
ur hann at vit hava eitt sera
vakurt umhvørvi at bjóða,
og tað vænti eg mær nógv
av í framtíðini.
- red
Fyri 25 árum síðan:
Jákup í Lopra keypti Hotel Føroyar
Gestur Tórsberg Olsen, Tórshavn, ættaður úr
Hósvík, andaðist týsdagin 9. februar á Landssjúkra-
húsinum, 69 ára gamal.
Kistan við Sonju Jungehag í Vági fer úr kapellinum
á Suðuroyar Sjúkrahúsi fríggjakvøldið kl. 18. Jarðar-
ferðin verður úr Bethel leygardagin kl. 13. Tey, ið
vilja minnast Sonju, kunnu lata Trúðboðanum eina
gávu, konta í Suðuroyar Sparikassa.
Preben John Olsen, Ballerup, maður Jonhild Gler-
foss úr Mikladali, andaðist leygardagin 6. febr. á
Herlev sjúkrahúsi, 71 ára gamal. Jarðarferðin verð-
ur týsdagin 16. februar kl. 13 frá Vestkirken, Platan-
buen 6, Ballerup. Tey, ið vilja minnast Preben
kunnu lata Krabbameinsfelagnum eina gávu.
Elsebeth Wood, vanliga nevnd Ebba, ættað úr
Tórshavn, búsitandi í Corby í Englandi andaðist
leygardagin, 86 ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Prógv
Daniel Sundstein hevur
tann 29. januar fingið
prógv sum professions-
bachelor í fysioterapi á
Professionshøjskolen
Metropol í Keypmanna-
havn.
Dagurin
11. februar. Kongadagur. Ta náttina í 1659 søktu
svensk herlið at Keypmannahavn, men atsóknin mis-
eydnaðist. Navnið kongadagur sipar til báðar kongar-
nar, sum stóðu á odda í stríðnum, tann danska Fríðrik
III og tann svenska Karl X Gustav. Sagt varð, at versta
tíðin til veður var millum konganna, tað er frá trett-
anda (teir tríggir heilagu kongarnir) og til kongadagin.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Sagt verður frá, at kæra móðir, vermóðir, omma
og langomma okkara
Súsanna Maria Danielsen
búsitandi í Havn
ættað úr Hvalvík (Uppi í Geil)
andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 9. februar,
99 ára gomul.
Jarðarferðin verður leygardagin 13. februar
kl. 13.00 úr Havnar kirkju.
Fyri tey avvarðandi
Hans og Magnus