hósdagur 11. februar 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 11. februar 2010 – Nr. 29 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
Brasil uttan Ronaldinho
AC Milan-spælarin, Ronaldinho, sum var við til at vinna HM fyri Brasil í
2002, hevur ikki verið partur av brasilska landsliðshópinum, síðani apríl
í 2009. Seinastu tíðina hevur Ronaldinho spælt sera væl fyri AC Milan,
og mong hava væntað, at hann fór at verða tikin út til brasilska
landsliðshópin aftur. Men tá brasilski landsliðsvenjarin, Dunga
kunngjørdi teir 22 spælarnir, sum skulu verða við í hópinum, sum skal
møta Írlandi í einum venjingardysti í London 2. mars, var Ronaldinho
ikki at finna á listanum Dunga hevur heldur valt Robinho, sum hevur
ein leigusáttmála við brasilska liðið, Santos. Dysturin millum Ìrland og
Brasil verður á heimavøllinum hjá Arsenal, Emirates Leikvøllinum.
Brian setir treytir
Danska boksi-bamsan, Brian Nielsen, sum nú
tosar um møguleikan at gera come-back í
boksiringinum, sigur seg seta eina avgjørda
treyt, um ætlanin skal gerast veruleiki. Hann vil
nevnliga hava fyrrverandi venjara sín, Poul
Duvill við sína lið. – Tey kunnu gloyma allar
møguleikar. Poul er tann venjarin, sum kennir
meg nógv best, og hann er eisini maður fyri at
siga mær, at eg ikki eri til reiðar, um eg ikki eri
tað, sigur Brian Nielsen við sporten.dk.
Hóast Mjølnir veruliga
gjørdi sítt besta og legði
bragdliga út í Sørvági í
gjárkvøldið, eydnaðist ikki
at koppa SÍ, sum nú aftur
er langt framman fyri hini
kvinnuliðini
SÍ, sum bara hevur tapt ein av sínum
15 dystum í vetur, fekk harða mót-
støðu í gjárkvøldið, tá Mjølnir var í
Sørvági. Ikki minst løgdu kvinnurnar
úr Klaksvík øgiliga hart út, og tóku
harvið oddaliðið fullkomuliga á bóli
í fyrsta setti, tá Mjølnir klárt var
betra liðið og eisini vann sann-
førandi.
Eitt skifti var støðan 14-22, og
hóast SÍ ímóti endanum fekk mink-
að um munin til 18-23, so var mest-
sum alla tíðina greitt, at Mjølnir átti
settið við húð og hár. Álopsspælið
hjá gestunum var gott, og Birgit
Gutte sen, sum áður hevur spælt við
SÍ, var ein støðug hóttan, og heima-
liðið fekk at kalla slett ikki vart seg.
Dygdin á spælinum var eisini høg
í øðrum setti, men nú var dysturin
mun andi javnari. SÍ byrjaði eitt
sindur trilvandi, men fótaði sær so
líð a ndi, og hóast nógvir servufeilir
vóru, sóust nú tvey jøvn lið, ið góvu
seg fult út. Nógvar duellir vóru at
síggja í tætta settinum, ið ikki var
av gjørt fyrr enn heilt ímóti enda-
num, so støðan nú var 1-1.
SÍ kortini drúgvari
Hóast Mjølnir gjørdi sera góðan fig-
ur í Sørvági í gjárkvøldið, so má
sjálv andi finnast onkur orsøk – ella
fleiri – til ta sannroynd, at SÍ í allan
vetur hevur verið so nógv betur enn
hini liðini. Í hesum dystinum vóru
tað kanska mest taktisku dygdirnar,
ið gjørdu munin, tí SÍ megnaði at
um stilla seg og yvirtaka, tá mest
rád di um.
