Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 11. februar 2010 jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Fekk fýra reyð kort í einum dysti Walisiski Ricky Broadley hevur helst sett eitt keðiligt heimsmet, sum ikki verður tikið í bræði 29 ára gamli walisin gekk berserkaragongd í einum steypadysti millum Mountain Rangers og Penrhyndeudraeth í walisisku steypakappingini. Fyrst fekk hann eitt reytt kort fyri eitt sparka ein mótstøðumann í andlitið. Eftir hetta fekk hann eitt reytt kort aftrat, fyri at keglast við dómaran, John Owen. Á veg út av vøllinum sproytaði Ricky Broadley vatn í andlitið á dómaranum, og aftaná dystin kom hann við grovum hóttanum ímóti dómaranum. Nógv rok var undir dystinum, tí umframt tey fýra reyðu kortini, sum Ricky Broadley fekk, so fingu tríggir aðrir spælarar hvør sítt reytt kort. Ricky Broadley hevur eitt ræðuligt umdømi, sum fótbóltsspælari. Hann er fyrr útistongdur úr liguni, Sunday League Football, fyri lívstíð. Steypadysturin millum Mountain Rangers og Penrhyndeudraeth var partur av kappingunum hjá ”North Wales Coast Football Association”. North Wales Coast Football Association hevur nú eisini tikið avgerð um at geva Ricky Broadley eitt bann fyri lívstíð. Sambært enskum fjølmiðlum átti Dean Windass tað gamla metið, tá hann í einum dysti fyri Aberdeen í bestu skotsku deildini í 1997 fekk trý reyð kort í einum og sama dysti. heris@sosialurin.fo Heri Simonsen 23 ára gamli Þorður Steinar Hreiðarsson skal í ár styrkja um verjupartin hjá HB B36 og Elektron hava nú longt stuðulssáttmálan partanna millum, soleiðis at Elektron eisini tey komandi tvey kappingarárini verður høvuðsstuðul hjá B36 Kristjan á Neystabø, formaður í B36, og Richard Mortensen, varastjóri á Elektron, hava undirskrivað ein nýggj an tvey ára sáttmála, sum ber í sær, at Elektron verður høvuðsstuðul hjá fremsta mansliði hjá B36 fram til árslok 2011. - Vit undirskrivaðu ein eitt ára sátt mála í fjør og eru vit so mikið nøgd við samstarvið, at vit hava gjørt av, at longja sáttmálan. - B36 hevði stórar avbjóðingar sein as ta kappingarár, bæði á og uttan fyri vøllin, men megnaði at koma ígjøgnum brótasjógvin í øll- um góðum. Hetta var millum annað við stuðli frá okkum, har Elektron sam stundis fekk eitt gylt høvi at gerast meira sjónligt í almenna rúmi num, nú vit sum fyritøka kunnu bjóða øllum føroyskum fyritøkum og stovnum fjølbroyttar KT-t æn ast- ur, sigur r Richard Mortensen, vara- stjóri á Elektron, sum leggur afturat: - B36 hevur sett sær nýggj og spenn andi mál komandi kapp ing ar- ár, og Elektron ynskir við sátt mála- num at stuðla B36 í at røkka sínum málum. Eisini Kristjan á Neystabø, fegnast um sáttmálan við Elektron: - B36 hevur mynda oddin í før- oysk um mansfótbólti í nógv ár, og eftir at vit í fjør í ávísan mun máttu byrja av nýggjum - bæði ítróttarliga og fíggjarliga - hava vit nú sett okk- um hægri mál fyri komandi kapp- ing ár. Hetta krevur eisini eina fríggja liga orku, sum Elektron er við til at styrkja, sigur Kristjan á Neysta- bø um nýggja stuðulssáttmálan við Elektron. B36 og Elektron halda fram jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Kristjan á Neystabø, formaður í B36, og Richard Mortensen, varastjóri á Elektron, skriva undir nýggja sponsorsáttmálan Þordur hevur í fýra ár spælt við Þrótti í Reykjavík, men eftir at felagið í fjør flutti niður, hevur hann havt hug til at royna aðrar leiðir. Á heimasíðuni skrivar HB, at talan er um spælara, sum kann røkja øll pláss í verjupartinum, men lítil ivi er tó um, at tað fyrst og fremst er sum miðverji, at HB hevur ætlanir um at brúka spælaran. Her hevði Hans á Lag leiklutin sum stýrimaður í fjør, men tað tykist vist, at veteranurin nú hevur takkað fyri seg, og tí verður neyðugt við einum sterkum miðverja at seta í hansara stað. Íslendskur styrkur til HB-verjuna HB kundi í gjár kvøldið boða frá, at felagið hevur gjørt avtalu við 23 ára gamla Þorð Steinar Hreiðarsson