Og so vigaði sjálvandi eisini tungt,
at royndu spælararnir ikki óttaðust
fyri at ganga undan. Í triðja setti
fylgd ust liðini upp til 9-9, men so fór
Anni ka á Stongum at serva, og í ein-
um koyri servaði hon SÍ framum
15-9. Mjølnir nærkaðist onkra løtu-
na, men álopsspælið hevði ikki líka
fríar teymar sum fyrr í dystinum, og
samstundis fekk blokkurin hjá SÍ fat-
ur í nógv fleiri av atsóknunum hjá
Mjølnir.
Í fjórða setti gjørdist munurin á
lið unum uppaftur størri, og hóast
javnt var allarfyrstu bóltarnar, fór SÍ
skjótt avstað. Mjølnir kom ongantíð
nærri enn trý stig, og onkursvegna
tók t ist tað, sum luftin var farin úr
klaks víks kvinnunum, ið høvdu givið
so nógv tey bæði fyrstu settini, at SÍ
neyvan hevur fingið líka harða mót-
støðu fyrr í vetur.
Sostatt gjørdist tað enn eina ferð
sigur til kvinnurnar í Sørvági, men í
ein um dysti, har tær hjá Mjølnir
høvdu stóra æru av, at hetta gjørdist
ein góður dystur við frálíkum flog-
bóltsspæli. SÍ er nú aftur langt á
odda í Eik-liguni hjá kvinnum, sam-
stund is sum tapið var eitt afturstig
fyri Mjølnir, ið tó framvegis hongur
væl í.
Ein dystur
útsettur
Upprunaliga skuldi tríggir
dystir verið spældir í Eik-liguni
hjá kvinnum í gjárkvøldið, men
í vikuni boðaði Flogbólts sam-
bandið frá, at dysturin í Trongis-
vági millum kvinnurnar hjá TB
og Fleyr var útsettur. Hann
verð ur í staðin spældur fríggja-
kvøldið 19. februar klokkan 18.
hil
Við sigrinum á ÍF í gjár
kvøld ið, samstundis sum
Mjøl nir tapti fyri SÍ, eru
kvinn ur nar hjá Drátti aftur
væl við í kappingini heilt
har frammi
Undan dystinum á Giljanesi í gjár-
kvøldið var Dráttur favorittur, og
dyst u rin endaði eisini við einum
greið um 3-0 sigri, tá ÍF var á vitjan.
Hóast spælið ongantíð gjørdist heilt
sann førandi, var Dráttur omaná og
vann uppiborið.
ÍF kom annars væl frá byrjan
beinan vegin og fór framum 1-4,
men so fór Maja Popovic at serva,
og hon noyddist ikki at gevast, fyrr
enn Dráttur var á odda 13-2. Henni á
baki hevði Herborg á Mýrini eisini
eina røð av góðum servum, og so
var botnurin líkasum lagdur undir
sigur in.
Hetta við servunum var kanska
tað, ið mest sást til, og av tí sama var
ikki altíð so nógv spæl. Maja hevði
til dømis eisini eina góða servurøð í
triðja setti. Samanumtikið vóru
nógv ir feilir í dystinum, og hóast
Drátt ur ikki altíð hevði so góðar
mót tøkur, var álopsspælið nóg gott
til, at ÍF ongantíð slapp inn í dystin.
Sigurin merkir, at Dráttur liggur
fram við heilt har frammi, og í gjár-
kvøldið fóru kvinnurnar úr Miðvági
og Sandavági á stigatalvuni eitt stig
fram um Mjølnir, sum tapti í Sørvági.
Dráttur hevur saman stigatal sum
TB, ið tó hevur spælt tveir dystir
min ni, meðan Mjølnir hevur spælt
ein dyst minni enn Dráttur.
SÍMjølnir 31 (2025, 2519, 2523, 2516):
Frálíkur flogbóltur
DrátturÍF 30 (2515, 2519, 2516):
Dráttur liggur framvið
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Dráttur vann trygt á ÍF og er nú triðfremst í Eik-liguni hjá
kvinnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Mjølnir gav SÍ harða mótstøðu
í Sørvági í gjárkvøldið, men
kortini rakk tað ikki til sigurs.
Hinvegin er SÍ nú aftur nógv
fremst hjá kvinnunum
Mynd: Álvur Haraldsen